Skriva út
Talvudagur 23. februar fyri Kirkjuligu Heimamissiónina
19.02.2014 Tíðindi
Kirkjuliga Heimamissiónin hevur í mong ár havt ein fastan talvudag í kirkjum okkara. Talvudagurin er vanliga 2. sunnudag fyri føstu, sum í ár er 23. februar.
Virksemið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini, sum er ein sjálvstøðug rørsla innan Fólkakirkjuna, er stórt og umfevnandi. Heimamissiónin fæst við familju-, barna- og ungdómsarbeiði, hevur trúboðarar í Føroyum og millum sjófólk. Harafturat gevur Heimamissiónin út blaðið "Trúboðin", og rekur Leguhúsið í Nesvík, sum hvørt ár er karmur um eina røð av barna- og ungdómslegum, har hópur av børnum og ungum hugna sær í tryggu karmunum í Nesvík.
Kirkjuliga Heimamissiónin verður í stóran mun fíggjað av gávum. Talvudagurin er tí ein góður fíggjarligur stuðul til stóra virksemið.
Vit vóna, at aftur í ár verður tikið væl undir við hesi innsavnan.
Kirkjuliga Heimamissiónin takkar fyri eina góða gávu til arbeiðið.
Onnur tíðindi