Skriva út
Tala á Vinnuháskúlanum Alla halganna dag 1. nov. 2014
04.11.2014 Tíðindi
Tala á Vinnuháskúlanum Alla halganna dag, 1. november 2014 kl.14.00 – minningardagur teirra sjólátnu.
Náði veri við okkum og friður frá Guði, Faðir okkara og Harranum Jesusi Kristi. Amen.
Orðini, vit skulu hoyra, lesa vit í Sálmi 121:
Ein pílagrímsferðarsongur. v1 Eg eygu míni hevji til fjallanna upp, hvaðani kemur mín hjálp? v2 Hjálp mín frá Harranum kemur, skapara himmals og jarðar. v3 Hann vil ikki lata fót tín snáva, vaktari tín vil ikki sova. v4 Nei, ikki blundar og ikki svevur varðmaður Ísraels. v5 Harrin er vaktari tín, Harrin tín verndarskuggi við tína høgru hond. v6 Um dagin skal sólin ei stinga teg, ella um náttina mánin. v7 Frá øllum illum skal Harrin teg varða, hann tína sál skal varða. v8 Tín útgang og inngang skal Harrin varða nú og um allar ævir. Amen.
Tað, sum ger, at hesin dagurin er serligur er, at hann knýtir saman tað, sum hevur verið er og verður.
Í dagliga lívi okkara eru vit knýtt saman sum familja, vinir, arbeiðsfelagar og samfelag.
Tað liggur djúpt í okkum menniskjum at taka okkum hvør av øðrum.
Tað eru støður í lívinum, har vit halda okkum klára alt, men tað eru eisini løtur, har vit einki megna.
Í sálminum, sum vit lósu úr Gamla Testamenti, spyr sálmaskaldið, hvaðani hjálpin kemur, tá ið hann er staddur í neyð.
Skaldið svarar: hjálp mín frá Harranum kemur, hann vil ikki lata fótin snáva, tí Harrin er vaktari og varðmaður og verndarskuggi.
Ja, frá øllum illum skal Harrin teg varða, hann tína sál skal varða. Tín útgang og inngang skal Harrin varða nú og um allar ævir.
Tað eru hesi orðini, sum eiga at ljóða, tá ið vit seta spurningar um hví, hvat, hvør og hvussu: at vit í trúnni á Jesus Krist eru øll halgað at hoyra honum til. Tað vil siga, at vit eru hansara ogn.
Guð Faðir ger ikki mun á menniskjum – tað eiga vit ikki heldur at gera.
Vit eru øll á ferð í lívinum. Lívsleiðin er ymisk.
Í dag, minningardag teirra sjólátnu, hugsa vit serliga um teir, sum doyðu í virki teirra umborð ella sjólótust.
Landsmenn okkara sigla bæði á nær- og á fjarleiðum á øllum heimsins høvum við egnum og fremmandum skipum. Ikki allir bóru boð í bý.
Men tað eru eisini menn úr fremmandum londum, sum sigla við okkara skipum, sum ikki heldur vunnu upp land.
Í dag minnast vit tey, sum farin eru á sjónum og á serligan hátt tey, sum farin eru seinasta árið. Øll, sum varða av, hava vit í huga okkara, eisini familjuna hjá Saefundin Hasanah í Indonesia.
Tín útgang og inngang skal Harrin varða nú og um allar ævir.
Ein byrjan, ein endi og ein ævinleiki. Hetta er okkara lutur.
Grundlógin í evangeliinum er at elska Guð og næstan. At boða gleðiboðskapin í orði og í verki.
Hetta er júst tað nýggja við Jesusi Kristi: Í hesum heimi er neyð, sorg og deyði, men í trúnni á meg, sigur Jesus, er sorg tykkara vend til gleði.
Himmiríki er ikki á jørð, men himmiríki er, har Guds vilji í Jesusi Kristi verður gjørdur.
Tí eru vit, sum liva, á ferð saman við Kristusi her á fold – tó einki at bera saman við tað himmiríki, okkum er lovað fyri framman.
Evangeliið í dag hjálpir okkum at koma ígjøgnum tað, sum er tungt og myrkt og er merkt av sorg og sakni.
Men vit steðga á og spyrja: Hvaðani kemur mín hjálp?
Svarið ljóðar: Hjálp mín frá Harranum kemur.
Harrin er okkum nær í sínum kærleika í ugganar- og frelsuorðinum. Í orðinum, sum gjørdist menniskja okkara millum í Jesusi Kristi.
Men hjálpin er eisini at finna í kærleikanum og í umsorganini, vit eiga at vísa hvør øðrum í øllum viðurskiftum – á hesum degi á serstakan hátt!
Tín útgang og inngang skal Harrin varða nú og um allar ævir.
Hesi lívsælu orðini ljóða eisini til okkum øll hesa løtuna.
Guð hjálpi okkum at halda fast í hesum orðum, sum eru knýtt til ta ævigu vón, sum er givin okkum í trúnni á krossfesta og upprisna frelsara okkara, Jesus Krist.
Lov og tøkk og allar heiður veri tær, Guði várum, faðir syni og heilagum anda, sum altíð hevur verið, er og altíð verður ein sannur tríeinigur Guð, hálovaður frá fyrsta upphavi og um allar ævir.
Vit biðja teg, Guð og Faðir okkara.
Halt tú tína sterku hond yvir landi og fólki, og lat eygu tíni vaka yvir okkum bæði á nátt og degi. Ver við sjófólki okkara, varðveit tú tey og før tú tey aftur í øllum góðum. Ver við okkum í øllum arbeiði – bæði á sjógvi og á landi.
Ver tú, himmalski Faðir, hjá teimum sum fingu stóru sorg at bera, leið tú tey, og lat tey finna ugga og troyst í orði tínum og í kærleikanum, tú hevur víst okkum í Jesusi Kristi.
Styrk okkum í vónini, at vit ein dag aftur skulu síggja okkara kæru saman við tær í tínum ríki.
Faðir vár, tú sum ert á himnum! ...
Harrans Jesu Krists náði og kærleiki Guðs og samfelag heilaga andans veri við okkum øllum! Amen.
Onnur tíðindi