Skriva út

Tað góða lagið skapti tann góða sálmin

28.12.2022 Tíðindi
Jolagudstanasta Domkirkjan

Nógvir sálmar og sangir høvdu neyvan verið fólkaogn, um tað ikki var fyri tað góða lagið. Ein teirra er mest sungni sálmurin í føroysku kirkjunum – Gleðilig jól.

Jólasálmar – seinni partur: Vit vistu tað øll, og fingu tað staðfest enn einaferð nú á jólum: Ein ávísan sálm sleppa vit ikki undan at syngja saman í kirkjuni.
Talan er sjálvsagt um kenda jólasálmin ”Gleðilig jól”, hvørs føroyski tekstur var skrivaður  av Fríðrikki Petersen í 1891.

Hesin sálmurin er síðani vorðin fólkaogn, og bæði børn og vaksin flest kunnu syngja øll trý ørindini, uttan at neyðugt er at hyggja í bók.

Ein kanning, sum urguleikarin Leif Hansen í Nólsoy gjørdi í 2017 og 2018 vísti eisini greitt, at hesin sálmurin verður sungin omanfyri 100 ferðir í kirkjunum kring oyggjarnar á jólum.
Hann vísir á, at hjá nógvum eru jólini ein røð av traditiónum og ritualum, sum helst ikki skula broytast ov nógv frá ári til ár. Hetta sama ger seg galdandi við sálmasanginum um jólini.

- Hjá føroyingum er “Gleðilig jól” nógv tann mest sungni sálmurin á jólum. Hóast teksturin er upprunaføroyskur, so er eingin ivi um, at lagið “Stille Nacht” hjá Franz Gruber, sum hann skrivað sjálvan jólaaftan í 1818, er blivið sjálv ímyndin av einari jólagudstænastu.

- Soleiðis er tað her á landi, og soleiðis er tað eisini kring alt Evropa, vísir Leif á.
Kanning hansara er frá 2017 og í 2018, og byggir á skrásettar sálmar í so ymiskum bygdum og kirkjum sum á Viðareiði, Kunoy, Christianskirkjuni, Fuglafirði, Leirvík, Gøtu, Fríðrikskirkjuni, Glyvrar, Rituvík, Skála, Eiði, Norðskála, Hvalvík, Kvívík, Vestmanna, Miðvágur, Sandavágur, Havnar kirkju, Nólsoy, Vesturkirkjuni, Argir, Hoyvík, Hvalba, Tvøroyri og Vágur.

Ymisk løg
Í fyrru greinini um teir føroysku jólasálmarnar, sum stóð her á heimasíðuni 19. desember, og hvussu ofta teir verða sungnir í føroysku kirkjunum, komu vit fram til nøkur áhugaverd hagtøl.

Kanningin hjá Leif Hansen vísti greitt, at sálmurin ”Gleðilig jól” var hann, ið var oftast sungin. Hesin veruleiki man neyvan koma dátt á nakran.
Meðan hesin jólasálmurin var sungin so ofta sum 102 ferðir í kirkjunum kring oyggjarnar, var hin kendi og væl dámdi jólasálmurin ”Føgur er foldin” sungin 53 ferðir í somu kirkjum, sum kanningin fevndi um.

Í alt hevði Leif gjørt ein lista við 15 teimum best umtóktu sálmunum. Tað sum tó er serstakt og áhugavert í hesum sambandi er, at sjey teirra eru upprunaliga skrivaðir á føroyskum.
Líka so áhugavert er at nevna, at einans tveir av hesum 15 sálmunum verða sungnir við tí upprunaliga føroyska lagnum.

Víst verður sum dømi á sálmin nummar 114 “Eg gleðist so hvørt jólakvøld”, sum kann vera sungin við tveimum ymiskum løgum, millum annað tí hjá tónaskaldinum Hans Jacob Højgaard.
- Men eg meti tó, at norska lagið er tað mest brúkta í føroysku kirkjunum, staðfestir Leif Hansen.
Hinvegin verða 15 av teimum 39 jólasálmunum í sálmabókini ikki sungnir so ofta, í roynd og veru millum 0 og fimm ferðir.

Væl kendir
Sum urguleikari og kórleiðari hevur Leif sjálvandi góða vitan um innihaldið í jólasálmunum, men ikki minst, hvat lag ið teir verða sungnir við.
- Summir jólasálmar verða sungnir við sama lagi, og tað ger, at teir ikki verða sungnir so ofta, sum teir kanska annars høvdu verið, vísir Leif á.

Vanligt er jú ikki at syngja tveir sálmar við sama lagi til eina og somu gudstænastu. Sum dømi um hetta kann ein nevna áðurnevnda sálm “Føgur er foldin”, sum er nummar 132, og nummar 123 “Dýrasti Jesus”, sum hava sama lag.

Eitt annað dømi eru sálmarnir nummar 110 “Í Betlehem í Dávids stað” og nummar 97 “Nú ringja klokkur jólafest”, har sama lag verður brúkt.

Alt hetta eru góðir og kendir jólasangir, men kanningin hjá Leif vísir greitt, at tað eru teir siðbundnu jólasálmarnir, sum eru teir populerastu.

- Nú kann ein sjálvandi siga, at allir sálmarnir í sálmabókini eru siðbundnir, og at ein kanning tí ikki kann vísa nakað annað. Men verður hugt nærri at, hvørjir hesir best umtóktu sálmarnir eru, so vóru nærum allir kendir millum fólk, langt áðrenn gamla sálmabókin varð tikin í nýtslu í 1960.

- Nærum allir hava áður staðið á prenti í sangbókum, tíðarritum og bløðum og hava eisini verið sungnir í kirkjum, til dans um jólatræ og onnur tiltøk um jólini, onkur teirra longri enn eina øld, vísir hann á.

Siðbundnir jólasálmar
Kanningin vísir, at av teimum topp-15-sálmunum, sum vóru nevndir í fyrru greinini, er tað bara nr. 116 “Himmalsins harpur”, sum ikki eisini stóð í gomlu sálmabókini.
Støðan hjá hesum sálmi er uttan iva hon, at hann eftir 1990 er blivin partur av mest sungnu jólasálmum av teirri einfaldu orsøk, at hann verður sungin til “Julen har bragt velsignet bud”, sum danska tónaskaldið C.E.F. Weyse skrivaði í 1841.
- Hetta lagið hevur verið kent millum føroyingar í langa tíð, helst longu seinnapartin av
19. øld, sigur Leif Hansen.

Uppískoytið til sálmabókina varð tikið í brúk í 2014, og hevði tí verið partur av sálmasanginum í trý til fýra ár tað tíðarskeiðið, tá kanningin var gjørd.

- Men, vísir Leif á. - Vit skulu heilt niður á 20. pláss, áðrenn vit at finna ein sálm úr Uppískoytinum.

Hyggja vit burtur frá jólasangunum í bólkinum “Børn”, so eru átta jólasálmar í bókini. Fýra eru týðingar úr enskari traditión, til dømis ”Hark! The herald angels sing” (Hoyr, Guds einglar syngja hátt) sum er nummar 611 og “Oh, come, all ye faithful” (Trúgvandi sálir) sum er nummar 613.

Umframt hesar eru fýra úr danskari traditión, til dømis “Barn Jesus i en krybbe lå” (Í krubbu barnið Jesus lá), sum er nummar 615 og “Julen har bragt” (Jól bera fagnarboð um gátt) sum er nummar 616.

- Hóast jólasálmarnir í Uppískoytinum helst muga bólkast undir at vera siðbundnir, hava teir kortini ikki vunnið stórvegis inn í sálmasangin um jólini, slær Leif Hansen fast.

Orð: Snorri Brend (www.folkakirkjan.fo)/Mynd: kvf.fo
---
Hetta er seinna greinin, har hugt verður eftir, hvørjar jólasálmar ið føroyingum dáma best. Fyrra greinin ”Gleðilig jól” er best umtókti jólasálmurin kann lesast við at trýsta her.