Skriva út

Takk fyri ávøkst, Guð, tú gav ...

27.09.2019 Tíðindi
Sátur á bønum.jpg

Komandi sunnudag, 29. september, er mikkjalsmessa. Sum skurðdagur bæði viðvíkjandi fenaði og gróðuri er hann roknaður sum ein heystsins halgidagur. Beinrakna lýsing av heystardegnum geva Grundtvig í »Nu falmer skoven« og Robert Joensen í umyrkingini »Nú hvítna tindar« ‒ ein mynd av skógarvaksna láglandinum Danmark flutt yvir á høgu kavaklæddu Føroya tindar

Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com

Tann »Mikkjal«, sum mikkjalsmessa hevur navn sítt eftir, er høvuðseingilin Mikael. Í katólskari tíð var Mikkjal úrvaldi verndareingil teirra trúgvandi og tryggi láturverji ímóti djevlinum.

Í Opinbering Jóhannesar er Mikkjal tann eingil, ið rekur djevulin í drekalíki út úr himmiríki, har hann sjálvur sum eingil hevði borið navnið Lusifer, ið merkir ljósberi.

Orsøkin til, at hann varð rikin út úr himlinum var tann, at hann hevði skipað fyri uppreistri. »Og stríð kom í á himni: Mikael og einglar hansara stríddust ímóti drekanum, og drekin stríddist og einglar hansara« (Jóhs. Opinb. 12,7). Drekin og einglar hansara vórðu við undirlutan, og staður teirra varð ikki heldur longur at finna í himli. Hvussu hetta verður útlagt kann m.a. lesast í gyltu halgisøguni »Legenda aurea«.

»Syndafallið« verður hendingin nevnd. Og hon er yrkisevni í »Paradise Lost« (1667) hjá enska skaldinum John Milton (1608-1674). Ein endurrómur kennist aftur við Sjógv í Kollafirði, har sjóvarbóndin Jens Christian Djurhuus (1773-1853) yrkir »Púkaljóm«: »Frá Bretlandi hoyrdist songur«. Fyrsta ørindi ljóðar soleiðis:

... Mikael stóð í stríðum
við sínum einglum blíðum
ímót tann himmaltræll.
Almakt hann í svalandi dýpi rendi,
við sínum einglum hann í pølin sendi,
evig vreiði eftir teimum brendi,
sligin tá í helviti hvør ein fjendi.

Og í sekstanda ørindi verður tikið soleiðis til:

Frá himli Sátan fýkur,
hann millum stjørnur strýkur
og ger so mangt eitt sløðr,
planetir sær hann renna,
men ei hann kundi kenna
ta nýggju skaptu verð...

Eisini í Dánjals Bók verður Mikkjal nevndur fleiri ferðir sum hann, ið berjist ímóti djevlinum. Í Dán. 10,3 kallaður »ein hin fremsti høvdingin«, og í Judasarbrævi nevndur »yvireingilin«. Í Dán. 12,1 er hann »hin stóri høvdingin, ið er vernd landsmanna tína«. Hetta er sagt við Dánjal profet, so Mikkjal er sagdur at vera vernd Ídraels.

Longu í elstu kristnu tíð var Sankta Mikkjal sera nógv avhildin sum verndareingil, og fleiri eru teir rúnasteinar, ið nevna navn hansara.
 
TIL DÓMADAGS hevur Sankta Mikkjal eina serstaka uppgávu, tí tá
stendur hann við einari vekt við øllum mannasálum á vágskálini.

Onkrar myndir hava stundum víst hann við aðrari hondini á vágstongini. Tað er at siga, at hann snýtir við málinum, soleiðis at sálin á vágskálini sleppur í himmalin. Hetta hóast talan er um tyngjandi syndir og smáar púkar, ið toga hin vegin.

Allastaðni í Europa eru kirkjur bygdar, Mikkjali til heiðurs. Fleiri teirra bygdar uppi á einum fjalli ella heyggi. Nakrar mikkjalskirkjur eru í Noregi. Í Danmark er sersliga kend Skt. Michaels Kirke í Slagelse, bygd í tólvtu øld, júst á eini herðu.

Mikkjalsmessa hevur so eisini verið hildin sum halgidagur í Føroyum í katólsku tíðini og eftir trúbótina sum ein av mishalgidøgunum. Hetta hevur verið ein av teimum døgunum, sum illa gekst hjá trúbótarmonnum at fáa burtur, og tí royndu teir at varðveita hann, men geva honum ein evangeliskan dám.

Í eini kirkjuskipan frá teirri tíðini verður sagt, at mikkjalsmessudag skal tøkk verða veitt Gudi fyri alla ta grøði, sum árið hevur givið. Og sum tøkk skal alt kirkjuliðið við gudsótta beint eftir prædikuna syngja »Vit lova tær« (te deum laudamus).

Í Danmark varð heystarhøgtíðin á mikkjalmessu áður hildin soleiðis, at kirkjurnar vórðu prýddar við kornaksum og ymiskum fruktum og gudstænasta hildin.

Til tess at dagsins upprunamerking ikki skal verða burturgloymd, verður í kirkjuskipanini tilskilað: Somuleiðis skal allan dagin, bæði um morgunin, fyrrapartin og eftir máltíðirnar prædikast um einglarnar, hvussu teir hjálpa okkum, og hví vit altíð mugu siga Gudi tøkk.

Í bók sínari »Dagar og nøvn í álmanakkanum« nevnir Axel Tórgarð, at í fleiri av lestrabókum okkara eftir trúbótina eru serstakir lestrar til mikkjalmessu. Martin Luther hevur mikkjalsmessulestur í prædikubók sínari, og uppaftur meira er vert at nevna Jesper Brochmand.

»Tað er týðiligt, at Brochmand vil geva mikkjalsmessu ein evangeliskan dám í sínum lestri, tá hann m.a. leggur út navnið Mikael. Tað merkir ‘hvør er sum Gud’, og Brochmand heldur, at tað kann eingin annar vera enn Kristus sjálvur,« sigur Axel Tórgarð.

Í Kingobók eru eisini sálmar til mikkjalsmessudag, teirra millum »Vár Gud er føst og haldgóð borg« eftir Luther.

MIKKJALSMESSU geva nútíðarfólk ikki stórvegis gætur, annað enn, at henda tíðin í Føroyum verður roknað seyðahaldi og skurðfjøllunum til. Áður var hetta ein skiftisdagur frá sumri til vetur, ið hildin varð bæði heima og í halgidómi.

Á mikkjalsmessu var innheystingin av, grøðin var komin til høldar, so at bæði fólk og fenaður vóru bjargað komandi køldu og myrku vetrarmánaðirnar. Men tað var ikki nøkur sjálvfylgja, at tú altíð fekst fulla løðu og feitar ásir í hjallinum. Óar og felli sviðu mangan meint hjá fólki okkara. Og varð fiskaloysi haraftrat, ja, so var deyðin í durunum.

Í miðøld vóru søgurnar um Sankta Mikkjal sera væl umtóktar og er hann tí á mongum kálkmyndum í miðaldarkirkjum avmyndaður í ymiskum brøgdum, m.a. í Tuse kirkju í Holbæk og Sanderum kirkju í Odense.

Viðvíkjandi navnagávu er at siga, at bæði dreingjabørn og gentubørn, sum eru fødd mikkjalsmessudag, stundum hava fingið mikkjalsnavnið sum antin fornavn ella millumnavn t.d. Mikkjal, Mikal og Hans Mikal ella Óli Mikal, Mikala ella Mikkalina.

Mikkjalsmessa er meira enn bíbliusøga. Summir granskarar vilja vera við, at dagurin eftir kristnitøkuna sum í so mongum øðrum førum varð settur í gildi sum kristin høgtíðsdagur til tess at gera av við eitthvørt heiðið heystgildi á sama hátt sum jólini um vetrarsólstøður.

Ein oyggj uttan fyri normannisku strondina í Fraklandi ber navnið Monte St. Michel. Biskupurin har hevði í 708 eina sjón. Mikkjal sýndi seg fyri honum og gav honum boð um at byggja eina kirkju. Og har skal eisini – so løgið tað ljóðar – vera varðveitt ein ál av skarlaksskikkjuni hjá Mikkjali.

Monte St. Michel gjørdist høvuðsmiðstøðin fyri mikkjalsdyrkanini. Og tað er í høvuðsheitum haðan, mikkjalsmessuhaldið er komið til Norðurlond – serstakliga eftir at benediktinarmunkarnir fingu tilhald sítt á Monte St. Michel. Norðureftir við sær høvdu víkingarnir tað eftir ferðir í Normandínum.

Í ár fellur fimtandi sunnudagur eftir trinitatis til mikkjalmessu, 29/9. Og hvat er tá meira hóskandi enn at tríva í ørindi úr frálíka heystsálmi Grundtvigs, sum Robert Joensen meistarliga hevur flutt yvir í føroyskt umhvørvi, »Nú hvítna tindar« (nr. 541 í SFK):

Takk fyri ávøkst, Guð, tú gav
av bøi og av fjalli,
og alt, sum ført varð yvir hav,
og tað, sum er í hjalli.

Takk fyri hetta árið við
og alt á sjógv og landi.
tú yvir vaksin lýs tín frið
og hvønn ein pilt á sandi!

Tey renna skjótt tey stuttu ár,
til heim tú manst mær boða;
og eftir vetur kemur vár
við sól og fjallaroða.

Og einaferð vit fáa boð,
tá síðstu ferð vit anda.
Úr heiminum vit fara so,
hjá tær um ævir standa.

PRÆDIKUTEKSTURIN til komandi sunnudag ‒ tann fimtanda eftir trinitatis ‒ er úr Matteusar evangeliinum, 6, 24-34. Og hann bendir nógv á tað, sum vit við baksi hava stríðst fyri at bera í løðu og í hjall. Men tað var ikki uttan stúran og óvissu, vit fóru undir hesa byrðu – at bjarga okkum útkomuna. Hesari stúran biður Jesus okkum halda uppat við:

Eingin kann tæna tveimum harrum; tí at annaðhvørt vil hann hata annan og elska annan, ella vil hann halda seg aftrat øðrum og vanvirða annan.

Tit kunnu ikki tæna Gudi og mammon, av hesi søk sigi eg tykkum: Stúrið ikki fyri lívi tykkara, hvat tit skulu fáa at eta, og hvat tit skulu fáa at drekka; ei heldur fyri likami tykkara, hvat tit skulu fara í. Er lívið ikki meira enn maturin og likamið meira enn klæðini? Hyggið at himmalsins fuglum; teir sáa ikki, ei heldur teir heysta og bera ei heldur saman í løður, og himmalski faðir tykkara føðir teir; eru tit ikki mikið meira verdir enn teir? Men hvør tykkara kann við at stúra leggja eina alin aftur at ævi síni?

Og hví stúra tit fyri klæðunum? Gevið tykkum far um liljurnar á markini, hvussu tær vaksa; ikki tær arbeiða, ei heldur tær spinna; men eg sigi tykkum, at ikki sjálvur Sálomon í allari dýrd síni var skrýddur eins og ein teirra. Men tá ið nú Gud soleiðis klæðir grasið, sum í dag stendur á markini, men í morgin verður blakað í ovnin, man hann tá ikki mikið meira klæða tykkum, tit fátrúnu? Tí eiga tit ikki at stúra og siga: Hvat skulu vit fáa at eta? ella: Hvat skulu vit fáa at drekka? ella: Hvat skulu vit fáa at lata okkum í? Tí at eftir øllum slíkum søkja heidnir menn; og tí himmalski faðir tykkara veit, at tykkum tarvast alt slíkt. Men søkið fyrst Guds ríki og rættvísi hansara, so skal alt hetta verða givið tykkum umframt. Stúrið tí ikki fyri degnum í morgin; tí at morgindagurin man stúra fyri sínum egna. Hvør dagur hevur nóg mikið í síni egnu plágu.

Aftur her gevur Jesus okkum eina beinrakna mynd og leiðreglu at liva trúarlívið eftir: Himmalsins fuglar og blómurnar á markini. Sum skapningur og vøkstur tykjast hvørki fuglur ella blóma at vera tær stóru fyrimyndirnar hjá einum menniskja at liva eftir. Og tó kunnu tey læra okkum almikið um eitt lív í sannari trúgv.

Undanstøkkingurin í okkum er stúranin. Men hvat er stúran í roynd? Vit kunnu lýsa hetta sálarfyribrigdi sum ein ótta fyri einhvørjum í framtíðini, og sum vit í dagsins løtu ikki halda okkum kunna fáa tamarhald á. Hetta kann standast av tunglyndi, svartskygni og máttloysi. Framtíðin bíðar okkum uttan iva við mongum uppgávum, sum kunnu elva til stúran – alt eftir hvussu vit sjálvi meta um førleika okkara at loysa tær og hvørjum fólkum, vit skulu samstarva við, um tey eru góð ella ring at hava við at gera.

Framtíðar heilsustøða mín er treytað av hvussu lívsstílur mín er í dag. Gangi eg í skúla og fari lætt um heimaarbeiðið, standi eg ikki próvtøkuna. Hetta vita vit. Setningurin skal gerast. Her er ikki talan um stúran, men vælumhugsaða fyrireiking til tað, ið koma skal. Tað ræður um at nýta tíðina við skili, so hon ikki rennur frá okkum í líkasælu og gáloysni.

Óvissuni kunnu vit hinvegin ikki skáka okkum uttan um, hóast allar fyrireikingar og væntanir og vónir. Tá bóndin hevur taðað jørðina er eingin vissa fyri, at grasið veksur og kornið nælur; tað ræður her um veður og vind ta tíðina á árinum, tá øll grøði átti at staðið síð og sevjumikil. Jú, summarið kann eisini lumpa okkum. Og soleiðis er eisini skilið hjá teim, ið fiskimiðini leita. Teir grunnar, ið hava givið gyltan fong, eru brátt tómir og fiskimaðurin má tessvegna troyta aðrar leiðir og kanska vera heppin har.

Og soleiðis er skilið í so mongum lívsins viðurskiftum. Umstøður, ið vit mannabørn onga ávirkan hava á. Veðrið má sær ráða. Av ytri ávum kunnu »illveðursnos« eisini forkoma einum góðum próvtøkuúrsliti ella beina fyri søluni hjá einum vinnurekandi. Sjúkdómur kann nerva tí lesandi og lakur marknaður tí vinnurekandi.

Men er her frammanundan orsøk til stúran. Nei! Tí at her er tað, at fuglurin villi og blóman á ongini læra okkum nakað týdningarmikið, tá vit setast at kúra og stúra: Fellið ikki í fátt, men hyggið at okkum og livið í áliti á, at Gud eisini hugsar um tykkum og gevur tykkum føði og klæði.

Stúranin tekur búgv í okkum, tá vit hýsa Gudi úti úr lívi okkara. Tí sigur Jesus við okkum: »Søkið fyrst Guds ríki.« Hava vit álit á umsorgan Guds, so pakkar stúranin seg eisini burtur.