Skriva út

Sunnudagin gongur talvan fyri arbeiðið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini

20.02.2019 Tíðindi
Sunnudagin gongur talvan fyri arbeiðið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini

Kirkjuliga Heimamissiónin hevur í mong ár havt ein fastan talvudag í kirkjum okkara. Talvudagurin er vanliga sexagesima sunnudag (2. sunnudag fyri føstu), sum í ár er 24. februar.

Virksemið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini, sum er ein sjálvstøðug rørsla innan Fólkakirkjuna, er stórt og umfevnandi. Heimamissiónin fæst við familju-, barna- og ungdómsarbeiði, hevur trúboðarar í Føroyum og millum sjófólk. Harafturat hevur Heimamissiónin ein nýggjan netmiðil, trubodin.fo, og rekur Leguhúsið í Nesvík, sum hvørt ár er karmur um eina røð av barna- og ungdómslegum, har hópur av børnum og ungum hugna sær í tryggu karmunum í Nesvík.

Kirkjuliga Heimamissiónin verður í stóran mun fíggjað av gávum. Talvudagurin er tí ein góður fíggjarligur stuðul til stóra virksemið.

Vit vóna, at aftur í ár verður tikið væl undir við hesi innsavnan.

Kirkjuliga Heimamissiónin takkar fyri eina góða gávu til arbeiðið.