Skriva út
Stuðulskonsert í Hoyvíkar Kirkju fyri Neyðhjálp Fólkakirkjunnar
01.02.2017 Tíðindi
Leygarkvøldið 4. februar 2017 verður ein stuðulskonsert til frama fyri Neyðhjálp Fólkakirkjunnar í Hoyvíkar Kirkju, har gospelkórið Adtineo umframt Jens Lisberg v/bólki fara at framføra. Konsertin verður ókeypis, men høvi verður at lata eina peningagávu til Neyðhjálp Fólkakirkjunnar.
Adtineo er eitt gospelkór, sum heldur til í Hoyvíkar Kirkju. Kórið hevur nøkur ár á baki og er undir leiðslu av Thomas Thomsen. Kórið syngur andaligar sangir, bæði stillar og inniligar eins væl og lívligar sangir við íblástri frá kendum gospelkórum uttanlands. Dentur verður lagdur á góðan og glaðan sang við undirspæli.
Jens Lisberg er væl kendur í Føroyum sum countrysangari, og hann hevur í mong ár framført countrytónleik til mong ymisk tiltøk, harundir nógvar stuðulskonsertir fyri vælgerandi endamál.
Hansara sangir á konsertini kunnu flokkast sum country/gospell. Talan er um andaligar sangir, sum verða framførdir við serligum íblástri frá countrytónleikinum. Afturat sær hevur hann ein bólk av dugnaligum tónleikarum.
Undir konsertini kemur okkara biskupur, Jógvan Fríriksson, at siga nøkur orð. Eisini verður høvi at lata eina peningagávu til Neyðhjálp Fólkakirkjunnar.
Allar útreiðslur av tiltakinum eru fíggjaðar av sponsorum og tískil fer allur innsavnaði peningurin óskerdur til Neyðhjálp Fólkakirkjunnar.
Konsertin byrjar kl. 19.30.
Onnur tíðindi