Stórur fundur á Hotel Føroyum
Leygardagin tann, 25. januar 2020 var fundur fyri kirkjuráðslimum á Hotel Føroyum. Evnið, ið varð umrøtt, var tænastan sum kirkjutænari og hjálparfólk í kirkjuni. 170 fólk møttu á fundi.
Tænastan varð lýst og umrødd við atliti at spurninginum um løn, samsýning ella sjálvboðin tænasta. Karmurin, ið ásetti og avmarkaði evnið, var Løgtingslóginin frá 2013 um størv og embæti í Fólkakirkjuni.
Í hesum sambandi er tað hóskiligt at rógva afturáaftur tað, ið biskupur førdi fram í 2017. Útsøgn biskupsins er ikki nakar avmarkandi normur. Heldur ein hugsan, ið byggir á gamla siðvenju, eggjar til hóvsemi og møguliga gevur góð ráð inn í eina nýggja tíð.
Tíðin og lívsmynstrið er øðrvísi í dag enn fyri 34 árum síðan, tá ið undirritaði byrjaði sum prestur. Vit mega kenna rákið og raka tíðina.
Sjálvboðið arbeiði
Tað er eitt týdningarmikið arbeiði at taka sæti í einum kirkjuráði. Talan er um eina tænastu, ið er sjálvboðin.
Hugsa vit fólkaræði og fólkakirkja, so velja limirnir í eini kirkjusókn eitt kirkjuráð. Ráðið hevur ábyrgd av, at kirkjan hevur rímiligar verkligar umstøður. Kirkjuráðið skal skapa karmar fyri lívi og vøkstri. Kirkjuráðini hava tey seinastu árini í lóggávuni fingið víðkaða heimild at skipa fyri tiltøkum í kirkjuni uttan fyri hámessuna sunnu- og halgidagar.
Sóknarpresturin er kallaður at røkja tænastuna sum hirði hjá kirkjuliðnum. Sínámillum virðing er av størsta týdningi, so kirkjuráðið og sóknarpresturin fáa eitt gott samstarv. Kirkjuráðið er ikki arbeiðsgevari hjá sóknarprestinum, og í tænastu síni er prestur ikki heftur av kirkjuráðnum.
Ein gott samstarv ímillum kirkjuráðið og prestin skapar eitt gott kirkjuligt umhvørvi. Neyðugt er við góðum samskifti, so ikki fleiri hvør í sínum lagi skipa fyri tiltøkum í kirkjuni samstundis.
Starvsfólk ella sjálvboðin tænasta
Frá kirkjunum i norðurlondum hoyra vit mangan, at vit mega halda fast við ta skipan, at sjálvboðin gera tænastu í kirkjuni. Í Danmark verður sagt, at fólkakirkjan er farin frá at vera fólksins kirkja og vorðin ein kirkja við starvsfólki. Fyribrigdið er væl kent, at fakfelags spurningar og stríð seta dám á viðurskiftini innanveggja í donsku fólkakirkjuni.
Nú er danska kirkjan nógv størri enn føroyska. Tað eru stór forhold, ymisk viðurskifti og mangt annað, sum vit av góðum grundum ikki kenna nóg væl. Danska fólkakirkjan virkar í mangar mátar sera væl.
Men tað er nakað, ið kann henda, tá ið allar tænastur verða løntar. Talið av virknum kirkjufólki minkar. Í staðin fyri stórt tal av fólki til tær ymsu uppgávurnar, er talan um starvsfólk. Samveran og felags ábyrgdin viknar.
Her venda vit aftur til sálina. Jú færri fólk, ið kenna ábyrgd av halgidóminum, tess størri er møguleikin fyri, at sálin í fólkakirkjuni verður skerd. Jú fleiri, ið virka og eru tilvitað um arbeiðið, tess betur verður trivnaðurin.
Tað er einki antin ella. Lógin heimilar samsýning, og hon er neyðug á størri støðum við nógvum virksemi og tænastum. Eyðvitað hava eisini tænarar, ið fáa samsýning, kærleika til tænastuna og halgidómin. Talan er um smá tøl og smærri upphæddir.
Ein styrki í allari skipanini er, at vit sum limir í fólkakirkjuni fáa kirkjuna til nýtslu uttan kostnað. Dópur, brúðarvígsla og jarðarferð eru uttan gjald, tí vit hava longu goldið yvir kirkjuskattin. Tað er ein góð skipan, at kirkjan er tøk til nýtslu.
Nýta vit omanfyri nevnda sum útgangsstøði, so kann tað sigast, at samsýningin er endurgjald fyri mista inntøku. Tað er ikki rímiligt, at tænarar missa inntøku, tá ið eg havi brúk fyri kirkjuni og skal jarða míni kæru. Harafturat kemur, at á tí almenna arbeiðsmarknaðinum er tað nú torførari at fáa frí til jarðarferð og kirkjuligar tænastur enn áður.
Hugsjónarfólk
Kirkjan hevur altíð átt hugsjónarfólk. Tað er neyðugt, at vit lívga fólkakirkju andan. Vit hava eina skipan, ið byggir á fólkaræði. Í hesi skipan hava vit møguleikan at dugna kirkjuni. Við at taka sæti í kirkjuráðnum og geva nakað av okkara tíð, orku og evnum fær fólkakirkjan tað gott og kann mennast.
Eisini vit, ið gera lønta tænastu í kirkjuliðnum, mega tilvitað menna okkara egnu hugsjón um tænastuna. Talan er um eitt kall og eina tænastu. Tænastan og kallið eru eyðvitað eitt arbeiði, nakað, ið má gerast væl og til tíðina.
Men tænastan er meira enn eitt arbeiði. Um tænastan einans er eitt arbeiði uttan hugsjón, ið nemur kall ella tænastu, so viknar sálin í fólkakirkjuni.
Skilagott er tað at geva tænastuni gætur og fylgja við, so hvørt eldra ættarliðið leggur frá sær, um vit varnast eina hugburðsbroyting. Vit mega fylgja við rákinum í fólki okkara eisini við atliti at tænastuni, so einki kemur óvart á kirkjuráð og leiðslu kirkjunnar. Vit skulu virða sjónarmiðið um samsýning, hóast ynskiligt er, at hildið verður aftur.
Kirkjan er ikki eitt arbeiðspláss sum øll onnur. Kirkjan er eitt serligt arbeiðspláss við egnari dagsskrá, siðvenju og innihaldi.
JF
(Brot úr bókini “Kirkjan – 10 ár á føroyskum hondum”. Kirkjugrunnurin 2017.)