Sverri Steinhólm 25 ára starvsdag
1.s.í advent vóru 25 ár liðan síðani Sverri Steinhólm byrjaði í embætinum sum fyrsti sjúkrahúsprestur og prestur í varðhaldinum hjá løgregluni í Føroyum.
Aftrat arbeiðinum sum sjúkrahús- og varðhaldsprestur hevur Sverri Steinhólm eisini eftir serligari skipan kirkjuligar tænastur í suðurstreymoyar eystara prestagjaldi – í Havnar kirkju og í Nólsoyar kirkju.
Frá barnaárum hevur Sverri Steinhólm altíð verið virkin í kirkjuliga og kristiliga arbeiðinum í fólkakirkjuni og í kirkjuligu Heimamissiónini. Serliga hevur Sverri Steinhólm verið virkin í arbeiðinum hjá Bláa Krossi. Blái Krossur Føroya er eitt væl rikið og skipað kristiligt sosialt arbeiði.
Royndirnar í hesum arbeiði er góður førningur í tænastuni sum prestur.
Fremsta uppgávan hjá einum presti er at boða Guðs orð.
Á serligan hátt hevur Sverri Steinhólm dugað væl í arbeiði sínum at vera ímillum fólk, har sjúka, einsemi, og truplar umstøður er ein partur av tí at vera menniskja.
Við tí góða orðinum og tí hjálpsama lyndinum, hevur Sverri Steinhólm dugað væl at skapa eina vón og birt eitt ljós á lívsleiðini.
Vit ynskja Sverra Steinhólm hjartaliga tillukku við 25-ára starvsdegnum við ynskjum um Guðs signing.
Myndatekstur: Marius Rein kirkjuráðsformaður ynskti í gjár undir gudstænastuni Sverra Steinhólm tillukku við 25-ára starvsdegnum sum sjúkrahúsprestur, prestur í varðhaldinum og prestur í Havnar kirkju.
Orð: Uni Næs