Sverri Steinhólm hevur fráfaringargudstænastu 3. september
Sunnudagin 3. september kl. 11.00 hevur Sverri Steinhólm fráfaringargudstænastu í Havnar kirkju.
Sverri Steinhólm hevur verið sjúkrahúsprestur og prestur í varðhaldinum síðan 1. desember 1995. Hetta var eitt nýtt starv, sum Sverri var kallaður til, tá ið hann byrjaði í tænastuni.
Øll hesi árini hevur Sverri eisini havt tænastuskyldu í kirkjunum í Suðurstreymoyar eystara prestagjald – tey seinastu árini hevur hann tó verið knýttur til Havnar og Nólsoyar kirkju.
Í dag 1. september byrjar Sverri í nýggja embætinum sum diakonprestur.
Diakonpresturin skal m.a. virka millum teirra, ið hava avbjóðingar við einum skipaðum gerandisdegi og gerast sosialt viðbrekin t.d. í mun til arbeiðsloysi, bundinskap, heimloysi ella í skiftinum millum arbeiðslívið, frítíð og áhugamál.
Eftir gudstænastuna sunnudagin eru øll boðin til ein drekkamunn á Hotel Hafnia.