Skriva út

SUMMARTÓNAR Í CHRISTIANSKIRKJUNI

28.06.2021 Tíðindi
Monika stauss.jpg

Hósdagin 1. juli klokkan 19.30 verður konsert í Klaksvík í Christianskirkjuni við violinleikaranum Moniku Stauss Joensen og urguleikaranum Andrea Stauss Hofmann. Tær báðar eru systrar og ættaðar úr Sveiss. Monika hevur í nógv ár búð í Føroyum og virka sum violinlærari innan musikkskúlan. Hon hevur havt konsertir rund alt landið og uttanlanda. Systirin Andrea býr í Sveiss, har hon virkar sum urguleikari í ymiskum kirkjum.

Monika og Andrea byrjaðu at spæla uppá violin og klaver sjey og átta ára gamlar. Longu fýra ár seinni bergtóku tær á “Yecklin competition” í kamarmusikki í Zúrich.

Hvørt ár spæla tær á ymiskum støðum í Sveiss.

Tær báðar hava í ár tvær konsertir í Føroyum. Tann fyrsta verður í Christianskirkjuni í Klaksvík, hin verður sum Matiné í Mariukirkjuni í Havn, leyðardag 3.Juli kl 11.30. Umframt hesar báðar konsertir spæla tær í Riberhús sunnudagin 4. juli kl. 16.00 á altjóða kvøldi verk eftir Kristian Black, Andras Olsen og Leif Hansen.

Konsertirnar eru partur av konsertrøðini Summartónar, sum Felagið Føroysk Tónarskald aftur í ár skipar fyri við konsertum kring alt landið.

Systrarnar báðar, fara at spæla eina blandaða skrá frá barok til nútíðartónleik.

Øll eru hjartaliga vælkomin - hóskvøldið kl. 19.30 í Christianskirkjuni.