Skriva út
Strendur: Brúka kirkjuhúsið til sunnnudagsskúla
13.11.2014 Tíðindi
Eftir Snorra Brend
Strendur: Flyta sunnudagsskúlan í nýggja Kirkjuhúsið
Á Strondum hevur sunnudagsskúlin í mong ár annars verið hildin í missiónshúsinum.
Men nú, ið tey hava fingið bestu karmar í nýggja kirkjuhúsinum, fara tey hereftir at hava sunnudagsskúlan í kirkjuhúsinum, samstundis sum gudstænastan er.
Sagt verður, at tey seinnu árini hevur tað víst seg, at tað koma ikki so nógv børn í sunnudagsskúla sum fyrr, helst tí at tilboðini til vaksin og børn eru so mong.
Nú ætla tey á Strondum at bróta upp úr nýggjum í bygdini, og eru tí farin at hava sunnudagsskúlan samstundis sum gudstænastuna.
- Á henda hátt kunnu vit bjóða barnafamiljunum ein meira avslappaðan sunnudag, har øll familjan samlað kann fara til Guðs orð – foreldrini í kirkju, ímeðan børnini hoyra um Jesus í sunnudagsskúlanum, siga tey í sunnudagsskúlanum á Strondum.
Skipanin á Strondum verður soleiðis, at øll møtast í kirkjuni til gudstænastu klokkan 11. Tá ið trúarjáttanin er sungin, fara børnini, við sunnudagsskúlalæraranum niðan í kirkjuhúsið til sunnudagsskúla, samstundis sum gudstænastan heldur fram.
Onnur tíðindi