Skriva út
Tænir nakar mær, fylgi hann mær eftir
18.06.2015 Tíðindi
Túsund ár eru liðin síðan Ólavur kongur heilagi fór undir kristniboðsgerning sín í Noregi. Ein gerningur, ið leiddi til orrustuna á Stiklastøðum í 1030, har kongur fall. Ein dagur, sum vit minnast á ólavsøku. Hesin dagur átti tessvegna í ár at verið knýttur til byrjanina fimtan ár frammanundan
Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com
Ólavur tann heilagi,
Noregi hann átti;
alt tað fólk hann kristnaði,
sum honum søma mátti.
— Gudbrands kvæði
Sjóvarbóndin Jens Christian Djurhuus (1773-1853), ið yrkti »Ormin Langa«, átti ein son, sum æt Jens Hendrik Djurhuus (1799-1892). Hann tók við festinum við Sjógv í Kollafirði eftir faðirin og yrkti eins og hann kvæði burtur úr gomlum søgum. Eitt av kvæðunum er »Gudbrands kvæði«, yrkt burtur úr Søgu Ólavs Halga í Heimskringlu Snorra Sturlusonar.
Yrkjarin leiðir okkum í kvæði sínum í Gudbrandsdalin í Noregi, har Gudbrandur er høvdingi – hann er heiðin maður. Ólavur Heilagi hevur sett sær fyri at kristna alt Noregi og sendi Gudbrandi boð um at lata seg kristna, ella verður bardagi burturúr. Gudbrandur gamli sendir sonin Gudbrand Gudbrandsson á fund við Ólav kong, har hann tekur við kristnari trúgv. Og tá hann kemur heimaftur, biður hann faðirin gera tað sama, men tað vil gamli Gudbrandur ikki. Ilt verður millum faðir og son, og Gudbrandur gamli letur kong kalla inn á Dalating. Hann ætlar at bera skurðmynd av Tóri gudi á ting og roknar við, at kongur tá verður við undirlutan.
Men so varð ikki. Kongur lesur upp kristna læru á tinginum, biður menn taka við hesi nýggju trúnni, og tá myndin av Tóri gudi verður borin inn, smildrar ein av kongsins monnum hana við eini sleggju; rottur og ljótir ormar tysja tá út úr gudamyndini. Í somu løtu sigur kongur við Gudbrand:
Vilt tú skoða sannan Gud,
skoða tá hans verki!
Lít tær móti eystri upp,
har kemur hans tænari sterki.
Sólin rísur tá í sínum ljóma, og tá hevur kongur vunnið á Gudbrandi, sum at enda sigur:
Kongur, eg skal trúgva tær
og taka við Gudi eina:
Doyp tú meg í Harrans navn
við mínar menn og sveinar.
Ólavur tekur við kongsvaldi
Í fjør var í Noregi, Bretlandi og Fraklandi hátíðarhildin túsund ára dagurin fyri kristnu skírn Ólavs Haraldssonar í Rúðuborg (Rouen) í Normannia í Fraklandi 1014. Komin heimaftur til Noregs úr víking, fór hann árið eftir skírnina undir kristniboðsgerning sín í Noregi, og eru í ár so statt liðin túsund ár síðan tað hendi.
Ólavsøka okkara er upprunaliga ein kirkjuhátíð, hildin til minnis um fall Ólavs kongs á Stiklastøðum 29. juli 1030. Hesin dagur átti í ár at havt ein serstakan dám, um vit knýta hendingina á Stiklastøðum við setningin fimtan ár frammanundan, 1015, tá kongur setti sær fyri at kristna fólkið í Noregi.
Ólavur Haraldsson – sonur Harald Grenska, ið segði seg vera langabbason Haralds Hárfagra – fór ungur í víking. Til Onglands, Spania og Fraklands. Harðrendur var hann sum fáur og vann sær mikið gull og fæ.
Í Normannia var fólkið av norrønari rót, og har helt Ólavur til hjá Rikarði II hertoga, ið var kristin maður og hollur kleystrinum Cluny, ein háborgin hjá kristnari siðmentan tá á døgum. Ólavur tók tá við kristnari trúgv og erkibiskupurin í Rúðuborg doypti hann.
Eftir skírnina ætlaði Ólavur sær á pílagrímsferð til Jorsala, men eina náttina barst maður fyri honum í dreymi og segði við hann: »Far heim aftur til Noregs, til kongsstól tín, tí tú skal vera kongur í Noregi allar ævir.«
Síðan Ólavur Trygvason var fallin í orrustuni við Svøldur ár 1000, hevði Noreg verið býtt sundur millum Svøríki, Danmark og teir báðar jallarnar Eirik og Svein, ið synir vóru Hákun jall á Løðum.
Á sumri 1015 helt Ólavur leiðina til Noregs við tveimum handilsskipum, mannað við stórthundrað monnum; og haraftrat hevði hann við á ferðini tveir biskupar, Rudólv úr Rúðuborg og Grímkil úr Onglandi – báðir av norskari rót. Ætlanin var at halda leiðina í Víkina (úr Skagerak og inn í Oslofjørð), men ættin var ikki til vildar og vindurin tók skipini so nógv undan, at Ólavur fekk ikki landkenning fyrr enn av oynni Selju í Norðfirði á Vesturlandinum. Hann mundi vita, at Ólavur Trygvason á oynni hevði bygt kirkju, vígd halgu Sunnivu.
Ólavur hevði ikki meira enn stigið fótin á land, tá hann hittir Hákun jall, yngra, ið sonur var Eirik jall. Men Hákun var noyddur at rýma av landinum. Ólavur helt so leiðina suður í Víkina, og skjótt hildu Sveinur jallur og Einar Tambarskelvi við sínum tróndum suðureftir og fingu Ólav aftur suðuri við Nesjar, har teir brustu saman. Ólavur vann og Sveinur fall. Einar rýmdi til Svøríkis.
So varð Ólavur kosin sum Noregs kongur.
Flýggjar undan Knúti mæta
So skjótt Ólavur hevði reist Noregs kongsstól aftur og fingið skil á viðurskiftunum í landinum – harðrent, men rættvíst, sigur søgan – fór hann saman við Grímkili biskupi at skipa kirkjuna. Fyrst í kristinrættinum, sum teir lótu kunngera á Mostratingi í 1024, og sum síðan varð samtyktur á Gulatingi – sum kristindómsbólkurin í Gulatingslógini.
Heidnir av norrøna manna ætt,
hildarmenn harðir í víggi,
hoyrdu av Sigmundi vitni satt,
fingu frá Ólavi kristnan rætt,
vandust í biskupa býggi –
sigur Gudmund Bruun í sálminum »Fedranna kirkja í Føroya tjóð«, ið er »fjálgasta friðskjól á foldum«. Umyrking eftir svenska sálmaskaldið, biskupin J. A. Eklund: »Fädernas kyrka i Sveriges land, kärast bland samfund på jorden«.
Ætlan Ólavs og Grímkils var, at Noregs kirkja skuldi gera sáttmála við angulsaksisku kirkjuna í Onglandi, sum rímiligt hevði verið, men har sat tá Knútur danakongur mæti. Ólavur sendi tí Grímkil til Bremens at gera sáttmála við erkastólin har.
Tryggan kendi Ólavur seg ikki í Noregs kongsstóli, tí ikki vóru teir stórmenninir fáir, ið Knútur mæti hevði fingið í part við sær fyri gull; teirra millum Tór hund og Erling Skjálgsson úr Solu (norðarlaga á Jaðri).
Í 1027 helt Ólavur leiðina vestureftir, úr Víkini, og stevndi síðan norður til Tróndheims. Úr Boknvíkini legði Erlingur Skjálgsson eftir honum, men skjótt var skip hansara ruddað. Ólavur beyð honum grið, men ein av monnum Ólavs gav honum banahøgg. Tá rópti Ólavur: »Nú høgdi tú Noreg av mínari hond.« Hetta var á Tummasarmessu (21. des.) 1027.
Knútur mæti bar skjótt at, tá hann frætti hesi tíðindi. Longu móti vári 1028 hevði hann mannað so stóran skipaflota, sum ongantíð áður hevði lagt leiðina móti Noregi. Og tá ið norskur skipafloti var á veg úr Tróndheimi móti Knúti, var bert eittans hjá Ólavi at gera – at hopa undan. Um háls og herðar helt hann leiðina í Gudbrandsdalin og haðani upp um fjøll til Svøríkis á veg til Garðaríkis til svágin Jaroslav.
Í Gotlandssøgu stendur, at Ólavur legði inn í Akurhavn. Tá fór Omrikra og við honum mangir mætir menn til Ólav og tóku við kristnari trúgv. Á staðnum bygdu teir bønhús, har Akursgarðs kirkja stendur.
Á Oyrartingi varð tá givin Knúti hilniseiður sum kongur. Hann setti Hákun Eiriksson sum jall, men fór sjálvur aftur til Onglands.
Orrustan á Stiklastøðum
Noreg var í trongstøðu. Hákun jallur gekk burtur á ferð til Onglands. Bjørn stallari, ið hevði stuðlað Knúti kongi og fingið mikið fæ frá honum, hálsaði um og fór til Garðaríkis at hitta Ólav og siga honum frá skilinum í Noregi.
Bjørn bað Ólav um fyrigeving fyri gerðir sínar og vildi hava hann heim aftur til Noregs. Á vegnum heimaftur vilja menn vera við, at Ólavur legði at í Álandi og kristnaði fólkið har. Kirkja varð bygd á staðnum í Jomala, og hon stendur enn sum Ólavs kirkja. – Eisini sviakongur ræddist Knút kong mæta og lovaði tí eisini Ólavi hjálp.
Henda ferð Ólavs heimaftur kennist sum ásnareið Jesusar inn í Jerusalem, har Golgata og krossurin bíðaðu honum. Ólavi bíðaði Stiklastaður og banahøgg.
Snorri Sturluson sigur í Ólavs søgu í Heimskringlu gjølla frá orrustini á Stiklastøðum. Landsins mætastu menn og bøndur fóru heimanífrá. Summir við og summir ímóti Ólavi. Løgið, at bøndurnir yvirhøvur vóru ímóti, men teir hava helst verið stuðlaðir av stórmonnum, ið vóru Knúti kongi trúgvir.
Harður var bardagin á Stiklastøðum 29. juli 1030. Sum dagurin leið fór at tynnast um merkisstongina hjá Ólavi kongi. Høgg í knæið fekk kongur, og Tórur hundur legði til hansara við spjótinum og rendi tað upp undir brynjuna og so eitt høgg í hálsin.
Undarligar frásagnir um jartekin spurdust víða um lond. Tá ið bardagin var av, fór Tórur hundur fram at blóðválkaða líkinum. Tá hann legði líkið til rættis, drap blóð niður á eitt sár, hann hevði fingið, og tað varð grøtt í stundini. Ein annar kámskygdur fekk sjónina aftur, tá ið hann hevði narrað eyguni við blóði, hann hevði fingið á fingrarnar.
Bóndin á Stiklastøðum jarðaði líkið.
Ævigi kongur Noregs
Tey ymsu jartekin við grøv Ólavs og undur høvdu við sær, at líkið varð grivið uppaftur stutt eftir orrustuna á Stiklastøðum. Rot kendist einki og kinnarnar vóru reyðar sum á livandi fólki.
Á einum stórum fundi í Niðarósa 3. august 1031 stóðu teir Grímkil biskupur og Einar Tambarskevi uppi yvir líkinum og lýstu Ólav halgan mann at vera. Og fólkið tók undir. Líkið var tá latið í silki og lagt í silvurskrín og sett á háaltarið í Klæmintskirkjuni í Niðarósa. Magnus, sonur Ólavs, skipaði fyri skrínleggingini.
Ein søga úr Wales frá tíðini fyri 1100 vil vera við, at tað vóru sjófarar úr Noregi, sum bóru navn Ólavs út um lond sum gudsmannin mæta. Í havsneyð ákallaðu teir Ólav sum teir fyrr høvdu ákallað Tór.
Tórarinn skald Lovtunga sigur í kvæði frá 1032 við Svein kong, ið var sonur Knút mæta: »Bið Ólav kong, sum er gudsmaður, at unna tær land sítt. Hann fær sjálvur hjá Gudi gott ár og frið fyri allar menn.«
Árið eftir, í 1033, góvu tingini í Noregi og í skattlondunum góðkenning sína til dóm Grímkils at lýsa Ólav kong sum halgan mann, sum skrivað stendur: »Þat var í lög tekit at halda heilagt um allan Noreg ártíð Ólafs konungs var sá dagr þegar þar svá haldin sen enar hæstu hátíðir 29. juli« ‒ ólavsmessa fyrra, og síðara 3. august.
Í deyðanum framdi Ólavur kongur kristinverkið. Noregs kirkja er Ólavs kirkja. Noregs gamla lóg er Ólavs lóg og Noregs kongsstólur er Ólavs sum »Rex perpetuus Norvegiae« ‒ »ævigi kongur Noregs«.
Ólavsmessan (ólavsøkan) hevur verið hildin Ólavi til minnis í Noregs londum, men glæsiligast varð hon hildin í Niðarósa, í sjálvari dómkirkjuni.
Á hvørjari ólavsøku fóru fólk úr øllum Noregs londum til Niðarósa – og úr øðrum londum við – at fáa sálarbót ella heilsubót og at halda hesa størstu høgtíðina í Noregs londum.
Fyrst var tað ólavsvøkan ólavsøkunátt. Náttin var skift í fýra øktir, hvør við bønarhaldi, sangi, upplestri um lív Ólavs og verk. Ólavsøkumorgun var ólavsmessa. Kirkjan full út at ytstu gátt. Ein heilag tøgn fylti húsið, men tá ið erkibiskupurin helt breyðinum upp frá háaltarinum, legðist alt fólkið á knæ.
Tá ólavsmessan varð sungin frá háaltarinum kom skrúðgongan. Innan úr kórinum komu allir kirkjumenninir út eftir kirkjugólvinum við kertum, krossum, kalikum o.tl. Aftaná var bóru seksti mans halgiskrín Ólavs. Fólkið tyrptist framat at leggja offur og fáa signing Ólavs.
»... higar dró oyggjalands fjøld«
Tórshavn, tú Føroyalands
miðstøða var,
tingstaður øld eftir øld.
Ólavs kongs minni í 900 ár
higar dró oyggjalands fjøld.
Tróndar og Sigmundar lúðrar og vápn
brutu her eldgamlan sið,
Ellindur lýsti á Tinganes hátt
tingsins og kirkjunnar frið –
yrkir Poul F. Joensen. Sangurin »Tórshavn, tú Føroya landsmiðstøða var« varð yrktur til kapping um ein havnarsang, ið blaðið 14. September skipaði fyri í 1952.
Ólavs minni hevur verið hildið í mongum londum út um Noregs lond. Enn í dag eru kirkjur, ið bera navn hansara, t.d. í Føroyum, Danmark, Finnlandi, Svøríki, Onglandi og í londum í Miðeystri.
Sviar rindaðu í mong ár avgjald til kirkjuna í Niðarósa, nevnt »ólavsskot«, tveir triðingar til Niðarósa og ein triðingur til Halvarð í Oslo, skyldmann Ólavs, ið eins og hann var lýstur halgimenni.
Í Onglandi vóru í miðøld ikki færri enn seytjan ólavskirkjur. Sjey teirra standa enn og hava verið nýttar sum sóknarkirkjur; ein teirra er Ólavskirkjan í London.
Soleiðis varð ólavsminni hildið heilagt í mong ár, men við siðaskiftinum fyri 1540 broyttist alt. Tá kámaðist burtur Ólavs minni, og ikki varð farið fram við eirindum. Dómkirkjan í Niðarósa varð ruddað, kirkjumyndirnar brendar, gull og silvur fyribeint. Sama veg fór eisini halga skrín Ólavs kongs.
Bann varð sett at halda ólavsøku í Niðarósa, men minni hansara livdi tó í fólkinum. Og til Føroya røkk ikki bann kongsins at halda ólavsøku. Ein siður varðveittur og endurnýggjaður hvønn ólavsøkudag frá altarinum í Havnar Kirkju.
Hvussu ólavsøkan varð hildin av fyrstan tíð her á landi, veit eingin við vissu at siga, men eins og í grannalondunum hava prestarnir ivaleyst sungið ólavsmessuna, tá ið tingið í sólarrenningi varð sett á Tinganesi eftir vøkunáttina har úti.
Tá ið Sigurð kongur jorsalafari í 1105 hevði reist bispastólin í Kirkjubø, varð stutt eftir Ólavskirkjan bygd har. 900 ára vígsludagur Ólavkirkjunnar í Kirkjubø varð hildin á hvítusunnu 2011.
Ein áminning um at tæna
Tó at søguligt sanngildi er, at Ólavur Heilagi var ein bardagakallur, so eigur dentur at vera lagdur á, at hann var maður, ið kristni boðskapurin hevði rinið við, og sum í eini harðari broytingartíð royndi at gera eftir orðum og boðum Guds. Hann skilti orð Jesu: »Tænir nakar mær, fylgi hann mær eftir« (Jóhs. 12,26).
Hetta var ein av orsøkunum til, at Ólavur kongur læt lív á Stiklastøðum. Og »Stiklastaðar vápnabrestur / slongdist yvir havið vestur«. Føroyingar gjørdust eitt kristið fólk, og ólavsøkan gjørdist ein táttur í søgu Føroya fólks og Føroya kirkju.
Men at tann kirkjuligi og kristni boðskapurin ikki hevur so nógv at týða hjá okkum í dag heldur enn hjá øðrum fólkum, er einki at taka seg aftur í. Og í øllum hurlivasanum á ólavsøku er tað ikki so lætt at hoyra henda boðskap heldur. Kortini hoyrist hann – sum ein undirtóni, eitt niðurlag á ólavsøku. Stundum hvøllur, stundum makur. Kirkjan dettur viðhvørt heilt burturímillum, og tá hoyrast teir ymisku trúarbólkarnir, sum hvør í sínum lagi hava sama boðskapin at bera.
Tá ið samanum kemur, vil fólkið ikki vera av við henda boðskapin. Vil ikki gloyma, at hesin tjóðardagur hevur ein kristnan uppruna. Og enn fara landsins kosnu fólk – politikarar og embætisfólk – og prestar í skrúðgongu í kirkju áðrenn tingið verður sett. Aldargamla sakrala grundin undir tinghaldinum er enn ikki sokkin undan.
Ein av tekstunum, sum prædikað verður eftir í kirkjuni ólavsøkudag, er júst tann, ið her frammanundan er nevndur: »Tænir nakar mær, fylgi hann mær eftir«. Tað er hetta orðið í Jóhannesar evangeliinum – at »tæna« – ið boðast skal landsstýri, tingfólkum og embætisfólkum.
Tiltikin er ólavsøkuprædika K. O. Viderøs fyrst í 1950-árunum, har hann treiv í ørindi í Fuglakvæði Nólsoyar Páls sum eina ávaring um hugburðin »vertin á, hvat annar fær, / eg skal nøra at mær«. Hesar landsins kosnu nevndi Viderø stavnamenn og bað teir ikki standa sum skinklandi rossleypar, men vera stinnar í tænastu síni.
Ein og hvør, sum fer í holt við politikk, at stýra ella fær embæti litið upp í hendur, eigur at leggja sær í geyma skylduna at tæna. At tæna fólkinum. Ikki at tæna sær sjálvum og ráða fyri egna skuld og vinna egnan frama.
Honum, ið mikið er givið, skal vera mikið kravt. At vera trúgvur og hollur í verki og at nýta alla megi og alla tíð at elva hitt góða og sanna, tað er skylda teirra, ið fingið hava álit fólksins.
Onnur tíðindi