Skriva út

Sunnudagurin 31. oktober 2021, kirkjuligar tænastur í november - Covid-19

29.10.2021 Tíðindi
corona-4893276_1920.jpg

Nú Covid-19 aftur av álvara ger um seg, hevur leiðslan í fólkakirkjuni enn einaferð samskift við læknafrøðiliga myndugleikan.

Smittan er serliga útbreidd á ávísum støðum. Við atliti at smittuni hava vit áður tosað um fyribyrgjandi staðbundin átøk. Nú smittan er órógvandi høg, metir leiðslan tað skilagott, at fólkakirkjan ger alt, ið hon kann, til tess at steðga smittuni.

Mælt verður til, at eingin gudstænasta verður hildin sunnudagin 31. oktober. Samstundis verður virksemið hjá kirkjuni tillagað umstøðunum í samfelagnum.

Barnadópur
Við tað at smittan serliga ferðast millum børn og ung er tað alneyðugt, at vit eru sera varin, tá ið barnadópur er.

  • Ynskiligt er, at so fá fólk sum møguligt eru til staðar í kirkjuskipinum, tá børn verða doypt.
  • Mælt verður staðiliga til, at vit longu frá í dag og allan november doypa børnini uttan fyri vanliga kirkjutíð.
  • Í kirkjum/kirkjuhúsum, har sunnudagsskúli verður hildin í kirkjutíð, verður mælt til, at hann verður avlýstur sunnudagin 31. oktober.
  • Mint verður á kendu tilmælini um frástøðu og reinføri.

Altargongd

  • Mælt verður til, at staðbundna kirkjan í november 2021 fer aftur til ta serligu skipan og mannagongd, ið áður er nýtt við atliti at Covid-19.
  • Mint verður á kendu tilmælini um frástøðu og reinførøri.

Brúðarvígsla

  • Mælt verður til, at sitið verður í øðrum hvørjum beinki í november, so frástøða verður hildin.
  • Mælt verður til, at fólkatalið í kirkjuskipinum verður tillagað støddini á kirkjuni.
  • Mint verður á kendu tilmælini um frástøðu og reinføri.

Jarðarferð

  • Mælt verður til, at sitið verður í øðrum hvørjum beinki í november, so frástøða verður hildin.
  • Mælt verður til, at fólkatalið í kirkjuskipinum verður tillagað støddini á kirkjuni.
  • Mint verður á kendu tilmælini um frástøðu og reinføri.

Minningarhald teirra sjólátnu í Havnar kirkju

  • Gudstænastan 1. november 2021 kl. 20.00 verður uttan kirkjufólk. Einans prestur,
    kirkjutænarar og kór verða í kirkjuni.

Kirkjuráðsvalið 2021

  • Kirkjuráðsvalið 2. november 2021 verður sum ætlað. Um broytingar verða, verður hetta alment boðað frá í loftmiðlunum og umvegis telduna.

Hósdagin 4. november verður mett um støðuna av nýggjum.


Blíðar kvøður við bøn um Harrans signing.

Tórshavn 29. oktober 2021.

Uni Næs, dómpróstur
Jógvan Fríðriksson, biskupur