Sunda kirkja – eitt nýtt ungdómstilboð
Í næstum vera tvær ungdómsgudstænastur í Sundalagnum, ið fyrst og fremst fyri tannáringar úr Hósvík og norður til Eiðis. Onnur verður í Norðskála kirkju síðst í mai og hon í Hósvíkar kirkju fyrst í juni.
Hilmar Jan Hansen
Tað eru eiðisprestur, Jonhard Jógvansson, og hvalvíksprestur, Jákup Erlingsson Petersen, ið saman við trúboðaranum, Ólavi Jacobsen, hava fingið hugskotið, teir nevna Sunda kirkja. Lagt verður fyri við gudstænastu í Norðskála kirkju fríggjakvøldið 28 mai og síðani í Hósvíkar kirkju fríggjakvøldið 4. juni – bæði kvøldini klokkan 20.
– Vit eru sera spentir upp á tað, tí vit hava merkt ein tørv á, at okkurt sum hetta til tey ungu manglar í umráðnum. Tí vilja vit upp á henda mátan geva teimum eitt andaligt tilboð, sigur Jonhard Jógvansson, ið leggur aftrat, at enn hava teir ikki fingið alt heilt upp á pláss.
– Av tí at talan er um ungdómsgudstænastur, fara vit at syngja nógv, men eisini verður eitt gott orð at hoyra. Ætlanin er at byrja og enda sum vanligt við pre- og postludium frá orglinum, men annars er stílurin eitt sindur lættari, enn vit kanska kenna tað frá teimum vanligu gudstænastunum.
Tann “lættari stílurin” fer kanska eisini at síggja aftur í, at prestarnir báðir teljast millum tónleikararnar undir felagssanginum, har Jákup fer at spæla gittara og Jonhard spælir upp á kassatrummu (cajón), og trúboðarin fer at sita við orglið. Onkur kemur eisini at spæla tangentar og onkur bass, og somuleiðis fer onkur at syngja fyri.
Skal helst vera javnan
– Vit byrja bæði kvøldini klokkan 20, og so tekur tað ta tíð, tað tekur. Vit hava ikki læst okkum føst í, at tað skal taka ein tíma ella nakað sovorðið, tí fyrst og fremst skulu vit koma saman um nakað gott og hava tað stuttligt, sigur Jonhard.
Greitt er tó, at eftir sjálva gudstænastuna verður hildið fram við eini hugnaløtu, har skráin enn er nokk so leys, tí enn eru hóast alt tvær vikur, áðrenn Sunda kirkja leggur til brots.
– Tað verður í øllum førum okkurt at eta, og so kanska brettispøl ella annað, og kanska onkur kemur at undirhalda. Norðskála kirkja er væl útgjørd við køki og fleiri rúmum, vit kunnu brúka, umframt at stórur skíggi eisini er, um vit eitt nú ætla at vísa film, og í Hósvík sleppa vit eisini at brúka bygdarhúsið, so vit hava góðar karmar um tiltøkini bæði, ið vónandi fara at eydnast væl, sigur eiðisprestur.
– Sum sagt, síggja vit ein tørv á einum tilboði til tey ungu her í umráðnum, og onkur hevur eisini spurt okkum, um vit ikki ætlaðu at skipa fyri onkrum. Vit byrja tó á berum, tí vit vita jú ikki, um tað bara kemur ein ella tað koma hundrað, men vit hava sett okkum í samband við konfirmantarnar hjá okkum og royna annars at reka sum frægast.
Jonhard Jógvansson sigur, at tankin er, at hetta ikki bara skal vera eitt eingangstiltak, men heldur nakað, ið verður javnan, so tað skal vera eitt alternativ til tey ungu at koma í kirkjuna, heldur enn fara onkra aðrastaðni.