Syngja við av lívsins kraft – uttan urguleikara
GJÓGV: Klokkan er farin væl av ellivu henda 2. hvítusunnumorgunin. Gudstænastan eigur at vera byrjað, men her er einki sum bendir á, at klokkarin við Gjáar kirkju ætlar at seta hana í gongd í bræði.
Onkur situr kanska undrandi í kirkjuni og bíðar, tí tað er ikki hvønndagskostur, at gudstænastan ikki byrjar stundisliga. Og so júst í dag – ein slíkan høgtíðardag sum 2. hvítusunnudag, altso!
Uttanfyri kirkjuna gongur ein hópur av fremmandafólki, sum eru komin til bygdina fyri at síggja alt tað vakra her. Men brádliga sæst ein heil gonga av fólki – børnum, tilkomnum og onkrum eldri – gangandi móti kirkjuni. Hesi hyggja inn í kirkjuna og tosa sínámillum – ájú, hetta eru helst tey sum kirkjufólkið bíðar eftir: Viðingarnir.
Tað var vist okkurt við, at kirkjufólkið av Viðareiði skuldi gera útferð til Gjáar, og at henda útferðin skuldi byrja við eini gudstænastu her.
Ikki vóru tað einans kirkjufólkið, sum var farið hesa longu leiðina frá húsum: Tey høvdu eisini sóknarprestin, Jóannes Purkhús við sær. Hann skuldi prædika, og ja, tí hendi væl saktans einki fyrrenn prestur var komin.
Nå, nú fór kirkjuklokkan at ringja, slakar 15 minuttir seinni enn vanligt. Gestirnir av Viðareiði eru komnir uppá pláss. Gudstænastan 2. hvítusunnudag í kirkjuni við Gjógv er byrjað.
GUDSTÆNASTA Á FØROYSKUM
Tað var ikki fyrrenn gestirnir av Viðareiði vóru komin innar í kirkjuna, at tvey ting gingu upp fyri teimum: Tað var fyrra var, at kirkjan rundar tey 90 árini nú sunnudagin – trinitatis sunnudag.
Sambært upplýsingum um kirkjuna sæst, at at hóast kirkjan var vígd í 1929, so høvdu gjáarmenn longu í 1905 eina umsókn um stuðul til kirkjubygging til viðgerðar í Funnings sókn. Men tað skuldi vísa seg at verða drúgt at koma á mál. Ferð aftaná ferð fingu teir noktandi svar frá myndugleikunum.
20 ár seinni – í 1925 - var so ein nevnd sett við tí endamáli at fáa kirkjuna bygda, og árið eftir var hildin stórur kirkjubasarur í bygdini. Væl av peningi kom inn, og nú fór byggingin í gongd av álvara.
Dagurin fyri vígsluni var ásettur til 26. mai 1929 – trinitatis sunnudag. Men undan hesum var prósturin, Jákup Dahl spurdur um ikki øll vígslugudstænastan kundi vera á føroyskum máli, tí at tað var vanligt fólkaynski í bygdini. Og so varð.
Umframt hesa søguligu hending var Gjáar kirkja tann fyrsta, sum – orsakað av tørvinum á urguleikara – fekk sær eina elektroniska skipan, sum kann spæla flest øll løgini til sálmarnar í sálmabókini.
Og tað var hesa skipanina, sum kirkjufólkið av Viðareiði á fyrsta sinni fekk høvi at royna, lurta eftir og syngja saman við henda dagin.
KNØTTURIN
Henda sunnudagin var tað – sum so ofta – Sofus Debes Johannesen ið var maðurin við tøkniligu ábyrgdini av gudstænastuni.
Hann stóð í forkirkjuni tá tey vitjandi komu innar, og fekk høvið at heilsa uppá nøkur teirra, áðrenn hann fór upp á loft.
- Í dag eri eg eisini klokkari, tí fleiri eru burturstødd í dag, sigur hann við einum brosi.
Skipanin er soleiðis, at honum bert nýtist at trýsta á ein knøtt fyri at fáa klokkuna at ringja. Og so væl er lagt til rættis, at hesin knøtturin stendur beint við trappurnar ið føra upp á loft, har urgan og skipanin við sálmunum eru.
Hann trýstir á rætta knøttin og klokkan ringir, alt meðan hann fer upp á loft og tríggjar minuttir seinni kann seta eitt præludium í gongd, sum í dag er eitt ørindi úr vælkendum sálmi.
Deknurin lesur síðani inngangsbønina, áðrenn fyrsti sálmur verður sungin. Hóast eingin fysiskur urguleikari er til staðar, ljómar tónleikurin nú út í kirkjuna, bæði við forspæli og røttum tali av ørindum. Og fólk syngja væl við í vøkru kirkjuni.
LEGGJA SÁLMARNAR INN
Sofus hevur frammanundan fingið sálmarnar frá Jóannes Purkhús, og skal tí í roynd og veru bara ”leggja teir inn”, um ein kann siga tað so.
Hann finnur fram til eitt hóskandi lag, sum hann setir inn í skipanina við rætta tali av ørindum. Tað sama ger hann við hinar fýra sálmarnar sum eru valdir til gudstænastuna.
Men ein gudstænasta er annað enn bert sálmar. Har er eisini ein hópur av styttri og longri aftursvarum frá kirkjufólkinum, men hetta ordnar skipanin eisini.
Ein partur av arbeiðinum hjá einum vanligum urguleikara er at venja sálmarnar frammanundan, velja sær eitt præ- og postludium, og annars vera klárur við aftusvarum, tá tað krevst.
Í so máta er eingin broyting í tænastuni hjá urguleikaranum við Gjógv. Hann skal í roynd og veru bert fyrireika seg á ein annan hátt, nevniliga við at leggja sálmar, tónleik og aftursvar inn í røttu raðfylgjuna – og so vera til reiðar at trýsta á play, tá tað nú er!
Hóast tøknin er einføld at brúka, krevur hon kortini sín mann!
STEINGJA ELLA HAVA OPIÐ
Henda skipanin við tí elektroniska urguleikaranum kom til Gjáar kirkju einaferð miðskeiðis í 90’unum.
Eins og so manga aðrastaðni í kirkjunum kring oyggjarnar var her trupult at fáa onkran at taka við tænastuni, tá tann verandi urguleikarin valdi at leggja frá sær.
Roynt var at finna ein avloysara nú og ein annan tá, men hetta er møðsamt í longdini, ikki minst tí at tað ikki altíð er eins væl koyrandi hjá fremmandum fólki um Gjáarskarð á vetrartíð.
Umvegis góðar keldur eydnaðist tað at fáa hesa skipanina keypta til kirkjuna, og síðani hevur hon verið brúkt til flest allar gudstænastur og aðrar tænastur í kirkjuni (Meiri verður greitt frá um hesa skipanina í eini seinni grein.) Hinvegin verður roynt at hava urguleikara við serstakar tænastur, eitt nú tá jarðarferð er.
- Eg plagi at siga tað so, at henda skipanin er munurin millum at hava kirkjuna opna ella at lata hana aftur, sigur Sofus Debes Johannesen álvarsamur.
Og nú sunnudagin er aftur ein slík serstøk gudstænasta, tá kirkjan verður 90 ár. Henda hátíðardagin fær skipanin við sálmasangi tó hvíld.
Tað hevur nevniliga eydnast kirkjuni at fáa ein urguleikara úr grannabygdini at spæla til gudstænastuna sum byrjar klokkan 11. Talan er um Johan Dam úr Funningi sum skal leiða sálmasangin. Á gudstænastuni luttekur eisini Jógvan Fríðriksson, biskupur.
Hiðani frá skal verða ynskt tykkum øllum við Gjógv ein góðan hátíðardag!
Orð/mynd: Snorri Brend