Skriva út

Strendur: Brúka kirkjuhúsið til sunnnudagsskúla

21.08.2014 Tíðindi
Strendur: Brúka kirkjuhúsið til sunnnudagsskúla

Eftir Snorra Brend

Sunnudagin byrjar sunnudagsskúlin á Strondum aftur – og verður hesa ferð í Kirkjuhúsinum.
Á Strondum hevur sunnudagsskúlin í mong ár annars verið hildin í missiónshúsinum. Men nú, ið tey hava fingið bestu karmar í nýggja kirkjuhúsinum, fara tey hereftir at hava sunnudagsskúlan í kirkjuhúsinum, samstundis sum gudstænastan er.

Sagt verður, at tey seinnu árini hevur tað víst seg, at tað koma ikki so nógv børn í sunnudagsskúla sum fyrr, helst tí at tilboðini til vaksin og børn eru so mong.

Nú ætla tey á Strondum at bróta upp úr nýggjum í bygdini, og fara tí at hava sunnudagsskúlan samstundis sum gudstænastuna.

- Á henda hátt kunnu vit bjóða barnafamiljunum ein meira avslappaðan sunnudag, har øll familjan samlað kann fara til Guðs orð – foreldrini í kirkju, ímeðan børnini hoyra um Jesus í sunnudagsskúlanum, siga tey í sunnudagsskúlanum á Strondum.

Skipanin á Strondum verður soleiðis, at øll møtast í kirkjuni til gudstænastu klokkan 11. Tá ið
trúðarjáttanin er sungin, fara børnini, við sunnudagsskúlalæraranum niðan í kirkjuhúsið til sunnudagsskúla, samstundis sum gudstænastan heldur fram.

Henda fyrsta sunnudagin, 24. august bjóðar kirkjuráðið til kaffi og smákakur aftaná gudstænastuna. Annars er morgunmatur at fáa hvønn 1. sunnudag í mánaðinum í kirkjuhúsinum.