Skriva út

Superman

26.05.2017 Tíðindi
Superman

Øll hava vit brúk fyri hetjum, sum vit kunnu spegla okkum í. Menniskju, sum hava eginleikar ella megi, sum vit so fegin vilja duga ella hava.
Børnum dáma væl Superman, Batman, Hulk, Spiderman og mangar aðrar sterkar hetjur, og so eru fleiri av hetjunum skapaðar av jødum í 1930’unum og seinni og við íblástri frá Gamla Testmenti. Samson við allari megini í hárinum, Móses, sum leiddi fólkið úr trælahaldið fyri at nevna nakrar. Sig so tað!
 
Superman og aðrir eru átøkir hetjunum í Gamla Testamaneti, tí teir hava tveir samleikar. Tà Kent Klark verður Superman, so ger hann góðar gerðir í tí fjalda, júst sum sagt verður ” at høgra hond ikki skal vita, hvat vinstra ger”.
Sagt verður ,at við stórari megi fylgir eisini stór ábyrgd. Tú mást brúka tína stóru megi rætt og til tað góða.
 
Og frá Superman til Jesus, sum var ein antihetja, tí Hann gjørdi ikki slíkt, sum samfelagið tá helt ein sonn hetja skuldi gera.
Hann prátaði við kvinnurnar, hann sat til borðs við teimum, sum samfelagið skýrdi vera syndarar, hann fyrigav og hann bað menniskjað fyrst stinga hondina í egnan barm, áðrenn tað dómfeldi ein annan.
 
Kristi himmalsferðadag lesa við at eitt skýggj fjaldi Jesus og so var hann horvin. Og lærusveinar standa og gána og hyggja upp í himmalin og sýnast ikki at skilja nakað sum helst. Men menniskjan skal líta niðureftir, á vegin í lívinum og liva við tí ábyrgd, sum lívið krevur av tær sum menniskja.

Vit menniskju liva í rúm, tíð og stað. Alt, sum ikki kann prógvast við okkara sansum, siga vit ikki vera til.
Vit duga ikki at skyna ella skilja at aðrar dimensiónir kunnu vera, hóast eg ikki veit um hesar ella dugi at prógva tað.

Men her er tað trúgvin skal standa sína roynd. Tí sagt verður at sum Hann fór skal Hann koma aftur. Ímeðan hevur Hann givið mær og tær næstan í hendurnar, tú og eg eri menniskju, sum hóast vit ikki hava kappa ella bláar buksur sum Superman ella eru grøn sum Hulk, so hava vit eisini ofta megi at broyta støður, gera dagin betri fyri ein, møguleikarnir eru nógvir.
Hóast burtur í likaminum, so er Hann til staðar gjøgnum stóru megina, sum eitur bøn, sum fer útum sjómark, lond og vetrarbreytir.

Og til ber at kenna, uppliva og sansa ovurhonds kensluna frá hesari yvurjarðisku megini, tá vit kenna kærleika, ella varnast eitt gott menniskja, síggja nýfødda barnið, sólina rísa ella fyrstu blómuranr daga undan frystum svøðri.

Legg hondina í ”tummasarsárini” og tú varnast alt.