Skriva út

Talvudagur 3. februar fyri Kirkjuligu Heimamissiónina

01.02.2013 Tíðindi
Talvudagur 3. februar fyri Kirkjuligu Heimamissiónina

Kirkjuliga Heimamissiónin hevur í mong ár havt ein fastan talvudag í kirkjum okkara. Talvudagurin er vanliga sexagesima sunnudag, sum í ár er 3. februar.

Virksemið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini, sum er ein sjálvstøðug rørsla innan fólkakirkjuna, er stórt og umfevnandi. Heimamissiónin arbeiðir innan familju-, barna- og ungdómsarbeiðið, hevur trúboðarar í Føroyum, uttanlands og millum sjófólk. Harafturat hevur Heimamissiónin blaðið, Trúboðan, og Leguhúsið í Nesvík, sum hvørt ár er karmur um m.a. fleiri barna- og ungdómslegur, har hópur av børnum og ungum hugna sær í tryggu karmunum í Nesvík.

Kirkjuliga Heimamissiónin verður í stóran mun fíggjað av gávum. Talvudagurin er tí ein góður fíggjarligur stuðul til stóra virksemið í Heimamissiónini.

Vit vóna, at aftur í ár verður tikið væl undir við hesi innsavnan.

Kirkjuliga Heimamissiónin takkar fyri eina góða gávu til arbeiðið.