Skriva út
»... tá vistu vit, at Christianskirkjan var vígd«
01.07.2013 Tíðindi
Tað serstaka við kirkjuvígsluni í Klaksvík sunnudagin 7. juli 1963 helt Bodil Koch, kirkjumálaráðhirja, ikki vera alt stásið og hóvastákið. Men tá ið gamli deknurin Samson Joensen hevði lisið inngangsbønina – »tá vistu vit, at Christianskirkjan í Klaksvík var vígd,« segði hon á samkomu í Sjómansheiminum eftir vígsluna. Deknatænastan í Føroyum hevur verið nakað serstakt og hildið lív í gudstænastulívinum í Føroyum, so at kirkjurnar ikki vóru stongdar teir dagar, prestur ikki var. Ein týdningur, ið Jákup Dahl, próstur, virðismetti sera høgt í grein um føroysku deknatænastuna
Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com
Leygardagurin 6. juli og sunnudagurin 7. juli 1963 vóru av sonnum søguligir merkisdagar hjá Føroya kirkju. Tann fyrra dagin varð Jákup Joensen í Havnar Kirkju innsettur sum varabiskupur Føroya, tann seinna varð Christianskirkjan í Klaksvík vígd – tá størsta og prýðiligasta kirkja í Føroyum.
Bæði innsetingin í Havn og vígslan í Klaksvík vóru sera hátíðarligar. Úr Løgtingshúsinum fóru biskupar og prestar, landsstýrismenn og tingmenn og embætismenn í skrúðgongu í Havnar Kirkju. Og í Klaksvík gingu biskupar og prestar, løgmaður og kirkjustjórn skrúðgongu úr gomlu kirkjuni í ta nýggju.
Og teir mongu gestirnir, ið komnir vóru – við Fríðriki IX kongi og kongsdøtrunum á odda – settu ein serstakan hátíðardám á dagarnar í Havn og í Klaksvík.
Sera vakur var tónleikurin og hugtakandi sangurin, sum vórðu lagdir til rættis til innsetingina og vígsluna. Í eini útvarpssamrøðu í 1970’unum varð Johan Nielsen, prestur og fólkatingsmaður, biðin um at velja sær eitt lag. Hann valdi »Judas Maccabeus« hjá G. F. Händel, tí tað varð spælt sum inngangsljóð (præludium) í Christianskirkjuni vígsludagin og minti seg altíð aftur á tann stóra hátíðardagin. Hann var tá sóknarprestur í Norðoya vestara prestagjaldi.
»Men fram um alt tað søguliga, tað hátíðarliga, tað vakra og tað hugtakandi, varð dentur lagdur á tann evangeliska boðskapin, ið er litin biskupum og prestum til at bera, og sum eigur at ljóða í Christianskirkjuni og øðrum gudshúsum,« skriva Kirkjutíðindi nr. 7, juli 1963.
Blaðið sigur, at hesin boðskapur varð týðiliga og greitt framborin í teimum prædikum, sum hildnar vórðu hesar dagar í Havn og í Klaksvík – bæði av Willy Westergaard-Madsen, Keypmannahavnar biskupi, Jákupi Joensen, varabiskupi, og Johan Nielsen, sóknarpresti í Norðoya vestara prestagjaldi.
»Tað var sum hesin boðskapur rann saman í tí orði, sum Westergaard-Madsen talaði út frá í Klaksvík: ‘Tí at um vit liva, so liva vit í Harranum, tí at um vit doyggja, so doyggja vit í Harranum; annaðhvørt vit liva ella doyggja, so hoyra vit Harranum til.’ (Róm. 14,8),« siga Kirkjutíðindi.
Gomlu kirkjurnar
Tann kirkjan, ið var undan Christianskirkjuni, varð bygd í Gerðahaga í 1866 ‒ millum Biskupsstøð og Gerðar; hon varð tikin niður í 1966. Til 1937 var hon einasta kirkja í sóknini; hetta árið varð kirkja bygd í Árnafirði.
Undan teirri í Gerðahaga vita vit bert um kirkju í Vági. Hon stóð í gamla kirkjugarði í Vági. Minnisvarðin er á kórsstøðinum. Men bønhús hava verið bæði í Gerðum og úti á Oyri.
Tann kirkjan, sum stóð í Vági, var úr gróti; var knappar 17 alin long og 7 alin breið.
Kvinnustólarnir vóru 10, og á teirri síðuni var prædikustólurin; mansstólarnir vóru 11. Innan var bróstað við timbri. Takt var við nævur og flag. Í trætorninum vóru tvær klokkur. Hendan kirkjan varð brotin niður, tá tann í Gerðahaga varð tikin í nýtslu.
Kirkjan í Gerðahaga var leingi einasta hús millum býlingarnar Biskupsstøð og Gerðar. Og skilligt er, at staðið varð valt, tí tað sást allar vegir; og haraftrat, at kirkjan við kirkjugarði skuldi skuldi hava rúmt øki kring seg í langa tíð.
Hin gamla kirkjan í Vági stóð lágt og sást ikki langt. Tann í Gerðahaga sást beinanvegin, tá komið varð við báti undan Vágsstongum ella Myrkjanoyrarstongum, undan Skálanesi og Núpi, ella undan Borðoyarnesi og Taravíkstanga, og á Borðoyarvík sást kirkjuspírið, tá komið var út frá støðni.
Henda kirkjan hevði øll hundrað árini frá byrjan til niðurtøku somu útsjónd uttan. Einasti munur var tilbygningurin, sum í 1934 varð bygdur á norðursíðuni. Hon var timburkirkja, takt við fløgusteini við klokkutorni. Grundin var málað reyð, men kirkjan sjálv var hvít uttan. Tá bygt varð aftrat í 1934, vórðu fløgusteinarnir tiknir av tekjuni og jarntak lagt á ístaðin. Orgul fekk kirkjan í 1895.
Altartalvuna málaði danski listarmaðurin Johan Peter Raadsig í 1867. Føddur í Keypmannahavn 18. oktober 1806 og deyður har 1. juli 1882. Myndevnið er Jesus í Emmaus við tveimum lærusveinum (Luk. 24). Kirkjuliðið gav hana.
Til minnis um teir, ið fórust 1939-45
Tað var á fundi í Klaksvíkar kirkjuráði 8. september 1959, at avgjørt var at fara undir at byggja nýggja kirkju og litið varð danska arkitektinum Peter Koch í hendi at tekna kirkjuna, sum alt fyri eitt fór undir uppgávu sína.
Tó at skoytt varð upp í gomlu kirkjuna í 1934, var hon alt ov lítil í nógv ár. Men tá ið Fríðrikur kongur IX í juni 1959 vitjaði í Klaksvík, læt hann fólkið vita, at »Fonden til Fædrelandets Vel« hevði játtað 1 mió. kr. til at byggja nýggja kirkju í Klaksvík. Við tí, sum frammanundan var savnað, vóru vegir fyri at fara undir at byggja eina stóra og vakra kirkju.
»Fonden til Fædrelandets Vel« varð stovnaður við innsavnaðum peningi í Danmark í 1945 og hevði sum høvuðsmál at seta teimum ein minnisvarða, sum lívið lótu undir Danmarkar frælsisbardaga, og eisini at vera ein minnisvarði yvir Christian kong X og Alexandrinu drotning sum tí savnandi miðdepli hesa tíðina.
Kirkjan í Klaksvík varð bygd sum varði til minnis um teir føroyingar, ið lótu lív bardagaárini 1939-45. Grundarsteinurin varð lagdur 27. juli 1961.
»Tit fáa eina miljón!«
Og so varð farið undir at byggja kirkjuna. Torn skuldi hon einki hava, og tað vóru fólk flest ikki fegin um, og tað var kanska rímiligt, tí yvirhøvur høvdu føroyingar ikki sæð eina kirkju uttan torn.
Men gomlu føroysku kirkjurnar høvdu einki torn. Tann síðsta tornleysa føroyska bygdarkirkjan var tann í Dímun, sum varð avdankað í 1923. Men hesar og Múrin í Kirkjubø hevði arkitekturin í huga, tá hann teknaði. Klokkan skuldi hanga undir mønuni í vestara enda á nýggju kirkjuni í Klaksvík, har lúkur vóru at lata upp. Seinni hevur kirkjan fingið ein klokkustøpil niðanfyri.
Skjótt gekk at byggja nýggju kirkjuna í Klaksvík, ið kom at bera navn eftir Kristiani kongi tíggjunda og – sum nevnt – varð vígd sunnudagin 7. juli 1963.
Men gekst skjótt við byggingini, so vóru tó nøkur ár síðan farið var undir fyrireikingarnar. Eftir at gamla kirkjan var vorðin ov lítil og tankin um at vaksa um hana varð sleptur, avgjørdi kirkjuráðið í 1953 at fara undir at fyrireika bygging av nýggjari kirkju.
Og rættilig gongd kom ikki á fyrr enn í 1956. Á heysti hetta árið varð hildin ein kirkjufundur, har samtykt varð at fara undir húsainnsavnan, sum skuldi vera fingin frá hondini áðrenn fimm ár vóru liðin. Henda innsavnan gav 150.000 kr. Síðan varð hugsað um at fáa pening til vega aðrastaðni frá. Málið varð lagt fyri landsstýrið og kirkjumyndugleikarnar í Danmark.
Av tí at áhugin í fyrstani ikki tóktist stórur, varð eisini umhugsað at venda sær til onnur lond við umbøn um stuðul. Men so fekst samband við stýrislimir í áðurnevnda grunni, »Fonden til Fædrelandets Vel«, sum sambært viðtøkunum eisini skuldi nýta pening til viðkomandi tiltøk í Føroyum.
Og boðunum um vælvild grunsins kom Fríðrikur kongur við sum nevnt á sumri 1959: »Tit fáa eina miljón.«
Livandi steinar
At Peter Koch umframt føroysku bygdarkirkjuna og kirkjubømúrin hevur havt yrki føroyinga á sjónum í huga er týðiligt. Tí tey fimm vindeyguni á rað á hvørjari síðu røkka heilt frá grundini upp í takið, har tey enda við einum skjøldri og mynda á tann hátt gomul føroysk neyst. Tær kemur í huga gomlu føroysku sjósálmarnar, tá menn drógu bát úr neysti og setstir til árar tóku at syngja, og sama tá teir komu aftur at landi.
Endaveggirnir eru laðaðir av føroyskum gróti – størri og smærri steinum í ymiskum skapi og litum. Saman við runda vindeyganum og krossinum í vestara skjøldri halda teir sína egnu prædiku. Eina áminning um at leita sær andliga føði úr orðinum og verða livandi steinar í einum andligum húsi – sum Guds fólk: »Latið tykkum sjálvar verða uppbygdar sum livandi steinar, til eitt andligt hús, til ein heilagan prestaskap til at frambera andlig offur, væl toknað av Gudi fyri Jesusi Kristi« (1. Pæt. 2,5).
Innan hevur kirkjan tróður og er sermerkt av áttamannafarinum ‒ prestbátinum av Viðareiði ‒ ið har er festur, og altartalvni eftir Joachim Skovgaard: »Hin stóra kvøldmáltíðin«, sum er meira enn átta metrar høg. Av hesum er kirkjan sera høg og hevur sostatt tvinni loft og svalir (pulpitur) í bæði borð. Doypifunturin er somuleiðis sermerktur á tann hátt, at hann er ein steinaldar offurbolli úr gróti, funnin í Norðursælandi. Ein offurbolli úr heidnari gudsdýrkan nýttur í kristnari skírn? »Men súmbolikkurin er hin sami!« segði Henning Bøgesvang, prestur, tá Poul Schlüter, forsætisráðharri, vitjaði í Christianskirkjuni á sumri 1983.
Tá kirkjan varð bygd, var hon ætlað at rúma einum túsund fólkum. Men vígsludagin vórðu settir eyka stólar, so tá mundu vera eini 1200 fólk í kirkju.
Nógvar hjálpandi hendur
At byggja kirkjuna varð litið verkfrøðingafelagnum Højgaard & Schultz, meðan byggifelagið Lamhauge & Waagstein skipaði fyri arbeiðinum. Sjálvt arbeiðið útintu menn í Klaksvík.
Samlaði byggikostnaðurin var uml. 1,75 mió. kr. Byggipeningurin fekst til vega við størri og smærri gávum frá einstakligum og stovnum. Og umframt »Fonden til Fædrelandets Vel« kann nevnast »Henry L. & Grace Doherty Charitable Foundation«, USA, sum tilsamans veitti 140.000 kr., »Dansk Færøsk Kulturfond« 75.000 kr.
Av øðrum stuðulsveitarum kunnu nevnast: Føroya Løgting 200.000 kr., Lamhauge & Waagstein 10.000 kr., A. P. Møller 10.000 kr. o.s.fr. Allir peningastovnar í Føroyum og Tryggingarsambandið stuðlaðu. Somuleiðis Statens Kunstfond, Nationalmuseet og Statens Museum for Kunst, ið læt altartalvuna, sum valla kann metast í peningavirði. Klaksvíkin sjálv veitti út móti 250.000 kr., tá kirkjuøkið, sum kommunan læt, er talt við.
Tá Christianskirkjan varð vígd fyri júst fimmti árum síðan, var hon at kalla skuldarfrí. Tað, sum eftir varð at fullføra var kirkjukjallarin, konfirmantsstova o.a.
Bodil Koch, kirkjumálaráðhirja, var komin til vígsluna. Tað serstaka við kirkjuvígsluni helt hon ikki vera alt stásið og hóvastákið. Men tá ið gamli deknurin Samson Joensen hevði lisið inngangsbønina – »tá vistu vit, at Christianskirkjan í Klaksvík var vígd,« segði hon á samkomu á Sjómansheiminum eftir vígsluna.
Deknatænastan í Føroyum hevur hildið lív í gudstænastulívinum í Føroyum, so at kirkjurnar ikki vóru stongdar teir halgidagar, prestur ikki var. Ein týdningur, ið Jákup Dahl, próstur, virðismetti sera høgt í grein um føroysku deknatænastuna (»Deknatænastan í Føroyum«, Kirkjutíðindi nr. 11-12, 1943).
Fyrsta av sínum slag í Norðurlondum
Kirkjan á Kirkjubrekku í Klaksvík er fyrsta stóra kirkjan í Norðurlondum, sum er bygd eftir fornum norrønum byggihátti. Takgerðin er tann sama sum í víkingahallunum, og soleiðis sum hon er varðveitt hjá okkum í teim gomlu roykstovunum og føroysku bygdarkirkjunum.
Henda takgerð tykist hóska sera væl til kirkjubygningar. Ljómburðurin (akustikkurin) er framúr. Urgan er bygd í 1974 av Jensen & Thomsen, Hillerød, og hevur hon 29 røddir. Peter Koch hevur teknað orgulhúsið, og hevur hann eisini her havt íblástur frá neystunum.
Tiltøk í sambandi við 50 ára vígsluhaldið
Altartalvan í Christianskirkjuni hevur verið til umvælingar. Fyri mánaði síðan varð givin almenn frágreiðing um arbeiðið við henni.
Altartalvan er reinsað og slættað og bøtt er um tann skaða, ið málningurin hevur fingið síðan hann av fyrstan tíð varð málaður á veggin í dómkirkjuni í Viborg í 1901.
Christianskirkjan hevur stóran týdning fyri kirkjufólkið í Klaksvíkar sókn, sum javnan leitar higar til gudstænastu. Sum greitt er frá, er hon sermerkt byggilistarliga og eitt varðtekin fyri Klaksvíkar bý.
Nýggjar stólar hevur kirkjan fingið nú til hátíðarhaldið.
Í sambandi við fimmti ára vígsluhaldið er nógv gjørt burturúr við ymiskum tiltøkum hesa vikuna.
Millum annað er ein framsýning latin upp í kirkjuni, sum lýsir byggingina og søgu kirkjunnar. Og eitt nýgjørt og stórbært listarverk eftir Edward Fuglø er avdúkað í kirkjukjallaranum. Hetta er gáva til kirkjuna á 50 ára degnum. Verkið er gjørt í samstarvi við Sjúrð Sólstein, møbilsnikkara.
Hátíðarhaldið endar sunnudagin 7. juli við hátíðarmessu fyrrapartin og um kvøldið verður gospelkonsert.
Talan er um tíggju samansettar træskurðarmyndir við myndevninum »Jesus úr Nazareth«, sum fyrrverandi og núverandi kirkjuráðslimir avdúkaðu sunnudagin 30. juli.
(MYND)
Christianskirkjan í Klaksvík er fyrsta stóra kirkjan í Norðurlondum, sum er bygd eftir fornum norrønum byggihátti. Takgerðin er tann sama sum í víkingahallunum, og soleiðis sum hon er varðveitt hjá okkum í teim gomlu roykstovunum og føroysku bygdarkirkjunum. Kirkjan hevur einki torn. Klokkan hongur undir tróðrinum í vestara galvi, har lúkur eru. Men seinni er klokkustøpil bygdur niðan fyri kirkjuna
Onnur tíðindi