Skriva út

Tala hildin triði sunnudagur eftir trýeindardag

14.07.2017 Tíðindi
Tala hildin triði sunnudagur eftir trýeindardag

Men allir tollarar og syndarar hildu seg nær at [Jesusi]fyri at lýða á hann. Og bæði Fariseararnir og hinir skriftlærdu knarraðu og søgdu: «Hesin fagnar syndarum og etur saman við teimum.» Men hann talaði hetta líknilsi til teirra og segði: «Hvør tykkara, sum hevur hundrað seyðir og hevur mist ein teirra, letur ikki teir níggju og níti vera eftir í haganum og fer at leita eftir tí burturmista, inntil hann finnur hann? Og tá ið hann hevur funnið hann, leggur hann hann fegin á herðarnar; og tá ið hann kemur heim, kallar hann saman vinmenn sínar og grannar og sigur við teir: «Samgleðist við mær, tí at eg havi funnið seyð mín, sum burtur farin var.» Eg sigi tykkum: Soleiðis skal verða meiri gleði í himni um ein syndara, sum vendir um, enn um níggju og níti rættvís, sum ikki hava umvending fyri neyðini.

Ella hvør kona, sum hevur tíggju drakmur og missir eina drakmu, tendrar ikki ljós og sópar húsið og leitar væl, inntil hon finnur hana? Og tá ið hon hevur funnið hana, kallar hon saman vinkonur sínar og grannkonur og sigur: «Samgleðist við mær; tí at eg havi funnið ta drakmuna, sum eg misti.» Soleiðis, sigi eg tykkum, verður gleði hjá Guðs einglum um ein syndara, sum vendir um.

Hesi trý líknilsini, sum eru prædikutekstir til sunnudagin í dag, bæði til fyrra og seinna tekstarað, hoyra øll saman. Tað eru maðurin, konan og faðirin, ið hava mist burtur dýru ognir sínar, men sum finna og fáa tær aftur. Talan um menniskju, sum eru burturvilst, men um gleðina í himli, um gleðina hjá Guðs einglum um syndarar, sum venda um, og um gleðina í faðirshúsinum, tá ið hin burturvilsti kemur heimaftur. Líknilsini tala sostatt um umvending, at hon er neyðug hjá menniskjum, sum eru vilst burtur.

Ikki so sjáldan hoyra við fólk siga - í einum jaligum og í einum lítilátnum tóna: "vit tollarar og syndarar", vit eru ikki sum tey gudiligu, sum fariseararnir og hampafólkini, teirra lív er merkt av sjálvrættvísi og fordómum. "Vit tollarar og syndarar", vit hoyra ikki til millum tey frómmu, vit eru bara syndarar, vit seta okkum ikki høgt sum hasi, vit eru eymjúk og halda ikki nakað um okkum sjálv. - Kávalótir, tí aftanfyri situr nakað heilt annað. Har býr tað øvuta: sjálvhevjan, ein fordøming, ið er einki mætari enn tann hjá farisearunum í GT. Hesi góðtaka líka lítið sum fariseararnir í tekstinum, eina umvending, hon er teimum ikki neyðug, men láturlig, hon er at gera seg betri enn hini.

Men hyggja vit í stuttum eftir, hvat orðini tollari og syndari merkja, so merkja tey als ikki nakað rætt, gott og jaligt. Tollarar vóru ríkir, og vit vita, hvar teirra ríkidømi var vunnið. Tollarar høvdu ymiskar uppgávur, eitt nú at krevja inn skatt fyri keisaran, og har var talan um at hava nógvan pening um hendi.

Og hyggja vit at hinum orðinum "syndari", so er tað ikki minni neiligt. Syndari er ein, sum skjýtur við síðina av, ein, sum fer skeivur av málinum, ein, sum gongur á villum, myrkum gøtum, og tí umsíður endar í óføri og undirgangi. Tí er heitið " vit tollarar og syndarar" einki at prýða seg við, tað er at seta æru í skemd.

Men munurin millum tollarar og syndarar á Jesu døgum, og so menniskju sum í dag brúka hetta heitið um seg sjálvan í jaligari merking, er sera stórur. Teir tollarar og syndarar, sum umtalaðir vera her í tekstinum, og í NT, góðtóku ikki sín livihátt, teir vistu, at teir gjørdu nakað, ið var skeivt, nakað, sum var synd, og tí leitaðu teir Jesus upp í iðran um synd sínari, og hildu seg nær at honum. Vit minnast hin ríka tollaran, Sakeus, sum í áravís hevði tikið burtur av peniginum, sum hann kravdi inn, og stungið hann í egnan lumma. Hesin Sakeus, hann vildi ein dagin møta meistaranum, hann vildi fegin síggja, hvør ið Jesus var. Og uppi í morberjatrænum, har hann sat, sá Jesus eisini hann og segði: «Sakeus, skunda tær og kom niður, tí at í dag má eg koma at gista í tínum húsi.» Í dag MÁ eg. Hví mátti tað vera í dag? Tí Jesus kom ongantíð aftur tann vegin. Tí MÁ eg í dag koma inn í heim títt. Og har í heimi hansara steig Sakeus fram og játtaði synd sína fyri Jesusi, við millum annað at siga: "um onkur er, sum eg av órættum havi tikið ov mikið frá, vil eg lata tað ferfalt aftur.» Og svarið hann fekk var loysandi: «Í dag hevur frelsa verið hesum húsi fyri.

Ella ein annar tollari, Levi, ið hevði sama starv sum Sakeus. Hvør var Levi? Tað var hann, ið seinni varð lærusveinurin og evangelisturin Matteus. Hann gjørdist ein annar maður við nýggum navni. Sakeus og Levi eins og aðrir, vendu um og byrjaðu eitt nýtt lív.

Tann sum velur sær heitið "vit tollarar og syndarar" í jaligari merking, fer heilt skeivur, og hann er einki mætari enn fariseararnir í GT.

Taka vit eisini sonin í triðja líknilsinum við, so gjørdi hann á sama hátt. Hann fór heimanífrá væl fyri við øllum arvi sínum í lummanum. Men hann viltist inn á syndafullar gøtur, livdi í siðloysi og skøkjulevnaði inntil hann umsíður endaði, ikki við at standa, men hjálparleysur at liggja úti millum svínini. Men hesin sonurin vildi ikki vera liggjandi millum svín, hann segði ikki: Eg eri ikki verri enn øll hini, hini eru líka ring sum eg, hann setti ikki æru í skemd sína, nei, hann reistist, hann vendi um, snaraði 180 stig:

Eg vil reisa meg, eg vil fara heim aftur til faðir mín, og játta mínar syndir og biðja um fyrigeving. Og vit kenna søguna - heima gjørdist gleðin og fagnaður mikil við stórari veitslu, tí ein syndari var vendur um.

Men tað var ein, sum ikki vildi vera við í tí veitslu, sum faðirin hevði gjørt, og har hann eisini var boðin við - tað var eldri bróðurin. Vit hoyra heldur ongantíð um, at hann tók av, og fór inn at taka lut í gleðini. Hvat var tað, sum foraði honum? Øvundsjúkan, øvundin inn á bróðurin, sum tað nú gekk væl hjá, og sum nú, eftir hansara meting, av órættum fekk meira enn hann. Hann fær gøðingarkálvin, eg fái ikki so mikið sum eitt smálamb. Tað er gamla, smittsama sjúkan, sum breyt út í slanguni í Eden á sinni, øvundsjúkan. Ormurin, sum øvundaði okkara fyrstu foreldrum teirra eydnusælu í Paradís, og fekk tey at falla. Tann smittan breiddi seg til børn teirra. Káin øvundaði bróður sínum, Ábel, og drap hann. Hin eldri bróðurin bar júst somu øvund á yngra bróður sín, sum Káin bar móti Ábel, yngra bróðir sínum. Síðan hevur smittan breitt seg víðari gjøgnum mannaættina, og hon smittar eins illa enn, eisini okkara ættarlið. Øvundsjúkan, tá ið tað gongur øðrum væl, øvundin um, at nøkur komu betri fyri í lívinum enn eg: Vit kenna tað og hoyra tað dagliga: Handa manningin tjenar meira enn eg, Hann eigur størri hús enn vit, hon hevur fínari og dýrari bil enn mín, ja, tú kann leingja um søguna, hon er endaleys. Øvundsjúka er ótolandi, og man veit um menniskju, sum eru deyð av hesi sjúku. Tað stóð so nógv á sálarliga, at hjartað helt tað ikki út. Løgið, tí eg missa einki um ein annar eigur meira enn eg, ella um tað gongur fragari hjá hinum enn hjá mær.

Í Halgubók verður skrivað um holdsins verk og um andans fruktir. Verk er nakað, sum holdið fremur, tað er nakað, sum vit sjálv framleiða. Andans fruktir eru tað øvuta, á tær hava vit onga ávirkan. Tær eru ávøkstur av lívi okkara.

Í Halgubók verður holdsins verk lýst við nógvum vánaligum orðum. meðan andans ávøkstur, ella fruktir, bera vøkur og góð heiti. Eitt av holdsins verkum er øvund, og um hetta sigur ápostulin, at teir, sum slíkt gera, skulu ikki arva Guðs ríki. Meðan ein av andans fruktum er kærleiki. Og um kærleikan sigur sami ápostul: Kærleikin øvundar ikki, hann er ikki illmintur. Tú kann lesa um alt holdsins verk, og um allan andans ávøkstur í brævinum til Galatamanna.

"Vit tollarar og syndarar" er einki vakurt heiti, at velja sær. Men vakra brúðarprýði at bera, er: Eg eri ein syndari, hvørs skuld er fyrigivin og útstrikað.

Teksturin í dag snýr seg um gleðina um, at syndarar venda um. Tað eigur at verið størsta frøði, sum eitt kristi kirkjuliði kann uppliva. tí tá eru tað ikki bara vit, sum gleðast, men vit gleðast saman við øllum himlinum, saman við øllum Guðs einglum, og saman við faðirhúsinum.

Eg veit av góðum grundum ikki, um tað hendir longur, men einaferð sungu vit, tá ið vit hoyrdu, at ein syndari hevði vent um, vit sungu av hjarta saman við teimum, sum ikki longur eru okkara millum.

Ringið, himmalklokkur! Gleði er í dag,

tí ein sál kom heim úr svongd og neyð.

Sí, nú faðirin fekk veitslu skjótt í lag,

neyðars barninum vælkomnum beyð.

Við Guðs trónu syngja einglar hátt

lov og prís og leika hørpuslátt,

og frá frelstum skara, eins og brim í sjó,

hoyrist samfelt lívsins sigursljóð,

og fyri tað siga vit: æraður veri Guð Faðir, Sonur og Heilagi Andi, sum var, er og verður ein sannur tríeinigur Guð, hálovaður frá fyrsta upphavi, nú og um allar ævir. Amen!