Skriva út
SUNNUDAGSSKÚLI Í KIRKJUTÍÐ
03.07.2017 Tíðindi
ALSAMT FLEIRI KIRKJUR HAVA SUNNUDAGSSKÚLA UNDIR GUDSTÆNASTUNI. HEVÐI TAÐ IKKI VERIÐ FYRI TÆR KVINNUR OG TEIR MENN, SUM GEVA SÍNA TÍÐ OG ORKU Í HESI TÆNASTU, HEVÐI EINGIN SUNNUDAGSSKÚLI VERIÐ.
DERHARD JÓGVANSSON, JULI 2017
Fleiri okkara kenna væl, hvussu tað var, tá ið vit vóru børn. Sunnumorgun var farið í kirkju og eftir døgurðan fóru børnini í sunnudagsskúla. Hetta var raðfest sum nakað fast hvørja viku, og var bæði stuttligt og mennandi. Hugsi, at fleiri okkara minnast við gleði aftur á hesar løturnar.
Seinnu árini hava fleiri og fleiri kirkjur valt at hava sunnudagsskúla í kirkjutíð. Ikki øll halda tað vera eitt gott hugskot. Onkur heldur, at børnini skulu vera til gudstænastuna saman við foreldrunum. Tey skulu so at siga læra at sita á familjubonkinum. Onnur halda tað vera eitt gott hugskot, tí so fáa børnini nakað, sum er myndað til teirra, meðan foreldrini eru til gudstænastuna, sum er myndað til teirra. Nógv kann tosast aftur og fram um fyrimunir og vansar, men verður hugt at, hvussu fegin mong foreldur eru, so verða sunnudagsskúlar í kirkjutíð ivaleyst ikki avtiknir. Við hesi loysn hava foreldur møguleikan til bæði: Antin at hava børnini sitandi hjá sær til alla gudstænastuna, ella at lata tey fara í sunnudagsskúla undir gudstænastuni.
Lívsmynstrið hjá barnafamiljum man í dag ikki vera sum fyri 30 árum síðani. Eitt hav av tilboðum eru til børnini hvønn dag í vikuni og stórt sæð allan dagin, hvønn dag. Um vit vilja tað ella ikki, so er gudstænastan og sunnudagsskúlin vorðin eitt tilboð ímillum øll onnur. Og hetta hugsi eg ikki fer at verða lættari komandi árini. Tvørturímóti koma bara fleiri og fleiri tilboð.
Sjálvandi eigur kirkjan ikki at fara hagar og higar alt eftir hvat rákið er, men hinvegin mega vit ikki lata eyguni aftur fyri teimum, sum fegin vilja koma til gudstænasturnar við børnunum. At tað eru fleiri foreldur, sum stórliga ynskja, at sunnudagsskúli er í kirkjutíð, so børnini gleðast, trívast og læra um Jesus, meðan foreldrini kunnu sita til gudstænastuna, uttan at vera bangin fyri, at børnini ikki sita still.
Nú eru sunnudagsskúlarnir í summarfrí. Hetta merkist, tí ikki eins nógvar barnafamiljur eru í kirkju í frítíðini. Hvat merkir hetta? Hevði tað verið øðrvísi, um barnafamiljurnar ikki vóru vanar við sunnudagsskúla í kirkjutíð og heldur vandu børnini til gudstænastuna? Hevði tað verið øðrvísi, um sunnudagsskúli eisini var í summarfrítíðini? At finna svarið til hetta er kanska ikki so lætt, men tað er sera gott, at vit tosa um hesi viðurskifti og hava í huga at røkka familjuni so sum hon er í dag. At vit gera alt í okkara valdi sum kirkja at skapa ein karm, soleiðis at fólk í øllum aldrum kunnu hittast sunnumorgnar í kirkjum okkara.
Ein stór tøkk skal ljóða til øll teirra, sum hesi árini hava ofrað sína tíð og orku vikuliga ella mánaðarliga til at taka sær av sunnudagsskúlunum í kirkjunum umkring í landinum. Tit eru við til at gera kirkjuna viðkomandi fyri barnafamiljunum. Sunnudagsskúlin hevði ikki verið ein møguleiki, um tit ikki bjóðaðu tykkum fram til tænastu. Takk fyri tað og Harrin signi tykkum.
Onnur tíðindi