Skriva út
Stórir dagar í tveimum kirkjum
01.05.2013 Tíðindi
NORÐOYGGJAR: Hóast nakað av tíð er eftir enn, er eingin ivi um, at kirkjufólkið bæði í Klaksvík og á Kirkju síggja fram til tveir hátíðardagar í næstum.
Eftir Snorra Brend
Fyri meiri enn 50 árum síðani, tók fólk í Klaksvík stig til at fáa nýggja kirkju bygda – ikki eina vanliga kirkju, men eitt veruligt og snøgt bygningsverk. Úrslitið gjørdist Christianskirkjan, sum er fyrsta stóra kirkjan í Norðurlondum, ið er bygd eftir fornum norrønum byggihátti.
Hin 7. juli í 1963 – altso fyri skjótt fimmti árum síðani – varð Christianskirkjan vígd. Og tá kundu fólk við egnum eygum skoða ta vøkru og serstøku kirkjuna, við eini tak-konstruksjón meinlík teirri í víkingahallunum, og soleiðis sum hon er varðveitt hjá okkum í teim gomlu roykstovunum og føroysku bygdarkirkjunum.
Kirkjan kostaði umleið tvær milliónir krónur at byggja, og kann nú hátíðarhalda tey fyrstu fimmti árini. Hesi árini hava túsundtals klaksvíkingar og onnur savnast til gudstænastur og annað í Christianskirkjuni, og luttikið í – ella notið tann framúr góða sálmasangin, sum er her.
Sum ein part av hátíðarhaldinum hevur ætlanin í øllum førum verið, at arbeiðið at umvæla ta stóru og kendu altartalvuna, skuldi verða liðug til fimmti ára dagin.
100 ár uttan kirkju
Ein onnur kirkja, ið ikki kann metast ájavnt við Christanskirkjuna í stødd og kirkjufólki, men har Guds orð framvegis verður boðað, er onnur kirkjan í Fugloy – á Kirkju.
Her hendi tað, fyri sløkum 200 árum síðani, at kirkjan varð flutt til grannabygdina, Hattarvík.
Orsøkin til hetta var ein vanlukka á sjónum, sum hevði við sær, at sagt varð, at eingin maður var eftir á Kirkju sum kundi útinna tænastuna sum kirkjuverji.
Tað gingu nú út ímóti 100 árum, har eingin kirkja var á Kirkju, og fólkið tí noyddist til gongu til Hattarvíkar í kirkju (Tað gekk ikki altíð eftir vild, tí tað var ikki heilt vandaleyst at ganga bygdanna millum. Um hetta kemur ein spennandi frásøgn seinni her á heimasíðuni).
Men hin 28. mai í 1933 stóð kirkjan liðug, og Jákup Dahl, próstur kundi víga hana. Sagt verður, at nógvir prestar vóru eisini við til hesa vígsluna.
Ein onnur kirkja í økinum – hon í Svínoy – kundi helst eisini havt eitt árstal at markera í ár.
Hyggur ein eftir kirkjuspírinum, so sæst her árstalið 1878, sum altso er fyri 135 árum síðani. Men sambært tí sum Dimmalætting skrivaði í 1879, varð kirkjan vígd 20. juli hetta árið.
Onnur tíðindi