Skriva út

Sum kálkaðar gravir

29.05.2022 Tíðindi
Jerusalem 2048X1536 (3)
Fyri at skilja, hvat meint verður við, tá vit verða sammett við kálkaðar gravir, er neyðugt at kenna myndina, Jesus hevur sæð, tá hann hartaði teir skriftlærdu.

“Tí at tit líkjast kálkaðum grøvum, sum síggja vakrar út uttan; men eru fullar innan av deydningabeinum og allari óreinsku. Soleiðis síggja tit eisini rættvísir út uttan fyri monnum; men innan eru tit fullir av falsi og órætti”.

Tað er ikki lukkuligt, sum hann leikar í, hesin Jesus úr Nasareth, sum er komin til Jerusalem at halda páskir. Og – sum hann sjálvur veit, men onnur ikki hóma – eisini til at doyggja.

Ivaleyst stendur hann á tempulmúrinum og hyggur niður á kirkjugarðarnar, ið liggja niðan gjøgnum brekkuna á Oljufjallinum hinumegin Kedron, har gravirnar liggja kálkaðar, snøggar og væl hildnar uttan. Men øll vita, hvat innihaldið er.

Adressan á hesi “skitballuni” er jødisku kirkjuleiðararnir. Teir skriftlærdu og høvuðsprestarnir i fyrsta umfari. Her er eingin fyrigeving ella semjusøkjandi andi yvirhøvur. Men ein skortfleingja av teimum grovu, sum stendur líka harðlig eftir enn dagin í dag.

Og vit hava brúk fyri henni, og hava hana so sanniliga eisini uppiborna enn á okkara døgum.

Sat um dagarnar undir einum fyrilestri hjá Kathrine Lilleør í Miðvágs kirkju, har hon millum annað var á ferð frá Jerusalem til Jeriko, og hitti ymsar persónar. Prestar, levittar og okkurt útskot av verðini, sum var komið úr Samaria, og dittaði sær at ferðast millum okkum av tí betra slagnum.

Søguna kenna vit, og vit eru avgjørd um, hvørjum vit eru í parti við, tá søgan endar.

Hóast søgan er hoyrd, lisin og útløgd til tað óendaliga, kom knappliga ein heilt nýggjur vinkul í hugan hesa løtuna í Miðvági. Eitt lítið – danskt – orð við tveimum bókstavum.

Se.

Vit hava hoyrt søguna. Onkur sigur seg ivaleyst eisini hava skilt hana. Men hava vit SÆÐ tað, sum vit halda okkum hava hoyrt? Og síggja vit tað í dag?

Tí søgan um miskunnsama samariubúgvan verður hongd á hvønn snór um allan heimin hvønn dag.

Men vit “rættvísu” ganga fram við uttan so mikið sum at skeita at pløggunum, sum har hanga.

Men so komu vit knappliga fram við einum snóri, sum var fullur av Gucci, Christian Dior, Calvin Klein, Levi’s og Nike.

Og hvør veit, um vit ikki eisini høvdu gjørt okkum tann ómak, at vit tóku tað upp av vegnum, um eitt harðligt vindblak reiv okkurt plaggið av snórinum?

Hygg.

Vit eru øll á gosi, nú heimsins óndskapur vísir seg á gongubreytini uttan fyri garðin HJÁ OKKUM. Kríggj er í grannalagnum, og tað er eingin endi á øllum tí góða, vit vilja gera fyri at hjálpa teimum, sum líða undir tí. Og tað er gott, at vit gera tað. Tað skuldi bara mangla.

Vit svinga kálkkustin dúgliga fyri at halda grøvina vakra uttan.

Men alt, sum framman undan liggur í grøvini, hava vit longu gloymt.

Hvussu dúglig vóru vit at savna pengar inn, tá neyðin var størst í Somalia, ella sum skili enn er í Suðursudan?

Vóru vit veruliga so órein, at vit hildu sum so, at hatta eru bara nakrir nekarar, sum kundi latið vera vit at uppført seg soleiðis?

Hvat gera vit fyri øll tey túsundtals “rohingya” fólkini í Myanmar, sum sambært ST líða undir beinleiðis etniskari útreinsing?

Vóru vit veruliga so órein, at vit hildu sum so, at hatta eru bara nakrir muslimar? Og so gloyma vit tey bara.

Hygg.

Her eru bara tvey av dømunum um heimsins óndskap, sum vit lítið og einki gera við. Vit hava saktans hoyrt um tey, men vit SÍGGJA tey ikki. Tí er tað somikið lættari at ganga fram við teimum.

Øvugt av søguni um ferðamenninar á Jerikovegnum kunnu vit siga, at vit gingu framvið teimum báðum fyrstu, men steðgaðu vit hin triðja.

Tí hann er nærri OKKUM. Nú er vandi fyri, at tað fer at raka MEG, MÍTT, og OKKARA.

So aktuellur er uppsangurin í 23. kapitli Matteusar enn tann dag í dag.

Vit eru eftir øllum at døma ikki mætari enn tær kálkaðu gravirnar í brekkuni undir Oljufjallinum.

Full innan av deydningabeinum og allari óreinsku.

-Vei tykkum, skriftlærdir og Farisearar, tykkara falsarar! Tí at tit byggja upp gravir profetanna og prýða leiði teirra rættvísu og siga: «Høvdu vit verið til á døgum fedra okkara, tá skuldu vit ikki verið í felagi við teimum um blóð profetanna.» Matt. 23, 29-30.

Sjálvandi skulu vit framhaldandi hjálpa teimum, sum líða undir fjandansskapinum í Ukraina. Men vit eiga eisini hava eyguni opin fyri tí, sum hendir uttan fyri OKKARA matrikulnummar.

Bæði í Afrika, Asia og Suðuramerika.

Kelda: Leirgil.fo