Skriva út

Suðurstreymoyar norðara prestagjald

12.02.2019 Tíðindi
Suðurstreymoyar norðara prestagjald (1)

Søkt verður eftir sóknarpresti til Suðurstreymoyar norðara prestagjald. Talan er um eitt fulltíðarstarv, og sóknarpresturin er tænastumaður.

Umsøkjarin má rokna við møguligum broytingum í kalli og embæti samsvarandi tænastumannalógini og lógini um fólkakirkjuna í Føroyum.

Lønin er samsvarandi semju dagfest 8. juni 2009 millum Fíggjarmálaráðið og Prestafelagið, har sóknarprestar verða løntir á stigi 28,1 – 36,1.

Ætlanin er, at sóknarpresturin tekur við embætinum umleið 1. august 2019.

Í prestagjaldinum eru tvær kirkjusóknir: Hoyvík og Kaldbak. Báðar kirkjusóknirnar eru spennandi hvør á sín hátt. Kirkjan í Kaldbak er ein av gomlu kirkjunum úr timbri, meðan Hoyvíkar kirkja er nýggj við góðum hølisviðurskiftum til sosial og fólkslig endamál.

Í prestagjaldinum er ein sóknarprestur, ið hevur kirkjubøkurnar um hendi og tess vegna skipar tað dagliga arbeiðið. Komandi sóknarpresturin kemur sostatt inn í eitt samstarv, hóast viðkomandi í síni tænastu virkar við egnari pastoralari ábyrgd samsvarandi galdandi regluverki innan fólkakirkjuna.

Týdningarmikið er at skapa trivnað í og rundan um kirkjuna eisini yrkadagar bæði við atliti at yngri og eldri. Vit vænta ein sóknarprest, ið verður fólksliga viðkomandi og sjónligur í landslagnum.

Eingin tænastubústaður er til embætið. Ætlanin er ikki at byggja ein prestagarð til embætið.

Afturat kirkjunum eru onnur tænastustøð t.d. røktarheim, stovnar og býli. Hesi støð eru í samráð við avvarðandi myndugleikar ein natúrligur partur av yrki prestsins.

Umsøkjarar skulu hava lokið prógv í gudfrøði og lúka krøvini, ið lóggávan annars setir fyri at gerast prestur í fólkakirkjuni í Føroyum. Umsøkjarar, ið ikki eru prestvígdir, senda váttan frá pastoralseminarium saman við umsóknini. Staðin próvhoyring hjá biskupi er ein neyðug fortreyt fyri viðgerðini av umsóknini.

Harafturat kunnu umsøkjarar, ið framvegis eru undir útbúgving og annars eru klárir at taka við embætinum 1. august 2019, søkja embætið.

Eru fyrispurningar ella ivamál, eru tygum vælkomin at skriva til biskupin jf(at)kirkjan.fo.

Umsóknin verður send til Føroya Stiftsstjórn, J. Paturssonargøta 20, FO-100 Tórshavn, og skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 20. mars 2019 kl.12.00. stift(at)kirkjan.fo.