Skriva út

Tænastuboð

29.06.2017 Tíðindi
Tænastuboð

við atliti at signing av borgarliga stovnaðum

hjúnalagi á føroyskum máli

 

 

Løgtingslóg nr. 90 frá 6. juni 2017 um broyting í “anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om ægteskabs indgåelse og opløsning” kemur í gildi 1. juli 2017.

 

§ 14, stk. 2 sigur: “Hjún í borgarliga stovnaðum hjúnalagi kunnu, í tann mun fólkakirkjan hevur løggild ritual til tess, lata sóknarprest signa hjúnalagið. Landsstýrismaðurin ásetur greiniligari reglur um hetta.”

 

Við atliti at lógarbroytingini / nýggju lógini um hjúnalag er at siga:

 

1)      Fólkakirkjan hevur einki løggildað ritual á føroyskum, ið vit kunnu nýta við atliti at signing av borgarliga giftum hinskyndum pørum.

2)      Fólkakirkjan hevur einki løggildað ritual, ið vit kunnu nýta vit atliti at signing av borgarliga giftum samkyndum pørum.

3)      Fólkakirkjan hevur eitt danskt ritual á donskum máli, ið er løggildað við atliti at signing av borgarliga giftum hinskyndum pørum.

 

Tænastuboðini eru grundað á omanfyri nevnda veruleika, at fólkakirkjan ikki hevur nakað ritual á føroyskum til signing av borgarliga stovnaðum hjúnalagi. Harafturat er løtan eitt gylt høvi at fáa viðurskifti í rættlag, ið ongantíð formliga eru skipað á føroyskum í fólkakirkjuni.

 

Tænastuboðini steðga siðvenjuni, ið sóknarprestar hava nýtt í fleiri ár, at borgarliga gift hinskynd pør eru signað á føroyskum við rituali, ið ikki er løggildað.

 

Fyrisitingarliga eru tænastuboðini grundað á tann veruleika, at hjúnalagið løgfrøðiliga hevur fingið nýggja greining og fevnir giftu av hinskyndum og giftu av samkyndum.

 

Gamla kirkjuliga fatanin av hjúnalagnum var grundfest í bíbilsku skapanarsøguni og tí hugmyndafrøði, ið gjørdist frymil fyri fatanini í kirkju og samfelag. Málsliga orðingin, at hjúnalagið “er løgfest samband millum mann og kvinnu”, staðfestir ta siðvenju og fatan, ið hevur verið ráðandi í øldir.

 

Fólkakirkjan virkar í samfelagnum og eigur fyrisitingarliga at virka út frá tí løgfrøði, ið Føroya løgting ásetir í lógum og regluverki. Fólkakirkjan skal samstundis sum kirkja grunda sínar avgerðir við støði í Skriftini. Fyrisitingarligar leiðreglur eru t.d. Bíblian og § 266b.

 

Nýggja løgfrøðiliga greiningin av hjúnalagnum staðfestir, at eitt hjúnalag er løgfest samband millum:

 

1)      mann og kvinnu

2)      kvinnu og kvinnu

3)      mann og mann.

Í allari kirkjunnar fyrisiting metir biskupur tað óhóskandi at diskriminera. Í ávísum førum er tað beinleiðis ólógligt at diskriminera. Fólkakirkjan skal virða øll menniskju uttan mun til trúgv, lívsfatan, kyn, upphav og húðarlit.

 

Fólkakirkjan skal taka sær stundir at viðgera broyttu fatanina av hjúnalagnum, ið løgfrøðiliga er galdandi við tí nýggju lógini um hjúnalag, ið endaliga er staðfest á sumri 2017.

 

Biskupur tekur neyðug stig til at tryggja, at fólkakirkjan ikki fremur ta skaðagerð móti limum fólkakirkjunnar, at vit við lógini í hondini gera okkum sek í diskriminatión.

 

Tess vegna steðgar siðvenjan at signa borgarliga gift hinskynd pør á føroyskum við ritualum, ið ikki eru løggildað. Tænastuboðini eru galdandi alla ta tíð, inntil onnur boð verða givin.

 

Tænastuboðini ljóða soleiðis:

Sóknarprestunum / prestunum verður ikki heimilað at signa hjún í borgarliga stovnaðum hjúnalagi á føroyskum máli. Tænastuboðini eru galdandi bæði við atliti at borgarligari giftu av hinskyndum og borgarligari giftu av samkyndum.

 

 

Tórshavn 28. juni 2017

 

Jógvan Fríðriksson, biskupur