Talvan gongur fyri Barnabata tann 13. november
Sunnudagin 13. november 2022 gongur talvan til frama fyri Barnabata. Felagsskapurin ger eitt gott og gagnligt arbeiði, og fólkakirkjan ynskir at hjálpa Barnabata at hjálpa familjum, har korini gjørdust trong.
Nú jólahátíðin er í nánd kemur munurin millum miðal rík og fátæk rættiliga til sjóndar. Í ár er alt vorðið munandi dýrari hjá øllum m.a. vegna kríggið í Evropa. Familjur við børnum og smábørnum hava trupult við at fáa endarnar at røkka saman.
Jólini eru barnanna hátíð. Heiðursgesturin á jólum er barnanna vinur. Ja, Jesus er menniskjans besti vinur.
Kirkjan eigur at geva gerandisdegi fólksins gætur í góðum sum truplum tíðum. Tess vegna heitti biskupur á staðbundnu kirkjurnar við bøn um, at talvan gongur fyri Barnabata tann 13. november.
Fólk eru eisini vælkomin at seta pening inn á eina konto hjá Stiftinum, so verður tað samlaða krónutalið flutt Barnabata í einum fyrst í desember.
Konto nr: 6460 – 405.473.5 og 9181-498.945.9.
Takk fyri stuðulin!
biskupur