Skriva út

Takkarorð í kirkjuni, tá ið Bíbliuorðabók eftir Jóhannus Haraldsen varð løgd fram 10. des. 2012

09.01.2013 Tíðindi
Takkarorð í kirkjuni, tá ið Bíbliuorðabók eftir Jóhannus Haraldsen varð løgd fram 10. des. 2012

Jóhannes Haraldsen vildi ógvuliga fegin, at bíbliuorðabókin kom út, meðan hann var á lívi. Tó at tað varð roynt, kom tað ikki í lag.

Men nú hevur Føroyskt Kirkjumál givið bókina út, og hjartans tøkk skulu tit í nevndini fyri Føroyskum Kirkjumáli hava fyri tað og fyri, at bókin verður løgd fram her í heimbygd Jóhannesar.

Stóra tøkk fyri, at Sandavágs kirkja fær fyrsta eintakið. Her hevur Jóhannes sitið í sínum ungu døgum. Her hevur hann høgtíðir og aðrar tíðir sungið í Sandavágs Sangkóri. Onkuntíð traðkaði hann, til tess at fáa urguni luft at spæla til sálmasangin í gudstænastuni.

Tað er ógvuliga stórt bragd, at Jóhannes hevur skrivað fyrstu fullfíggjaðu føroysku bíbliuorðabókina, ólærdur maður. Hetta er valaverk.

Mangan dagin og manga náttina við, meðan bygdin svav, líka til tað lýsti fyri degi, sat hann og skrivaði nøvn, orð, setningar og tilvísingar úr Bíbliuni og setti tey í stavrað.

Vit eru glað um og errin av, at bygdarmaður okkara hevur útint slíkt stórverk.

Nú eru liðin 18 ár, síðan Jóhannes fór í Harrans hendur. Vit skulu her í kvøld í Guðs húsi minnast hann við virðing og tøkk.

Heini F. Petersen