Talvan gongur fyri tey neyðstøddu í Turkalandi og Sýria
Miðføstusunnudagur: Sunnudagin í miðføstu hoyra vit í kirkjunum um breyðið av himni og manna í oyðimørkini, ið mettaði Ísraelsfólk í neyð og trongum tíðum. Vit hoyra evangeliska boðskapin um, at Jesus mettar stóran mannaskara. Vit hoyra, at Jesus er lívsins breyð.
Tað er siðvenja í fólkakirkjuni, at talvan miðføstusunnudag gongur fyri arbeiðinum hjá Neyðhjálp fólkakirkjunnar undir heitinum Breyð til heimin. Í ár er dagurin 19. mars.
Syndarliga vanlukkan í Turkalandi og Sýria, nú harðir jarðskjálvtar fyrst í árinum raktu hetta økið, hevur elvt til vanlukkuligar fylgir fyri fólkið. Deyði, heimloysi, hungur og tvørrandi matur eru fólksins kor og livilíkindi.
Í ár gongur talvan til frama fyri tey neyðstøddu í Turkalandi og Sýria, sum álvarsliga vórðu rakt av jarðskjálvta. Hjálpin verður send umvegis Neyðhjálp fólkakirkjunnar í Danmark.
Feløg og einstaklingar kunnu eisini stuðla umvegis kontonummarið hjá Neyðhjálp fólkakirkjunnar sum er: 6460 – 405.473.5.