Stuðla nýggju Bíbliuni
Sunnudagin 23. mai er Hvítusunnudagur og tá er innsavning til Føroyska Bíbliufelagið í nógvum
kirkjum, samkomum og øðrum sum ynskja at stuðla kring landið.
Í fjørð var innsavningin nógv darva av Korona, men í ár liggur betur fyri.
Bíbliufelagið vónar at kirkjur, samkomur og onnur, aftur vilja stuðla Bíbliufelagnum, at fáa Guds orð út til alt føroya fólk.
Endamálið hjá Bíbliufelagnum er at útgeva og útbreiða Bíbliuna og bíbilskt tilfar til allar føroyingar, so vit øll, heima sum úti, skulu hava møguleika at lesa Bíbliuna á okkara málið, í tí orðing og sniði, vit skilja best.
Arbeiðið hjá Bíbliufelagnum verður fíggjað av stuðlum og gávum, og henda innsavning er ein munandi partur av fíggjarliga grundarlagnum hjá Bíbliufelagnum.
Pengarnir fara aftur í ár til nýggju Bíbliuumsetingina, sum Hans Jacob Joensen, frv. biskupur, hevur greitt við góðari hjálp frá øðrum. Umsetingin verður nú gjøgnumgingin og henda fyrsta bíbliuumsetingin úr grundmálunum í 60 ár, skal ætlandi koma út í seinasta lagi í 2023.
Føroyska Bíbliufelagið stuðlar eisini bíbliuútgávu í øðrum londum, so at hesi eisini kunna lesa Bíbliuna á sínum egna máli. Stuðul verður m.a. veittur til sjónvarpsrásina Sat 7, ið ger kristiligt og útbúgvandi sendingar, ið síggjast í stórum parti av Miðeysturi.
Konto í peningastovnum:
- BankNordik 6460-382.873.7
- Betri Banki 9181-380.777.2
- Norðoya Sparikassi 9865-992.646.6
- Suðuroyar Sparikassi 9870-992.061.8
Meiri fæst at vita um Bíbliufelagið á www.biblia.fo
Við bøn og tøkk um góðan fíggjarligan og andaligan stuðul.