Skriva út
Tær bundu um dagin – men bundu frið á kvøldi
26.04.2018 Tíðindi
FUGLAFJØRÐUR: Seinastu árini hevur Fuglafjørður verður karmur um ein heldur øðrvísi festival – nevniliga ein serligan festival, har binding er á skránni.
Vit kenna nógvar av teimum stóru festivalunum kring oyggjarnar – Summfestivalin, G!-festivalin og aðrir. Felags fyri hesar er, at tónleikurin er høvuðspunkt á skránni hesar dagarnar.
Tað eru tó ikki øll, sum fara til slík tónleikatiltøk, men velja heldur eina uppliving, ið víkir nógv frá hesum.
Fyri nøkrum árum síðani settu nakrar kvinnur seg saman við tí fyri eyga at skipa ein bindifestival í Fuglafirði. Og sigast má, at hesin festivalurin, sum var hildin í farnu viku, eisini hevur fingið góða móttøku bæði her á landi og út útheimi øll árini.
Tað nógva á skránni var sjálvandi binding. Men allar hesar mongu kvinnurnar dugdu eisini at binda frið eina løtu, tá Aftankvirra var á skránni í Fuglafjarðar kirkju.
AT SITA Í KVIRRU
Ársins Bindifestivalur byrjaði hósmorgunin 19. apríl, og tað var altso hetta kvøldið at Aftankvirra var hildin í kirkjuni.
Hóast tiltakið var partur av festivalskránni var kortini høvið hjá almenninginum at koma í kirkjuna hetta kvøldið kl. 21:30, tá dyrnar vóru lætnar upp.
Klokkan 22 byrjaði sjálv Aftankvirran. Tá hevði fólkið havt góðan møguleika at sita í kvirru og lýða á, meðan urguleikarin spældi stillan tónleik.
Sum myndirnar vísa var dempað ljós inni í kirkjuni. Har frammi móti kórinum var eitt borð sett upp við einum livandi ljósi og eini kurv við bikarljósum.
Hesa løtuna vóru tað mong, sum nýttu høvið at fara fram at tendra eitt ljós og síðani seta tað á borðið.
SÁLIN VAR METTAÐ
Klokkan 22 ringdi saman til Aftankvirruna, sum presturin, Marjun Lómaklett stóð fyri.
Hon las nøkur skriftstøð um bøn, tosaði eitt sindur um tað og heitti á meinigheitina at gera so við. Heðin Kambsdal spældi upp á orgul, og vóru tveir sálmar úr ískoytinum til sálmabókina sungnir.
Tey bæði, Heðin og Monika Stauss Joensen, sum spældi upp á violin, spældu eisini eitt ella tvey stykkir saman.
Aftankvirran skuldi ikki dragast út, tí longu hálvan tíma seinni var alt liðugt og biðisløgini ljóðaðu.
- Eftir ein læruríkan dag við fyrilestrum, verkstovum og nógvum nýggjum fólkum, var tað gott at fáa hesa løtuna eisini. Høvd og hendur vóru á tremur, og sálin bleiv mettað.
- Hetta var ein friðarlig, gevandi og vælsignað løta, sigur ein av kvinnunum, sum var við til Aftankvirruna í Fuglafjarðar kirkju.
Fleiri myndir:
Orð: Snorri Brend
Mynd: Bindifestivalurin 2018
Onnur tíðindi