- Tað er faktist well at vera klokkari
Kirkjulív í Árnafirði -grein 2 av 7
Øll tænastan í eini kirkju er væl skipað. Kirkjutænarar og prestur hava sína uppgávu at røkja, men fara ongantíð undir hana, uttan so at hin er liðugur við sína.
Til dømis byrjar urguleikarin ongantíð at spæla eitt lag, meðan presturin prædikar ella biður. Deknurin lesur ikki útgangsbøn, fyrrenn seinasta ørindið er sungið. Og klokkarin ringir bara, tá viðkomandi veit, at tað er hansara túrur.
Í hesi næstu greinini úr Árnafjarðar kirkju fara vit at byrja við byrjanini í eini gudstænastu, og lýsa tænastuna hjá klokkaranum. Í eini seinni grein sleppur organisturin framat, og so framvegis.
Klokkari í kirkjuni henda Trettanda sunnudag 2023 er ein ung kvinna, Ingibjørg Sigridardóttir Müller. Hon er 19 ára gomul, gongur seinasta árið á studentaskúlanum á Kambsdali, og hevur verið klokkari her seinastu trý árini.
- Tað var ein sunnudag at tað manglaði ein klokkari. Eg var tá spurd, um eg hevði hug at ringja inn til gudstænastuna, og eg segði sjálvandi ja. Síðani havi eg verið her, greiðir Ingibjørg frá.
Og hon leggur brosandi aftrat:
- Tað er faktist ordiliga well!
Ingibjørg Sigridardóttir Müller er klokkari tveir sunnudagar á rað, og hevur síðani frí í tveir
- - - - -
At vera klokkari er ein av tænastunum í kirkjuni, sum nógv hava røkt trúføst í áratíggjur. At ringja inn til gudstænastu er kanska ein av lættaru uppgávunum hjá einum klokkara, vil onkur kanska siga. Men tá kimast skal í samband við høgtíðsdagar, er tað ein heilt onnur avbjóðing.
- Ja, tá kann tað onkutíð vera nokkso strævið, at skula kima soleiðis ein heilan tíma út í eitt, men tá plagi eg bara at biðja mammu mína um at hjálpa mær. Og tá gongur tað nógv lættari.
- Her í Árnafirði verður ringt við hond, - einki við bara at trýsta á ein knapp, og so ordnar tøknin rest, sigur Ingibjørg við einum brosi.
Byrjanin og endin
Allir lutir í eini kirkju hava sína serstøku søgu, eisini tá talan er um eina altartalvu, eitt orgul, eina ljósakrúnu, ella talan er um sjálva kirkjuklokkuna. Soleiðis er eisini her í Árnafjarðar kirkju.
Henda kirkjuklokkan sum Ingibjørg nú skal ringja við, er stoypt í 1936 – altso eitt ár frammanundan at kirkjan var vígd 10. oktober í 1937.
Hon var stoypt í Brønderslev, og á henni stendur ”Gjort til Andefjord kirke af Jysk jernstøberi”. Men hetta eru ikki einastu boðini, sum síggjast á klokkuni.
Her er haraftrat eitt merki, har tveir einglar liggja á knæ móti hvørjum øðrum. Millum einglarnar báðar er ein rundingur, har Andreassarkrossur er ristur við einum P upp gjøgnum miðjuna, og hvørjumegin eru bókstavirnir.
Vinstrumegin stendur bókstavurin A, sum á grikskum stendur fyri Alfa, og høgrumegin eitt Ω, sum merkir Omega – altso fyrsti bókstavurin í grikska stavraðnum, nevniliga Alfa, og tann seinasti, Omega, sum kann týðast til ”byrjanin og endin”.
Kirkjuklokkan kom fyrst til Klaksvíkar, og var seinni, av Richardi Joensen førd til Árnafjarðar við motorbáti. Til stuttleikar kann verða nevnt, at tað kostar 25,50 krónur at flyta hana til bygdina, og 100 krónur at seta hana upp.
Fyri at runda henda søguliga partin av, so skrivar søgukøni Andras Sólstein í bókini ”Nýggjaru kirkjurnar”, at tann fyrsti klokkarin, Niclas Justinussen røkti tænastuna frá tí at kirkjan var vígd og fram til 1958.
Eftir hann kom Óli Justinussen, sum var klokkari í samfull 40 ár – frá 1958 til 1998, og fekk heiðursmerki frá drotningini fyri hesa trúgvu tænastuna. Síðani tá hava fleiri aðrir menn røkt hesa tænastuna, millum annað Levi Justinussen, og seinastu trý árini eisini ein ung kvinna.
Saman við mammuni
Har tað er møguligt í kirkjunum kring oyggjarnar, verður skipað so fyri, at ein kirkjutænari helst ikki skal standa einsamallur við uppgávu síni.
Í so máta er Árnafjarðar kirkja einki undantak, og Ingibjørg er tí heldur ikki bundin sum klokkari hvønn einasta sunnu- og heiligdag í kirkjuárinum.
- Eg ringi í tveir samanhangandi sunnudagar. Síðani ringir Niels í tveir sunnudagar, og so umaftur, greiðir Ingibjørg frá.
Árnafjarðar kirkja var vígd í 1937
- - -
Hesin Niels, hvørs mamma var úr Árnafirði, býr annars í Klaksvík. Fulla navn hansara er Niels Andreasen, og hevur hann verið klokkari her síðani 1. januar í 2011, tá hann ringdi fyrstu ferð.
Skipanin er soleiðis, at Niels er klokkari, tá Charlotta Thorsteinsson er deknur.
- Eg og mamma, - vit báðar hava tænastu somu dagar. So tað passar bara fínt hjá okkum báðum, sigur Ingibjørg Sigridardóttir Müller.
At hoyra orðið um Jesus
Samrøðan er fyri sovítt liðug, men so vendir Ingibjørg aftur. Tað var eitt týdningarmikið punkt, sum hon fegin vildi leggja aftrat.
Hesin spurningurin var onkursvegna farin í gloymibókina hjá greinskrivaranum, men nú skuldi hann altso svarast: - Hví henni dámar so væl at ringja inn til gudstænastuna her í Árnafirði?
Tað var svarið til henda týdningarmikla spurningin, sum hon fegin vildi hava við í samrøðuna.
Er nakar ivi um, hvussu ringjast skal, so hava klokkararnir í Árnafirði ein manual eitt ganga eftir
- - -
Og svar hennara var bæði stutt og greitt:
- Sært tú, - tá kirkjuklokkan ringir, so kallar hon samstundis inn til gudstænastu. Hon biður soleiðis fólk koma inn í kirkjuna, til tess at hoyra orðið um Jesus.
- Tað er faktiskt tann týdningarmesta uppgávan, tá vit sum klokkarar fara upp í tornið at ringja, slær Ingibjørg at enda fast.
Orð/myndir: Snorri Brend
- - -
Hetta er onnur greinin um kirkjulívið í Árnafirði, nú Ingibjørg kemur til orðanna. Seinni fara vit at frætta nærri um vígsluna av kirkjuni, eins og vit tosa við urguleikara, deknin, ein forsangara og eitt kirkjufólk.
Fyrsta greinin ”Sama neyð og sama svar í 85 ár” kann lesast við at trýsta her.