Skriva út

Stórt hátíðarhald í Kunoyar kirkju

07.12.2017 Tíðindi
Stórt hátíðarhald í Kunoyar kirkju

Fyrsta desembur í ár vóru tað júst 150 ár liðin, síðani Kunoyar kirkja varð vígd 1. sunnudag í adventu, - ið var 1. desembur 1867. –
Vanlig siðvenja var tá – eins og í dag – at prósturin vígdi kirkjur. Men serstakt fyri Kunoyar kirkju er, at sóknarpresturin í Norðoya Prestagjaldi, - ið tá var Ernst Bugislaus Wesenberg (1832-1871) – eftir heimild frá prósti, vígdi Kunoyar kirkju, av tí at prósturin V. U. Hammershaimb hevði forfall.

Nú, kirkjan rundar tey hálvtannaðhundrað, hava nógvar ábøtur og umvælingar verið gjørdar gjøgnum árini. Í 2015 byrjaði ein stór umvæling av Kunoyar kirkju, har hurðar og vindeygu vórðu ný-ístandgjørd. Frá januar til august 2017 varð kirkjan stongd vegna ymiskar umvælingar, ið fevndi um timbur- og málara-arbeiði. Grundin er eisini umvæld, kirkjan er rættað upp, stoypt fundament í kjallaranum til stytturnar upp undir kirkjugólvið í skipinum. Somuleiðis eru allar “hurðarnar” í kirkjuskipinum rættaðar, nýggir knagar komnir, nógv smávegis arbeiði er avgreitt. Harafturat er alt ravmagnið lagt av nýggjum, beinkirnir uppi á loftinum breiðkaðir, og slættkoddar lagdir á. Allur ljósbúnaðurin er skiftur út. Tann einasti gamli luturin, er ljósakrúnan, sum er renoverað og sett í uppruna stand t.e. við livandi ljósi. Í 2020 verður ljósakrúnan 200 ár. Úti er allur klædningurin eftirhugdur, har rotpetti eru skift út, takrennur, flísar lagdar á. Somuleiðis hevur tornið fingið eina størri umvæling.

“Kunoyar kirkja 150 ár” varð hátíðarhildið sjálvan ársdagin 1. desembur við kvøldsetu í kirkjuni. Marjun Lómaklett prestur hevði stutta hugleiðing um “kirkjusiðir í eldri tíðum”, og Óluva Klettskarð hevði fyrilesturin “Nú ringja kirkjuklokkur so hátt...” – ein siðsøgulig lýsing av Kunoyar kirkju sum savnandi megi og miðstaður fyri bygdafólkini í Kunoy, Haraldssundi og á Skarði. Aftaná var hugnalig samvera við góðum drekkamunni og føðingardagslagkøku.

Sjálvan fyrsta sunnudag í adventu var stórt hátíðarhald allan sunnudagin í sambandi við, at Kunoyar kirkja hevði rundað 150 ár. Dagurin upprann við fagrasta veðri hesa ársins tíð, og fólk leitaðu sær til hátíðargudstænastu í Kunoyar kirkju kl. 12.00 úr allari oynni og av meginlandinum. Umframt prestarnar, ið nú eru í kalli, luttóku Jógvan Fríðriksson, biskupur, ið prædikaði, Uni Næs, dómpróstur og eisini fráfarnir prestar. Kirkjutænarar henda dagin vóru: Petur Martin Jóhannesen, urguleikari, Helgi Poulsen, klokkari og Ketty Poulsen var deknur. Tað var ein sera hátíðarlig gudstænasta við fullsettari kirkju, har sálmasangurin ljómaði saman við urgu og hornblástri frá Andrasi Sólstein. Marjun Lómaklett hugleiddi stutt um Kunoyar kirkju, áðrenn Jógvan Fríðrikson biskupur prædikaði. Eftir prædiku framførdi Birita Adela Davidsen hugtakandi klassiskan sang: Ave Maria eftir Bach/Gonoud. Petur Martin Jóhannesen hevði urguspælið undir framførsluni. Alt rann saman í serstakan dám á hátíðargudstænastuni, sum var ein stór og rík løta.

Eftir gudstænastuna vórðu øll boðin til góðan døgurða – har borðreitt var við m.a. ræstari súpan og góðum røstum kjøti - í Bygdarhúsinum. Eitt gott borðhald við eini 135 fólkum í góðum huglagi.
Kl. 16.00 var framløga í Kunoyar kirkju av verkætlanini, sum kirkjuráðið arbeiðir við. Ósbjørn Jacobsen, arkitektur segði frá verkætlanini um nýtt kirkjuhús, ein visjón, sum kirkjuráðið arbeiðir við at fáa til veruleika.
Um kvøldið kl. 19.30 var konsert í Kunoyar kirkju við Gøtu kirkju ungdómskóri saman við limum úr Klaksvíkar Hornorkestri. Fleiri vóru tey, ið leitaðu sær til hugnaliga adventskonsert í hábærsligu, nýmálaðu og vælhildnu Kunoyar kirkju.
Samanumtikið má sigast, at 150 ára haldið var sera gott, væleydnað og minningarríkt í allar mátar.


(orð: Marjun A. Lómaklett. Mynd: Tórður Mikkelsen)