Skriva út

- Tað byrjaði við eini føstugudstænastu

18.10.2012 Tíðindi
- Tað byrjaði við eini føstugudstænastu

Umframt tær føstu gudstænasturnar og deknagudstænasturnar, hevur kirkjufólkið í Føroyum eisini havt høvið til eitt annað slag av gudstænastum, um ein kann siga tað so: Eina samantvinnan av tveimum, har ein hevur eina deknagudstænastu við fremmandum talara.

Hann, sum hevur verið serliga íðin og trúfastur í júst hesi tænastuni er skálvíkingurin John S. Myllhamar, sum nú er búsitandi í Sandavági. Nú hann hyggur aftur á hesa tænastu sína, eru bert fáar kirkjur, har hann ikki hevur talað Guds orð við eina gudstænastu sunnudag ella til føstugudstænastu mitt í viku.

Í virki sínum sum trúboðari hjá Heimamissiónini og prædikumaður annars, hevur hann verið í øllum kirkjum og missiónshúsum í Føroyum. Honum vantar í so máta bert kirkjurnar í Mykinesi og í Hoyvík, umframt missiónshúsið í Sumba.

- Eg havi tó ikki talað í øllum teirra, sigur John Myllhamar, sum sjálvur hevur givið tvær lestrarbøkur út - tvær til alt kirkjuárið, eins og ein við føstulestrum kemur út um ársskiftið.
Uttan tó at vilja reypa, vísir hann á, at hann hevur talað í øllum kirkjum í Suðuroynni, uttan á Tvøroyri; øllum kirkjum í Eysturoynni uttan á Skála og Fríðrikskirkjuni. Hevur eisini talað í gomlu kirkjunum í Gøtu og á Nesi; øllum kirkjum í Norðoyggjum uttan Svínoy og Christinskirkjuni, og í øllum kirkjum í Norðstreymoy uttan Hvalvík, Saksun og Kvívík.

- Í Suðurstreymoy havi eg talað í Nólsoy og Argjum, og til eitt ársmøti í Havnar kirkju; í Vágum í Sandavági, Bø og Gásadali, og í Sandoy havi havt eitt møti í Skopunar kirkju.

- Eg vænti tó ikki at eg komi at røkka runt til allar tær 62 kirkjurna kring landið, leggur John aftrat.


Vælvild

Alt hetta prædikuvirksemið byrjaði í roynd og veru, ta tíðina ið John Myllhamar virkaði sum trúboðari í Eysturoynni, við heimstaði í Fuglafirði. Hetta var í árunum 1984 til 1990.

Um hetta mundið plagdu prestarnir í oynni at biðja hann hava onkra guðstænastu í føstuni. Og síðan hevur hann onkuntíð verið til vanligar gudstænastur.

- Hesar fara fram júst sum ein vanlig deknagudstænasta, vísir hann á.

Deknurin lesur inn- og útgangsbøn, epistul og kollekt, og har John so kemur inn ímillum annan og triðja sálm, tá lesturin annars skuldi verið lisin.

- Munurin er bara hann, at eg sjálvur geri prædikuna út frá dagsins teksti, og at eg standi á kórsgáttini.

Hetta verður alt gjørt í samráði við prestin á staðnum. Onkuntíð lýsir prestur guðstænastuna, ella biður hann bara John gera tað sjálvur.

- Eg havi bara møtt vælvild har, sum eg eri komin, endar John samrøðuna.

Næstu ferð kirkjufólk hava høvið at hoyra John Myllhamar prædika er í Hovs kirkju. Hetta verður Alla Halgannasunnudag - 4. november – klokkan 12.30.

Orð: Snorri Brend