Skriva út

Tá ið rúsurin er harri í heiminum

12.03.2013 Tíðindi
Tá ið rúsurin er harri í heiminum

Á landsstevnuni hjá Bláa Krossi Føroya 16.-17. mars verður millum annað evnið, “Tá ið rúsurin er harri í heiminum”, viðgjørt. Landsstevnan verður í Hoyvíkar kirkju, og á skránni er eisini aðalfundur, pallborðsfundur, hugnaløta og blákrossmøti

Tað eru fleiri børn og ung, ið vaksa upp, har rúsurin er harri í heiminum. Tað eru eisini fleiri vaksin, sum hava stórar trupulleikar vegna rús ella rúsdrekka. Og tey avvarðandi líða eisini.
Hetta er eitt av evnunum, ið verður viðgjørt á landsstevnuni hjá Bláa Krossi seinnapartin leygardagin 16. mars. Tvey fólk, ið hava upplivað hetta á egnum kroppi, Anfinnur Garðalíð og Anna Anthoniusen, fara at greiða nærri frá teirra upplivingum hesum viðvíkjandi.

Pallborð
Sum eitt framhald av nevnda evni, verður ein pallborðsfundur, har politikarar og fakfólk á økinum fara at geva teirra boð uppá, hvat samfelagið eigur at gera at hjálpa teimum børnunum, sum vaksa upp í tílíkum heimum, og hvat samfelagið eigur at gera at hjálpa teimum vaksnu, ið hava trupulleikar av rúsi og rúsdrekka.

Við pallborðið sita Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, limur í løgtingsins trivnaðarnevnd, Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, Oddbjørg Balle, leiðari á Barnaverndarstovuni, Jóngerð Nielsen, fyribyrgingarráðgevi hjá Bláa Krossi, Jens H. Jensen, kriminalpolitistur og Yvonna Drangberg, leiðari á Umsorganarheiminum hjá Bláa Krossi.

Blákrosshugnaløta
Leygarkvøldið verður ein blákrosshugnaløta, har millum annað landsstýrismaðurin við heilsumálum, Karsten Hansen verður við, og har Martin Joensen fer at syngja og greiða frá. Okkurt til skemtanar verður eisini eins og varpað verður ljós á fjølbroytta blákrossarbeiðið.

Aðalfundur
Í sambandi við landsstevnuna hevur Blái Krossur eisini árliga aðalfundin. Fundurin verður leygardagin fyrrapart. Á skránni eru millum annað frágreiðingar frá arbeiðinum, roknskapur verður lagdur fram, og fólk hava høvi at koma við spurningum og viðmerkingum til arbeiðið. Byggingin av nýggjum viðgerðarheimi á Nesi í Eysturoy verður eisini viðgjørd.

Blákrossmøti
Sunnudagin vera eisini fleiri tiltøk á skránni. Byrjað verður við gudstænastu í Hoyvíkar kirkju, har formaðurin í Bláa Krossi, Sverri Steinhólm, prædikar.
Seinnapartin er sunnudagsskúli í Meinigheitshúsinum, og landsstevnan endar við blákrossmøti í Meinigheitshúsinum, har Jógvan Fríðriksson, biskupur, talar, og Sirikit Jacobsen fer at syngja.

Øll tiltøkini eru almenn, men á sjálvum aðalfundinum eru tað bara limir, ið hava atkvøðurætt.
Meira fæst at vita á www.blakross.fo