Skriva út

Takk Símun! – Vælkomin Heri!

27.07.2023 Tíðindi
Heimamission Logo

Hin Kirkjuliga Heimamissiónin er ein vælvirkandi vekingarrørsla innan fólkakirkjuna. Hon hevur í eina stóra øld ríkað um tað kirkjuliga lendið við sínum virksemi millum børn, ung og eldri.

Tað fjølbroytta virksemið hjá Heimamissiónini hevur havt stóran týdning fyri fólkakirkjuna. Serliga er tað sunnudagsskúlin, sum í kirkjuligum jørðildi hevur notið gott av Heimamissiónini.

Tað er neyvan ov nógv sagt, at barna- og ungdómsarbeiðið í fólkakirkjunnar umhvørvi var væl fátækari, um ikki fólk í Heimamissiónini kendu kallið til sjálvboðið evangeliskt og verkligt virksemi millum børn og ung.

Hóast vit í kirkjunum eru farin undir sunnudagsskúla, er tað á fleiri støðum soleiðis, at Heimamissiónin stendur fyri sunnudagsskúlanum í kirkjuni. Eitt skilagott og signað samstarv, ið gagnar bæði kirkju og missión. Tað gagnar fólkinum og familjuni, so øll samstundis koma undir Guðs orð og verða andaliga mettað og fáa felags frítíð.

Í stuttum verður ein annar veruleiki nomin. Ein rættiliga stórur partur av kirkjutænarunum hava onkursvegna sína gongd í ella eru runnin úr heimamissiónskum jørðildi. Eisini á henda hátt er missiónin lívgandi í kirkjuni og økir um møguleikan at seta við, tá ið tænarar leggja frá sær.


Símun Persson Jacobsen (Mynd: Trúboðin)

Nú um stundir frættist, at sóknarpresturin Símun Persson Jacobsen eftir 13 ár er farin úr høvuðsstýrinum hjá heimamissiónini. Tey seinastu 10 árini hevur hann verið formaður.

Símun var ein góður formaður. Virkin, ágrýtin og greiður í sínum boðskapi. Nógv er hent í tíðini hjá Símuni í formanssessinum. Einki er einmans avrik, og nevndin hevur stuðlað formanninum og formaðurin stuðlað nevndini. Útbyggingin av Leguhúsinum var eitt ódnartak til gleði og gagns fyri okkum øll.

Tað frískliga lotið í útvarpinum Gluggin á www.trubodin.fo, ið Símun saman við øðrum tók stig til, er læruríkt og styrkjandi fyri trúnna. Og trúgvin á Jesus Krist sum Harra og frelsara er Símuni avgerandi.


Heri Kjærbo, nýggjur formaður í Heimamissiónini (Mynd: Trúboðin)

Nýggi formaðurin í Heimamissiónini, Heri Kjærbo, er væl kendur í tí kirkjuliga landslagnum. Persónliga havi eg vitað um og kent Hera í fleiri áratíggju. Ein framtakshugaður og evnaríkur maður, ið ynskir at byggja Guðs ríki, har vit eru stødd við teimum evnum og miðlum okkum eru givin.

Tey seinastu 6 árini hevur Heri verið formaður í Meinigheitshúsinum í Havn. Frá 1998 til 2006 var hann í starvi hjá Luthersku kirkjuni í Tansania. Frá 2009 til 2013 var hann í starvi hjá Heimamissiónini.

Biskupur sær fram til eitt framhaldandi gott og gagnligt samstarv við Heimamissiónina. Heri, vælkomin at samstarva og finna burðardyggar loysnir og átøk, ið eru kirkjuni, missiónini og Guðs ríki at frama, og hjartaliga vælkomin á gott í Biskupsgarði.

biskupur