Skriva út

Summarmatiné í Havnar kirkju

15.06.2016 Tíðindi
Summarmatiné í Havnar kirkju

Sum undanfarnu ár verður aftur í ár tónleikaløtan, kallað matiné í Havnar kirkju hvønn leygardag kl. 11.30. Orðið matiné kemur úr fronskum og merkir konsert, sum verður hildin á miðdegi. Hesar konsertir vara eini 30 - 40 min. og hava allar ymiskar skráir við sangi og tónleiki.

Tann fyrsta summarmatinéin í ár verður leygardagin 18. juni og verða tað Monika Stauss Joensen á violin og Gudmund Mortensen á orgul, sum fara at spæla.

Konsertin er eisini ein av konsertunum í Summartónum, sum Felagið Føroysk Tónarskald skipar fyri. Summartónar er røð av ymiskum konsertum, sum verða kring landið. Eitt av endamálunum við konsertrøðini er at menna føroyska tónlist. Tí er altíð nakað av føroyskum tónleiki á skránni. Ofta er hetta nýskrivaður tónleikur, sum er komponeraður eftir avtalu millum tey, sum framføra og tónasmiðin.

Monika og Gudmund framføra saman sonatu í F-dur fyri violin og orgul av Händel og Romansu av norska tónaskaldinum Johan Svendsen. Monika fer at spæla úr solo-sonatu av týska tónaskaldinum Telemann. Haraftrat frumframførur Gudmund tveir orgulkoralar, sum Kári Bæk hevur skrivað yvir sálmaløgini "Til okkum her á lágum støðum" av Sámal A. Weihe og "Kom friður av himni í hjørtuni inn" av Knút Olsen.

Sama konsertin verður í Gøtu kirkju fríggjakvøldið 17. jui kl. 19.30.

Øll eru hjartaliga vælkomin til hesar báðar summartónakonsertirnar 17. juni 19.30 í Gøtu kirkju og 18. Juni 11.30 í Havnar kirkju.

Sí mynd: