Skriva út
Suðurstreymoyar norðara prestagjald
05.05.2014 Tíðindi
Søkt verður eftir sóknarpresti til Suðurstreymoyar norðara prestagjald. Talan er um eitt fulltíðarstarv, og sóknarpresturin er tænastumaður.
Umsøkjarin má rokna við møguligum broytingum í kalli og embæti samsvarandi tænastumannalógini og lógini um fólkakirkjuna í Føroyum. Ein reglugerð er gjørd, ið skipar samstarvið millum Suðurstreymoyar eystara og Suðurstreymoyar norðara prestagjald.
Lønin er samsvarandi semju dagfest 8. juni 2009 millum Fíggjarmálaráðið og Prestafelagið, har sóknarprestar verða løntir á stigi 28,1 – 36,1
Sóknarpresturin hevur ábyrgd av kirkjubókunum (høvuðs- og kopibókini) og er jarðarferðarmyndugleiki. Embætið verður eftir ætlan sett 1. september 2014.
Í prestagjaldinum, ið varð sett á stovn í 2013, eru tvær kirkjusóknir: Hoyvík og Kaldbak. Umleið 4.300 fólk búgva í prestagjaldinum.
Kirkjusóknin í Hoyvík fevnir um nýggja og yngri búseting. Talið av børnum er høgt, og væntað verður, at komandi sóknarpresturin byggir víðari á og styrkir arbeiðið millum børn og ung í Hoyvíkar kirkjusókn. Týdningarmikið er at skapa trivnað í og rundan um kirkjuna eisini yrkadagar bæði við atliti at yngri og eldri. Vit vænta ein sóknarprest, ið verður fólksliga viðkomandi og sjónligur í landslagnum.
Kirkjusóknin í Kaldbak er eins og kirkjusóknir úti á bygd avmarkað í fólkatali og verkligum møguleikum. Tað er ein spennandi avbjóðing at gera kirkjuna viðkomandi í einum fámentum kirkjuliði.
Enn er eingin tænastubústaður til embætið.
Afturat kirkjunum eru onnur tænastustøð t.d. ellis- og røktarheim, stovnar og býli. Komandi sóknarpresturin kemur inn í hesa tænastu saman við sóknarprestunum í Suðurstreymoy.
Umsøkjarar skulu hava lokið prógv í gudfrøði og lúka krøvini, ið lóggávan annars setir fyri at gerast prestur í fólkakirkjuni í Føroyum. Umsøkjarar, ið ikki eru prestvígdir, senda váttan frá pastoralseminarium saman við umsóknini.
Eru fyrispurningar ella ivamál, so eru tygum vælkomin at ringja ella skriva til biskupin telefon 311995 ella jf@folkakrikjan.fo.
Umsóknin verður send til Føroya Stiftsstjórn, J. Paturssonargøta 20, FO-100 Tórshavn. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 5. juni 2014 kl. 15.00. stift@folkakirkjan.fo.
Onnur tíðindi