Skriva út

Summarið er farið

10.08.2018 Tíðindi
Summarið er farið

Vit búgva á átjan kargum og berum oyggjum! Onkur heldur, at ongin menniskju eigur at búgva her, og at hetta bara skuldi verið eitt stað hjá fugli at lenda og hvíla seg, áðrenn farið verður víðari um hav.

Her regnar illa, slavin luft og mjørkatám. Men her er eisini undurfull sólarenning og norðlýsi, ljós og litir, so man verður glaður langt inn í sálina. So mikið vakurt, at tað bilar onki, um tað til aðrar tíðir regnar og stormar eitt sindur ella ov nógv við hvørt.
Vit eru jú víkingar!

Ofta lýsa danir Føroyar sum:
”De stormomsuste klipper langt ude i Atlanterhavet, hvor brændingen slår mod de ensomme øer, og hvor man kun hører søfuglenes skrig og fårenes brægen…”
Eg meini tað!
Jú, jú - einsemi, isolatión og vánaligt veður, men hvat er tað so, sum ger tað so gott og hugtakandi at búgva her? Tað má vera fólkið og okkara siðir og mentan. Tað er av stórum týdningi, at dagur ikki bara dettur av degi. At man hátíðarheldur stóru dagarnar í lívinum: føðing, konfirmatión, brúdleyp, føðingardagar, ervi, páskir, hvítusunnu og jól.

Og vit duga og vilja hava veitslur. Danir tosa um, at eitt brúdleyp er stórt, um tað eru um 50 fólk við. Her heima er eitt brúdleyp stórt, um tað eru um 250 fólk við. Her lýsa vit í bløðunum um komandi brúdleyp og rundar føðingardagar og bjóða faktiskt øllum við, tí sagt verður, at” hevur tú hug at gleðast saman við okkum, so vinaliga tekna teg ella ring og boða frá”. Føðingardagarnir og konfirmatiónirnar eru eisini stórar ”veitslur”. Og stóru brúdleypini verða hildin her heima, tí her eru øll, sum duga at syngja, kvøða, yrkja, baka og kóka. Og øll familjan og bindiklubburin og grannarnir eru beint við og øll geva sítt klípi, so brúdleypini eru sum í ævintýrunum: ”og tað vardi í tríggjar dagar”…

Hoyrdi ein útlending siga, at hon helt, at føroyska kvinnan hevði alt ov mikið at gera. Hon rann til og frá og serviseraði alt og øllum, og tá hon so var boðin út, ja, so kom hon uppsnollað á høgum hælum, balanserandi úti í vindi og regni við marengsbotnum og høsnasalati. Og hví skuldi hon endiliga hava mat við?
Men tað, sum eg royndi at greiða útlendinginum frá, var, at hetta var næstrakærleiki í aktión, at øll hava lut í veitsluni, og ein tænasta er eina aðra verd. Tað gevur kenslu av samanhaldi, tí vit vilja hvørjum øðrum tað besta.
Tað sama hendir, tá vit koma til ervi. Køkukassarnir og rundu og bleytu køkurnar koma so stillsliga, og tú kennir fjálgar hendur sláa ring um teg. Ein stór og góð kensla.

Summarfrítíðin er av, og børnini fara skjótt í skúla aftur, tey fara aftur til frítíðarítrivini, bindiklubbarnir byrja so smátt og tað skýmir eitt sindur skjótari. Dagar bíða við hugna, har vit leita saman, tí tað ger man, tá heystið bíðar. Arbeiðsfelagir hugna sær saman, flenna og eta góðan mat. Familjur hittast og sessast um búgvið borð. Summarið fer afturum og brúdleyp og barnadópur eru nú kær minni um hetta summarið.
Gerandisdagurin kemur aftur til okkara átjan oyggjar, har vit sum eitt oyggjafólk eru bersøgin og onkuntíð miskunnarleys móti hvørjum øðrum, men hetta vísir bert, at vit eru eldhugaði og ikki líkasæl, sigst!

Tí mótsetningurin til kærleika er nevniliga ikki hatur, men líkasæla…