Suðuroy: Útigudstænasta 2. hvítusunnudag við Stórá
2. hvítusunnudag 29. mai kl. 11.00 skipa kirkjurnar og bønhúsið í Suðuroyar norðara prestagjaldi fyri felags útigudstænastu á vøllinum við Stórá í Trongisvági.
Tað verður ein hugnalig løta, har okur koma saman um Guds orð og sálmasang, undir opnum himli. Undir gudstænastuni verður ein søga til børnini, og Tvøroyrar hornorkestur luttekur við spæli.
Aftaná gudstænastuna bjóða kirkjuráðini ein drekkamunn og okkurt søtt til børnini.
Tvøroyrar kirkja hevur nýliga ognað sær eitt tulkingarsett. Til útigudstænastuna verður hetta tulkingarsettið roynt fyrstu ferð, so tilflytarar, og onnur, ið ikki skilja føroyskt kunnu fylgja við undir gudstænastuni.
Øll eru hjartaliga vælkomin!
Famjins kirkja, Hvalbiar kirkja, Sandvíkar kirkja, Tvøroyrar kirkja, Bønhúsið í Ørðavík
In English:
Whit Monday, May 29th. at 11.00 the churches and prayerhouse in the Northern parish of Suðuroy invites to an outdoor mass on the football stadium in Trongisvágur. This will be a moment where we gather around the word of God and hymns under open sky.
During the mass a children's story will be told and the brassband of Tvøroyri will participate with music. Afterwards tea, coffee and cake will be served, as well as sweets for the children.
The church in Tvøroyri has recently acquired a translation machine, so people that do not understand Faroese can also participate in the mass.
Everyone is welcome!
The churches in Famjin, Hvalba, Sandvík and Tvøroyri and the prayer house in Ørðavík.