Skriva út

Tala hildin í Vágs kirkju 24. februar í sambandi við, at kirkjan er 80 ár 19. februar 2019

01.03.2019 Tíðindi
Tala hildin í Vágs kirkju 24. februar í sambandi við, at kirkjan er 80 ár 19. februar 2019

Í navni Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans. Amen.

19. februar vóru 80 ár liðin síðani Vágs kirkja varð vígd og Kirkjukórið ljómur varð stovnað.

Kirkjan og Ljómur
Tað var Sofus Johan Hofgaard, arkitektur, sum teknaði kirkjuna. Fuglsang-Damgaard biskupur vígdi kirkjuna og fólk í bygdini tóku seg saman við Edith Dahl á odda og stovnaðu kirkjukórið “Ljóm”, sum fyrstu ferð sang alment á vígsludegnum hjá kirkjuni.

Eg fari at ynskja kirkjuliðnum, kirkjuráðnum, sóknarprestinum og øllum kirkjunnar tænarum og Ljómi tillukku við hátíðardegnum við ynskjum um Guðs ríku signing.

Á hesum hátíðardegi skal ljóða ein heilsan til kirkjuliðið, og Ljóm við orðunum úr Rómverjabrævinum 10. kap. v.15.: “Hvussu yndisligir eru føtur teirra, sum boða gleðiboðskapin um hitt góða?” og úr Sálmi 68 v. 5: “Syngið fyri Guði, lovsyngið navni hans, leikið fyri honum, ið á skýggjum fer fram, hvørs navn er Harrin, fegnist fyri ásjón hans!”

Vágur - søguríkur staður
Vágur er søgu-og kirkjusøguríkur staður. Í kirkjusøguligum høpi kunnu vit m.a. nevna, at Jákup Dahl próstur helt seinastu prædikuna í gomlu votiv ella gávukirkjuni á Kirkjukletti 19. februar 1939. Í prædikuni segði hann m.a., at gomul frásøgn er, at trúbótarverkið í Føroyum byrjaði í Vági. Í Vágs kirkju varð hin fyrsta evangeliska lutheriska prædikan hildin. Og í Vági, við Gjógvará, búði tann presturin, bróðir Andrass, sum lærdi upp nakrar av teimum fyrstu lutherisku prestunum í Føroyum.”

Á hesum degi eiga vit eisini at minnast mæta kirkjumann okkara Jákup Dahl, próst, sum gav okkum føroyska kirkjumálið. Og tøkk fái fólkið her býr, sum við stórari virðing og tøkk hava reist standmynd av próstinum í túninum frammanfyri kirkjudyrnar.

Í 80 ár hevur á hesum staði evangeliið verið borið fram í gleði og í sorg til tað fólk, sum her býr. Í øldir frammanundan ljóðaði sami boðskapur á gamla kirkjustaðnum vesturi á Kirkjukletti.

Í okkara tíð ljóðar góði boðskapurin til fólkið á hesum staði og hetta sama áramál hevur boðskapurin virðiliga verið borin av kirkjunnar tænarum í prædiku, lestri – og í sangi og tónleiki frá kirkjukórinum Ljómi, ið trúliga hevur sungið Guði lov í stásiligu og hábærsligu kirkjuni.

Ja, av sonnum kunnu vit siga, hvussu yndisligir eru føtur teirra, sum boða boðskapin um hitt góða?

Og latum altíð og í hvørjum ættarliði halda fast við hitt góða: at náðiríki og gleðiligi boðskapurin verður boðaður sannførandi og altíð við hesum eina fyri eyga: at boða um Guðs ríki til trúar, sum ljóðar sum ein innbjóðing til okkum øll við ynski um, at Guðs góði Heilagi Andi eisini sannførir og varðveitir okkum í livandi trúgv og í tænastu hvør fyri øðrum.

Tvær kirkjuklokkur
Vágs kirkju eru tvær kirkjuklokkur. Á kirkjuklokkuni frá 1939 stendur skrivað: “Jeg kalder i sorg, jeg kalder i glæde/ paa dem i fald og paa dem i sæde,/ til tro paa Gud, som alt mon raade,/ til frelse ved Jesu Kristi nåde.

Og á klokkuni frá 1948 stendur skrivað: “Ring Guðs frið í mannasinn,/ ring Guðs frið í bygdina inn.”

Í okkara tíð verður viðhvørt sagt um kirkjuna, at hon eigur at fylgja við tíðini. Tá verður hugsað um, at tað, sum rørist í tíðini, eigur eisini at kunna síggjast aftur í kirkjuni.

Hesin hugsanarhátturin, at kirkjan eigur at tillagað seg tíðina og siðirnar er ikki nakað nýtt.

Kirkjan – mannasiðir og halgisiðir
Gomlu trúbótarmenninir søgdu, at “til sanna einleika kirkjunnar er tað nóg mikið at verða samd um at boða evangeliið, og hvussu farið eigur at vera um sakramentini. Og so verður lagt aftrat: Tað er ikki neyðugt, at tað allar staðir eru somu mannasiðir og halgisiðir ella kirkjusiðir, ið menniskju hava fyriskipað; sum Paulus sigur: “Ein trúgv, ein dópur, ein Guð og faðir at øllum o.s.fr.” (Grein 7 í CA).

Hvørt ættarlið eigur at rannsaka seg sjálvt og seta spurningin: hvussu eru vit kirkja í okkara tíð? Eru vit ov upptikin av mannasiðum, halgisiðum ella kirkjusiðum? Er hetta ein forðing fyri, at evangeliið kann verða boðað inn í samtíðina? Gera mannasiðirnir v.m., at frælsi at boða evangeliið verður skert? Verður avmarkað? Ella niðurbundið í halgisiðir og kirkjusiðir?

Einki má forða fyri, at evangeliið ljóðar reint og rætt eisini í okkara tíð. Einki eigur at forða fyri hesum!

Tí tá ið orðið um Kristus verður boðað, so ljóðar tað altíð, sum ein gleðiboðskapur til frelsu og friðar í trúnni á Jesus Kristus.

Orðið, sum boðað verður skapar tað, tað nevnir, tað vendir ikki aftur við ongum, men skapar tað, tað nevnir – eisini í okkara tíð: loysir frá synd og deyða og setir okkum í frælsi!
Tað er hesin boðskapurin, ið eisini skal ljóða í okkara tíð Anno 2019.

Arvagóðsið í kirkjuni
Seinasti sálmur, sungin var vesturi á Kirkjukletti, áðrenn fólkið fór í skrúðgongu út í nýggju kirkjuna, var sálmurin “Títt orð er Guð várt arvagóðs”.

Vit hava júst sungið sama sálmin, sum Jákup Dahl, próstur týddi eftir Grundtvig.
Arvurin er hin sami, vit savnast um hesa løtu.

Bøn og ynski okkara er, at vit brúka arvagóðsi til gleði og signingar og frelsu fyri fólki, sum her býr og alt fólk okkara við áminningini á kirkjuklokkuni í huga, tá ið sagt verður: “: “Ring Guðs frið í mannasinn,/ ring Guðs frið í bygdina inn.”

Gud gevi at evangeliið eisini í okkara tíð kann verða boðað og sungið í kirkjuliðnum á hesum staði og í fólkinum øllum í landi okkara menniskjum til friðar og frelsu og Guði til æru:
Friðarheilsan kirkjan ber/ fyrst og síðst í hesi verð;/ frið hon beyð mær dópsins dag,/ býður frið við deyðans vað: / Friður Guðs tær veri við!/ Eig um ævir Harrans frið!

Harrans Jesu Kristi náði, kærleiki Guðs og samfelag Heilaga Andans veri við okkum øllum.
Amen.

Uni Næs, dómpróstur

Myndir.
Felagsmynd: Arni Georg Johansen
Mynd av Vágs kirkju: Bjarni Johansen