Skriva út
Talvan gongur við fartelefonini
05.07.2012 Tíðindi
Noreg: Tær gomlu talvurnar, har ein savnaði inn til ymisk endamál í kirkjuni, hava sæð sínar bestu dagar. Í øllum førum hevur tað pengaleysa kortsamfelagið avloyst ta vanligu innsavningina í kirkjuni í norska býnum, Olsvik – ella fer helst at gera tað so við og við: Innsavningin fer nú somuleiðis fram umvegis fartelefonina.
- Tað órógvar eitt lítið sindur, tá fólk brúka fartelefonina undir gudstænastuni. Men tað er sera praktiskt at senda eitt sms, um ein hevur gloymt pengarnar eftir, sigur 60 ára gamli, Arthur Pilskog, sum fleiri ferðir hevur latið pening umvegis fartelefonina.
Ein sunnudagur í Olsvik kirkjuni minnir um mangar aðrar, har presturin er liðugur við prædikuna og kirkjutænararnir fara við talvuni millum kirkjubeinkirnar og tú hoyrir, tá myntirnar verða lagdar í.
Soleiðis var tað áður, men nú eru klirrini av myntunum ikki so títt longur, nú fólk nýta fartelefonina í stóran mun.
Skipanin er soleiðis háttað, at tá innsavningin byrjar upplýsir presturin telefon-nummarið hjá gevaratænastuni, og so er dagsins offur ávegis til góða endamál sítt.
1000 krónur aftrat
Upprunaliga umhugsaði meinigheitsráðið at seta ein kort-terminal úti í forkirkjuna, men tey komu tó skjótt eftir, at slíkir terminalar hoyra teirri gomlu tøknini til.
- Ístaðin kann kirkjufólkið geva offur umvegis telefonina, sigur Lars Kristian Stendahl Gjervik, sum er leiðari í meinigheitsráðnum í Olsvik við norskar fjølmiðlar.
Ein annar fyrimunur er við hesi skipanini: Hava fólk ikki møguleika at vera til staðar undir gudstænastuni, kunnu tey kortini lata eina gávu til tað ávísa endamálið.
Ein serstøk offur-linja er opin fyrrapartar og fram til klokkan 14. Men fartel
efonin kann sjálvandi eisini nýtast til aðrar innsavningar, og er sum vera man opin alt samdøgrið.
Ein vanligan sunnudag liggja millum 3 og 4000 krónur í talvuni. Umframt hetta koma einar 1000 krónur inn í sms-krónum.
- Tey trúføstu kirkjufólkini dáma helst best at hava reiðan pening við sær. Men við serligar gudstænastur, sum t.d. dóp, konfirmasjón og gudstænastuna jólaaftan, eru mong sum hava givið eina gávu umvegis fartelefonina, sigur Gjervik.
Orð: SB
Onnur tíðindi