Skriva út

- Tak tú hatta borðið, og halt gudstænastu fyri okkum

26.08.2021 Tíðindi
Poul Sivar.JPG
- Mær dámar væl at vera deknur, sigur Poul Sivar Olsen, sum her er avmyndaður uttanfyri Svínoyar kirkju.

- Eg dugdi allar tær føstu bønirnar í kirkjuni uttanat, longu tá eg var smádrongur, sigur 66 ára gamli Poul Sivar Olsen, sum er deknur bæði í Svínoy og í Hvannasundi.

SVÍNOY: - Eg dugi ikki rættiliga at siga, hví tað bleiv so. Men okkurt man kortini hava hugtikið meg, ein lítlan smádrong í Svínoy, við tænastuni at vera deknur í eini kirkju. Tað er helst ikki einki um tað, tí eg plagdi at fylgja sera væl við í øllum tí, sum ein deknur gjørdi undir eini gudstænastu, sigur Poul Sivar Olsen.

Í Svínoy er støðan soleiðis, at har er bara gudstænasta, tá prestur vitjar í oynni. Har eru tí ikki so ofta lisin lestur í kirkjuni.

- Men onkutíð lesi eg lestur her, millum annað um páskirnar. Eg meini, prestur kann jú ikki vera her úti til hvørja gudstænastu, greiðir Poul Sivar frá.

Nógv ár eru liðin, síðani heitt var á hann um at gerast deknur í heimbygdini Svínoy, hóast hann tá var fluttur av bygdini.

- Tá eg eri her úti, og eingin annar deknur er, so plagi eg at lesa.

HJÁ DEKNINUM
Vanligt er í kirkjuni, at fólk hava sítt fasta pláss ella sín fasta bonk at sita í, tá gudstænasta er. Soleiðis er eisini í Svínoyar kirkju.

- Eg kann minnast, at tá eg plagdi at fara í kirkju her í Svínoy, so sótu vit í okkara húsi altíð í bonki nummar 4 – tú sær, har yviri. Men eg sjálvur hevði eisini eitt annað nokkso fast pláss, kanst tú siga, og var tað undir liðini á dekninum, greiðir Poul Sivar frá.

Tað var nevniliga ikki altíð, at tað bar til hjá honum at sita í bonki nummar 4. Hetta komst av, at pápi hansara mangan var burtur til fiskiskap, meðan mamman var við hús og passaði telefonstøðina í bygdini. Tí var eingin at fylgja honum í kirkju.

- Har mátti altíð vera onkur at passa tað arbeiðið við telefonini, og tí var ikki altíð eins lætt hjá einum smádrongi sum mær at sleppa í kirkju.

- Men eg var í teirri hepnu støðu, at mammubeiggi mín var deknur her í Svínoy. Og hann gjørdi ikki mætari enn at taka meg við sær, og soleiðis bar tað til, at eg fleiri ferðir kom at sita undir liðini á dekninum. Tað dámdi mær bara væl, sigur Poul Sivar við einum brosi.

Hann ikki bara sat har. Hann lurtaði og fylgdi við, og fekk nógv við!

DUGDI ALLAR BØNIRNAR
Ja, tað bleiv tí hvørki betri ella verri enn so, at Poul Sivar byrjaði at virka sum deknur, áðrenn hann gjørdist veruligur kirkjutænari – í roynd og veru eisini væl áðrenn hann dugdi at lesa og skriva.

- Eg var heilt ungur tá, - kanska ikki stórt meiri enn eini 4-5 ár, greiðir hann frá.

Minnið hevði hann sum fáur, og meðan hann enn var smádrongur, og undir skúlaaldri, hevði hann longu lært seg bønirnar í eini gudstænastu uttanat.

- Ókey, eg dugdi nú ikki allar bønirnar uttanat, - nei langt frá tí. Men allar tær føstu bønirnar dugdi eg at sitera og biðja rætt sum smádrongur – altso inngangsbønina, útgangsbønina og fleiri aðrar, greiðir hann frá.

Eitt var at duga alt hetta uttanat, men lítli Poul Sivar fekk so sanniliga eisini mong høvi at siga fram hesar bønirnar uttanfyri kirkjutíð.

GUDSTÆNASTA Á TELEFONSTØÐINI
Sum longu nevnt høvdu tey í heimi hansara telefonina í bygdini um hendi. Tá var ikki sum nú, at tú við at trýsta á nakrar fáar knøttar kundi tosa við grannan, eitt vinfólk í Kina ella ein í familjuni sum býr í Sumba. Alt telesamskifti av oynni gekk umvegis hesa støð.

Skipanin var hon, at fólk bóðu tey á støðini um at ringja eitt ávíst telefonnummar uttanfyri oynna, og síðani máttu tey bíða til kallið var svarað. Onkutíð gekk hetta skjótt, men til aðrar tíðir munandi seinni

– ofta í fleiri tímar. Og tað var her, at kunnleikin og evnini hjá Poul Sivari at minnast komu til sín rætt.

- Fólk sótu bara og bíðaðu. Har var einki undirhald, eingin fartelefon, einki sjónvarp ella nakað. Tey sótu bara í tolni og bíðaðu eftir, at telefonin skuldi svara í hinum endanum.

- Eg minnist ikki, hvussu tað kom í lag, men eg byrjaði í roynd og veru bara at halda gudstænastu fyri hesum fólkunum, sigur Poul Sivar og brosar við.

ANDAKT Í TELEFONSTØÐINI
Ikki hevði hann nógva útgerð at taka av, men einans eitt lítið borð við trimum beinum. Tað var tann einfaldi prædikustólurin hjá Poul Sivari.

Hóast hann ikki dugdi at lesa, hevði hann altíð bøkur við sær tá hann læs, eins og gjørt verður í kirkjuni.

- Tað var longu tá greitt, at eg mundi fara at gerast deknur í vaksnum árum. Tey hildu fyri, at eg fór heilt víst at gera prestur. Men tað bleiv eg so ikki. Eg fekk møguleikan at gerast deknur, og er tað mín tænasta í kirkjuni í dag.

- Eg hevði líkasum eina andakt fyri øllum teimum, ið bíðaðu eftir telefonboðum. Eg las altíð inngangsbønina, Faðirvár og kanska eina bøn aftrat, áðrenn eg endaði við útgangsbønini.

- Eg haldi, at fólki dámdi hetta væl, tí tað kom ofta fyri, at tey søgdu vinarliga við meg: ”Far nú eftir borðinum, Poul Sivar. Vit vilja fegin lurta eftir tær”. Og eg so gjørdi!

Seinni fekk Poul Sivar áheitan um at gerast deknur í Svínoy, hóast hann tá var fluttur av bygdini.

- Hetta dámar mær bara væl!

(Í eini seinni grein fara vit at tosa við Poul Sivar um tað at velja ein lestur, at lesa ein lestur og hvussu ein fyrireikar seg frammanundan).