Skriva út

Stutt takkarheilsa á kórsgáttini – hin 12. juni 2016.

22.06.2016 Tíðindi
Stutt takkarheilsa á kórsgáttini – hin 12. juni 2016.

Tað er okkum bygdafólkum og Skála Kirkju ein stór gleði saman við gestum okkum at kunna hátíðarhalda, at vit nú fáa ein kirkjubygning, sum gevur okkum karmar, sum hóska til ein nútíðar kirkjubygning.

Tað er í dag 2 ár og 10 mánaðir síðani at øll formalia vóru í lagi soleiðis at farast kundi undir verkætlanina. Gamli kjallarin, har ein helmingur varð útgrivin og innrættaður og sum fevndi um fýrrúm, kapell, 2 toilettir og lítlan køk, varð niðurrivin, eins og gamla sakristiið somuleiðis varð niðurrivið.

Sum avtalað tóku professionellir ráðgevarar og arbeiðstakarar síðan við og kjallarin varð útgrivin allur sum hann varð, stoypt var undir kirkjumúrin kring alla kirkjuna, soleiðis at vit kundu fáa ein kjallara, sum tá ið hann nú er innrættaður av nýggjum hevur eina hædd upp 2,6 metrar. Eisini varð heilt nýtt og størri sakristi stoypt upp.

Stoypiarbeiðið varð liðugt í juni 2014. Tann 22. sept 2014 varð komið so langt, at liðugt var at betonskera og íseta vindeygu og hurðar. Nú tók sjálvbodna arbeiðið av álvara við at innrætta sakristi og kjallara av nýggjum, eins og hitaskipan, el-arbeiðið og ljóð og video-arbeiðið skuldi gerast.

Kirkjuráðið valdi – eftir ráðum frá el-innleggjarunum at skifta alt el út í kirkjuni. Í meðan stóra verkætlanin er framd, er tornið umvælt fyri leka, eins og og múrverkið mátti tettast fyri leka, sum íkomu, tá ið betonskorið varð fyri vindeygum og hurðum.

Lekarnir seinkaðu verkætlanini nakað, men góðar loysnir vórðu funnar.

Ein síðuleypandi verkætlan má eisini nevnast, og tað er steinlegging av túninum, kring alla kirkjuna, sum fer fram í løtuni. Steinleggingin er væl stuðlað av Stiftsstjórnini.

Hiðani frá kirkjuni skal ljóða ein hjartans tøkk til øll, íð hava stuðlað okkum í arbeiðinum. Tøkk til fíggjarstovn, tøkk til Stiftsstjórn og Próstadømisráð, tøkk til ráðgevarar og veitarar, tøkk til menn og kvinnur fyri avbera stóra sjálvbodna hjálp, - av sonnum merkisverd góðska og kærleiki, sum tit hava sýnt, har tit so ótroyttiliga hava lagt óteljandi sjálvbodnar tímar í at vera við til at byggja upp nýggju karmarnar. Tøkk fyri stórfingnar gávur, tøkk fyri allan stuðul, tøkk fyri bønir tykkara.

Tøkk havi Hin Alvaldi fyri hesar nýggju karmar. Mátti Hann givið okkum, at hesir karmar vera okkum til signingar og Honum til æru. Takk fyri.

Sí fleiri myndir: