Skriva út
Syngjandi grót – í Kvívíkar kirkju
12.03.2014 Tíðindi
Í seinastu viku vitjaði presturin Jakob Brønnum Kvívíkar kirkju. Hann er rithøvundur og yrkjari og hevur m.a. skrivað bók um skaldskapin hjá írska rokkbólkinum U2, eins og hann hevur umrøtt annan poesi úr rokktónleiki.
Rokkur kemur av orðinum rock, ið merkir steinur ella grót.
Tað var Karsten Hoydal, sum í 1951 vísti okkum við heitinum á sínum yrkingasavni “Syngjandi grót”, at ofta eru blómurnar fagrast, har ringast er at ganga. At ikki altíð finna vit blómurnar, har vit vænta tað. Viðhvørt vaksa tær ovarlaga úr hørðum kletti.
Jakob Brønnum hevði fyrilestur týskvøldið, konsert fríggjakvøldið og verkstovu leygardagin. Felags fyri hesi tiltøk var, at víst varð á, hvussu yrkingalist á høgum støði, ið er gróðursett í Halgubók, er at finna í nýmótans skaldskapi.
Írsku U2 við sangaranum og yrkjaranum Bono á odda, hava við síni katólsku bakgrund megnað at sett orð á leitanina og kenslurnar, ið eyðkenna tilveruna hjá tí modernaða menniskjanum. Ein tilvera, ið á mangan hátt er nógv frælsari enn hjá undanfarnum ættarliðum, men sum av tí sama inniber nógv fleiri trupul val enn áður. Evni sum átrúnaðarlig leitan, andaligur kærleiki og tað at velja lívið heldur enn deyðan vóru viðgjørd.
Bono er ofta avmyndaður við amerikanskum forsetum, pávanum og øðrum valdsmiklum fólkum. Ikki bara tí at hann vil tað. Men eisini tí at hesi kendu og máttmiklu fólk ynskja tað sjálv – at verða avmyndað saman við honum.
Av tí sama fær hann eisini almikið vald, ið oftast verður brúkt til at varpa ljós á tey neyðstøddu í heiminum.
Í sínum framløgum tulkaði Jakob Brønnum tekstirnar – bæði í bókmentaligari viðgerð og í sangi.
Her var vallað í nýggjum lendi og blómur funnar í nýggjum jørðildi, tá leitað varð í rokk-skaldskapi, har vakur sangur og orðamyndir eisini verða skaptar.
Her kundi talan verið um “syngjandi grót” – ella sum sálmaskaldið syngur í sálmi 96 “Syngið fyri Harranum nýggjan song, syng fyri Harranum verøldin øll!
tedo.
Onnur tíðindi