Skriva út

Tættir í verki Kierkegaards

09.04.2013 Tíðindi
Tættir í verki Kierkegaards

Danir hátíðarhalda 200 ára dagin fyri føðing heimspekingsins Søren Aabye Kierkegaards. Men ikki bert danir, tí Kierkegaard er so algildur, at grund er til at heiðra minni hans víða um lond. Kierkegaard var føddur 5. mai 1813 og vaks upp í gullaldarinnar Keypmannahavn. Longu á ungum árum varð hann merktur av teirri striksu uppfatanini av kristintrúnni, sum faðirin Michael Petersen Kierkegaard umboðaði. Kierkegaard og bróðirin, gudfrøðingurin P. C. Kierkegaard vóru teir einastu av sjey systkjum, sum livdu faðirin av. Søren Kierkegaard og pápin vóru báðir sannførdir um, at mongu deyðstilburðirnir í ættini vóru revsing Guds. M. P. Kierkegaard var tyngdur av ungdómssynd og segði revsingina vera, at øll børnini skuldi doyggja áðrenn hann sjálvur legði eyguni saman

Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com

Søren Aabye Kierkegaard vaks upp í einum pietistiskum heimi, har faðirin, Michael Petersen Kierkegaard, ullvørukeypmaður, setti hugtøk sum synd og revsing ovarlaga á dagsskránna.

Frá barnsbeini var Kierkegaard merktur av pápa sínum, hansara djúpa pietistiska sinnalagi, tunglyndi og áhaldandi døkkari samvitsku. Sum so mangir protestantiskir pietistar hevði pápin góðan handilssans og var ein av teimum fáu vinnulívsmonnunum, ið slapp snikkaleysur, tá Danmark fór á húsagang í 1813. Men so komu onnur at kenna sviðan ístaðin, og í pengamálum kendi hin gamli Kierkegaard onga miskunn. Í trúarspurningum var hann altíð leitandi og sá revsing Guds og dóm hangandi yvir sær.

Bæði tann grundfesta pietisman og sannføringin um týdningin í iðran og trúarinnar álvarsemi rinu við tankar Søren Kierkegaards, sjálvt um hann sum tilkomin nýtir hugtøkini í øðrum samanhangi. Á ungum árum vóru viðurskifti Kierkegaards dæmd av iva, ið hann sum meira tilkomin megnaði at sameina við kristintrúnna, sum í staðin fyri iva er í andsøgn til úrvóning.

Pietismuna bardi hann av sær og segði hana vera av tí vonda. Ein og hvør tala um at hava funnið sannleikan var burturvið. Andin er fúsur, men holdið er veikt. Tá ið menniskjað talar um tann æviga sannleikan, støkkur tað uppaftur meira undan, tí at altíð er eitthvørt, hon vil dylja.

Andi og tilvera

Hugmyndin um søguna sum eina menningartilgongd var alráðandi í samtíð Kierkegaards. Týski heimspekingurin Georg Wilhelm Friedrich Hegel (1770-1831) var forsprákari fyri hesari menningarheimspeki. Men í sínum rithøvundavirki vendi Kierkegaard hesari læru bakið.

Hugtakið andsmentan var grundleggjandi hjá báðum heimspekingum, men meðan Hegel metti andsmentanina vera tengda at søguligari sannroynd og tilgongd, metti Kierkegaard hana vera tengda at menniskjuni eina.

Ond og tilvera eru tvey óloysiliga samantengd hugtøk hjá Kierkegaard. Andin er í dulvitinum til staðar hjá øllum menniskjum, men kann rakna við og elva til, at menniskjað verður sítt egið og er til ístaðin bert fyri at vera.

Henda veking hevur sambært Kierkegaard við sær, at menniskjað skilir lívið sum eina uppgávu, ið røkkur longri enn bert tað at liva. Í »Hugtakinum angist« (1844) vísir Kierkegaard okkum á, at angist er ein áhaldandi áminning um møguleikar í tilveruni – at vit altíð standa á gáttini framman fyri avbjóðingum og at tað stendur til okkara egna vit og dirvi at halda seg framat.

Søren Kierkegaard møtti á krossgøtum mongum av samtíðar mætu mentamonnum í Danmark, Johan Ludvig Heiberg, H. C. Andersen og N. F. S. Grundtvig. Men hugsjón hansara var oftast í andsøgn til teirra.

Heiberg varð roknaður sum tann mæti mentakongurin, men sum Kierkegaard helt hánt um. H. C. Andersen helt hann ikki heldur nógv um; var máttleysur og flákrutur. Fólksliga tjóðskaparkensla Grundtvigs og kirkja hans, stýrd av kirkjuráðum, vóru í andsøgn til hugsan Kierkegaards um, at sanni kristinboðskapurin er einans vendur móti hinum einstaka.

Andstøða Kierkegaards ímóti sonevndu borgaraligu siðmentanini hevði samband við hugsan hansara um, at hin einstaki skal geva sær far um sínar egnu eginleikar, samsvarandi taka ábyrgd og ikki bara reka við streyminum – soleiðis sum mynd hansara av tilpassaða menniskjanum – spíssborgaranum – lýsir hesi fólkini. Henda myndin lýsir eisini mótstøðu Kierkegaards til eina víðgongda, altumfatandi tjóðskaparkenslu, har hin einstaki verður ruraður í blund í einum ábyrgdarleysum felagsskapi.

Tá sæð verður burtur frá ómakaleysa lívi spíssborgarans ‒ uttan tilveru ‒ er tað sambært Kierkegaard tríggir hættir at liva eftir, sum allir eru lýstir við girnd. Talan er um estetikaran, etikaran og tann religiøsa, hvørs tráan gevur seg til kennar í trimum ymiskum hamum og stevna móti hvør sínum máli: njóting, tí siðiliga og Gudi.

Hesir tríggir eginleikar eru seinni nevndir »lívsstøður«, men kunnu einans metast sum hættir at liva eftir, ið tann einstaki altíð meira og minni kann leggja orku í. Tey bæði fyrstu stigini verða serstakliga lýst í verkinum »Antin – ella« (1843) og øll trý í verkinum »Støður á lívsins vegi« (1845).

Í hørðum víggi

Tann gudrøkni ivast ikki og livir ikki í vónloysi – tí hann trýr. Ein veit ongantíð, um Gud er til, men fyri at trúgva, noyðist ein at leypa út í tað tiltikna 70.000 favna dýpið.

At Gud, sum hoyrir ævinleikanum til, gerst menniskja í tímiliga heiminum sum Jesus Kristus, er ein andsøgn, ið tú ikki kanst royna at skilja, men einans taka við, eisini um ein eins og fyrimyndin, Kristus, noyðist at líða fyri sína trúgv. Trúgvin verður lýst serstakliga í verkinum »Bivan og ótti« (1843) og »Líðing til deyða« (1849).

Kierkegaard vrakaði læruna hjá ríkisskirkjuni (fólkakirkjuni), ið hann nevndi »sunnudagskristindóm«. Hann helt prestarnar einans prædika ta trúgv, sum hóskaði til verðsliga handilslívið hjá spíssborgaranum. Hann gjørdi mun á kristinleika: tann trúgv, sum gudfrøðingar greina (m.a. Grundtvig) og kristindómi: tann sanna trúgvin hjá tí einstaka.

Seinastu árini av ævi sínari var Kierkegaard í hørðum víggi ímóti ríkiskirkjuni – eitt stríð, ið seinni varð nevnt »kirkjustormurin«. Hesi álop gjørdi hann bæði í egna tíðarriti sínum »Eygnabragdinum« og í øðrum tíðarritum.

Hin stóri málsnillingurin

Avrik Kierkegaards kunnu býtast sundur í verk, sum burturav vóru vend ímóti teimum lærdu og uppbyggjandi verk, sum almúgan skilti, m.a. »Uppbyggjandi røður« (1843-44) og »Kærleikans gerningar« (1847).

Við fjølbroyttu ritverkum sínum eydnaðist Kierkegaard at seta sálarfrøðilig, heimspekilig og gudfrøðilig sjónarmið upp ímóti hvørjum øðrum. Sum stílmeistari verður Kierkegaard roknaður sum ein av størstu málsnilligum í donskum bókmentum.

Dentur Kierkegaards á hin einstaka – sjálvi at smíða sær eydnuna góða og ikki allar dagar at fjakka sum ein eltibløðra, har fyri er slóðað – ávirkaði sum fráleið heimspekina í Europa; ikki so lítið ta eksistensialismu, sum franski heimspekingurin Jean-Paul Sartre (1905-1980) umboðaði miðskeiðis í 20. øld.

Søren Kierkegaard andaðist einans 42 ára gamal 11. november 1855.

Afturljóð í Føroyum

Tá talan er um uppgerð við vanatrúgv – »sunnudagstrúgv« – fær Søren Kierkegaard afturljóð í Føroyum. Í talu og skrift Victor Danielsens (1894-1961), sum mangan hvassliga leggur eftir teimum, ið nýta trúnna sum kodda og í líkasælu lata seg rura í svøvn. Tað, sum onkur hevur kallað »andliga dúradeyðan«.

Ólavur Rasmussen, cand. theol, umrøður júst hetta árinið í bók sínari um Søren Kierkegaard, »Antin – ella« (forlagið Eygnabragdið 2005): »Tá ið Victor Danielsen fór undir sína herferð ímóti føroysku fólkakirkjuni, var tað við kjølfesti í kirkjustríðnum hjá Kierkegaard. Hóast Victor fór sínar egnu leiðir í spurninginum um barnadópin og brøðrasamkomuna, so var tað í høvuðsheitum fullkomiligt samsvar millum kirkjustríðið hjá Victori og kirkjustríðið hjá Kierkegaard. Kritikkgrundarlagið var í báðum førum tað sama: kirkjan hevði villleitt fólkið so nógv, at ongar óskalaðar restir vóru eftir …«

Victor var onga løtu í iva um, at Kierkegaard var útbrótarin, sum vildi vaska kristintrúnna reina: »Tað er heldur einki at ivast í, at Victor var sannførdur um, at Kierkegaard vildi hava henda reina kristindómin at gera seg galdandi í eini veruligari Guds ríkis samkomu her á jørð. Ikki løgið, at Victor hugsaði soleiðis, tí at Kierkegaard byrjaði sítt kirkjustríð við at staðfesta, at kirkjan hevði dripið allan nýggjatestamentaligan kristindóm; ein tanki, sum Victor ferð eftir ferð vendi aftur til í uppgerðini við føroyskan kirkjukristindóm,« sigur Ólavur Rasmussen.

Men eitt er at nýta eitt hugtak – í hesum føri tann nýggjatestamentaliga kristindómin – eitt annað er, hvat ið ein leggur í hugtakið. Og eitt er kirkjan, eitt heilt annað er trúarspurningurin – tann kristna áskoðanin.

»Við atliti til høvuðsverkini hjá Kierkegaard er ið hvussu er púra greitt: Victor Danielsen umboðar ein kristindóm, sum Kierkegaard nýtir alt sítt vaksna lív at ávara um. Tá ið Victor skal gera grein fyri nýggjatestamentligum kristindómi, er eingin ivi í hansara sál: tað snýr seg um persónliga frelsu, sum er treytað av, at ein játtar sína persónligu trúgv á Jesus Kristus. Hjá Kierkegaard er heldur eingin ivi: alt tos um persónliga trúgv og persónliga frelsu er fáfongd og feigð. Tað avgerandi í Nýggja Testamenti er, at Gud gjørdist menniskja, tí at menniskjan megnar ikki at taka ímóti sær sjálvari,« sigur Ólavur Rasmussen.

Øvut er sostatt eisini galdandi, at sambært Nýggja Testamenti er eingin trupulleiki at taka ímóti Gudi, tí at óteljandi dømi eru um bíbilskar persónar, sum beinleiðis breggja sær av, at teir hava ógvuliga persónlig viðurskifti við Gud; t.d. tann lógkøni, sum í halgidóminum takkaði fyri, at hann ikki var sum tollarin, ið stóð beint undir liðini á sær.

Kierkegaard vísir á, at tey, sum í NT breggja sær av gudrøkni, seta onnur uttanfyri, og sostatt seta seg sjálvi uttanfyri, tí at tey ikki hava skilt, at ein avgrund er á muni millum Gud og menniskjuna. Øvut vísir hann eisini á, at tey, sum í NT takksom taka ímóti lívinum av nýggjum – t.e. taka ímóti sær sjálvum – verða sett uttanfyri av teimum, sum rósa sær av gudstrúnni.

Mynd

Bronsustandmynd av Søren Kierkegaard í garði Kongliga Bókasavnsins í Keypmannahavn. Eitt hóskandi stað at seta minnismerki yvir ein uttanlendis mest kendu dønum. Rithøvundin og heimspekingin, sum livdi frá 1813 til 1855. Danski myndahøggarin Louis Hasselriis (1844-1912) evnaði standmyndina