Skriva út
Stuðulskonsert í Havnar kirkju
23.03.2022 Tíðindi
Sunnudagin 27. mars kl. 15.00 verður ein stuðulskonsert í Havnar kirkju til fram fyri neyðstødd í Ukreina.
Hesi fara at taka lut: Tórshavnar Mannskór. Edith Dahl Jakobsen og Allan Tausen. Maria Shvets Olsen, sum er ættað úr Ukreina, ber fram eina heilsan, og pápi Mariu, Aleksander Shvest, syngur, Monika Stauss violin. Gudmund Mortensen, urguleikari, spælir Ukreinska tjóðsangin, Klassisk kvartet og Tróndur og Lív.
Sungnir verða eisini nakrir felagssálmar.
Øll eru vælkomin.
Havnar kirkja
Onnur tíðindi