Suðurstreymoyar vestara prestagjald
Søkt verður eftir vikari/presti til Suðurstreymoyar vestara prestagjald. Talan er um tíðaravmarkað starv frá 1. mai – 31. juli 2022. Starvstíðin kann møguliga verða longd nakrar mánaðir.
Lønin er samsvarandi semju dagfest 8. juni 2009 millum Fíggjarmálaráðið og Prestafelagið, har sóknarprestar verða løntir frá stigi 28,1 – 36,1.
Í prestagjaldinum eru fýra kirkjusóknir: Vesturkirkjan, Argja kirkja, Kirkjubøar kirkja og kirkjan í Hesti.
Eingin bústaður er til vikarin.
Afturat kirkjunum eru onnur tænastustøð, t. e. stovnar, ellis- og røktarheim og sambýli.
Umsøkjarar skulu hava lokið prógv í gudfrøði og lúka krøvini, ið lóggávan annars setir fyri at gerast prestur í fólkakirkjuni í Føroyum.
Umsøkjarar, ið ikki eru prestvígdir, senda váttan frá pastoralseminarium saman við umsóknini. Biskupspróvtøkan er ein fortreyt fyri umsóknini.
Eru fyrispurningar ella ivamál, so eru tygum vælkomin at skriva til biskupin, jf@kirkjan.fo
Umsóknin verður send Føroya Stiftsstjórn, J. Paturssonargøta 20, FO-100 Tórshavn ella til stift@kirkjan.fo
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 24. januar kl. 12.00.
Føroya Stiftsstjórn.