Skriva út

Stuðulskonsert í Vesturkirkjuni fyri Neyðhjálp Fólkakirkjunnar

19.04.2017 Tíðindi
Stuðulskonsert í Vesturkirkjuni fyri Neyðhjálp Fólkakirkjunnar

Leygarkvøldið 22. apríl 2017 verður ein stuðulskonsert til frama fyri Neyðhjálp Fólkakirkjunnar í Vesturkirkjuni, har Jens Lisberg og dótturin, Kristel Lisberg, fara at framføra við bólki.

Jens Lisberg er væl kendur í Føroyum sum countrysangari, og hann hevur í mong ár framført countrytónleik til mong ymisk tiltøk, harundir nógvar stuðulskonsertir fyri vælgerandi endamál.
Hansara sangir á konsertini kunnu flokkast sum country/gospell. Talan er um andaligar sangir, sum verða framførdir við serligum íblástri frá countrytónleikinum.

Kristel Lisberg er kend á føroyska tónleikapallinum, har hon hóast sín unga aldur hevur verið virkin í mong ár. Hon hevur m.a. síðani hon var blaðung sungið saman við pápa sínum á mongum konsertum og øðrum tónleikatiltøkum. Seinni hevur hon havt sína egnu tónleikaleið við fløguútgávum og konsertum v.m. har hon hevur sligið sítt navn fast sum ein framúr songkvinna, ið eisin hevur gjørt vart við seg uttanfyri landoddarnar. Eisini hevur hon t.d. luttikið í X-Factor og Melodi Grand Prix í Danmark. Kristel fer at framføra nakrar kendar andaligar sangir í country/gospell stíli umframt nakrar av hennara egnu sangum.

Nú eru mong ár síðani, at Kristel og Jens hava sungið saman á konsert, men høvi verður eisini at hoyra tey syngja saman aftur komandi leygarkvøld í Vesturkirkjuni.

Afturat sær hava tey ein bólk av dugnaligum tónleikarum og kórsangarinnum:

• Malan Hansen, kórsang
• Elspa Samuelsen, kórsang
• Jógvan Olsen, keyboard og klaver
• Petur Bærentsen, sologuitar
• Eling Berg, rútmuguitar
• Ólavur Magnussen, trummur
• Jóhan Martin Jacobsen, bass

Undir konsertini kemur okkara biskupur, Jógvan Fríðriksson, at siga nøkur orð. Konsertin verður ókeypis, men høvi verður at lata eina peningagávu til Neyðhjálp Fólkakirkjunnar.


Konsertin byrjar kl. 19.30.