Skriva út
Suðurstreymoyar vestara prestagjald
21.11.2017 Tíðindi
Søkt verður eftir vikari til tænastuna sum prestur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi.
Talan er um tíðarskeiðið 15. januar – 30. apríl 2018. Tænastan verður skipað í samráð við sóknarprestarnar í prestagjaldinum.
Lønin er samsvarandi semju dagfest 8. juni 2009 millum Fíggjarmálaráðið og Prestafelagið, har sóknarprestar verða løntir á stigi 28,1 – 36,1
Í prestagjaldinum eru fýra kirkjusóknir: Vesturkirkjan, Argja kirkja, Kirkjubøar kirkja og Hests kirkja.
Eingin tænastubústaður er til embætið. Einki viðurlag verður latið fyri tvørrandi bústað.
Afturat kirkjunum eru onnur tænastustøð t.d. gudstænasta/andakt á ellis- og røktarheimi, stovnum og býlum. Hesi støð eru í samráð við avvarðandi myndugleikar ein natúrligur partur av yrki prestsins.
Umsøkjarar skulu hava lokið prógv í gudfrøði og lúka krøvini, ið lóggávan annars setir fyri at gerast prestur í fólkakirkjuni í Føroyum.
Umsøkjarar, ið ikki eru prestvígdir, senda saman við umsóknini váttan frá pastoralseminarium. Harafturat mega kandidatar, ið ikki eru prestvígdir, hava lokið biskupspróvtøkuna innan 22. desember 2017.
Eru fyrispurningar ella ivamál, so eru tygum vælkomin at skriva til biskupin: jf@kirkjan.fo.
Umsóknin verður send til Føroya Stiftsstjórn, J. Paturssonargøta 20, FO-100 Tórshavn, og skal vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 8. desember 2017 kl. 15.00. stift@kirkjan.fo
Onnur tíðindi