Skriva út

Stórfingin løta í Glyvra kirkju

25.11.2013 Tíðindi
Stórfingin løta í Glyvra kirkju

Um aldamótið tóku prestarnir í Eysturoynni stig til ein kirkjufund, har kirkjuráðslimir, kirkjutænarar og prestarnir kundu koma saman, lívga hvønn annan og tosa um felags hjartamál: Orðið um Jesus, støðu fólkakirkjunnar og meta um gongdina og arbeiðið.

Hesin fundurin ár 2000 eydnaðist so væl, at hann gjørdist ein árligur og afturvendandi fundur. Løtan er altíð um kvøldið seinasta sunnudag í kirkjuárinum.

Sigast skal tó, at líknandi fundir vóru hildnir í Eysturoynni í sjeytiárunum, men onkursvegna kom stígur í.

Eitt sera gott átak, og gleðiligt er tað, at siðvenjan varð tikin uppaftur og hevur fest røtur í kirkjufólksins tilvitan. Í 2013 er hugsanin um árligan kirkjufund burðardygg.

Ein av teim eldru kirkjuráðslimunum, ið ger tænastu í einum lítlum kirkjuliði, tók í gjár soleiðis til orðanna: “Eg meti hendan dagin sum ein av størstu høgtíðsdøgum í kirkjuárinum. Vit møtast og standa saman um kirkjuna. Tað gevur mót og áræði.”

Vanligt er, at fundurin byrjar við eini gudstænastu. Síðani verður farið til borðs í einum hóskandi høli, har ein fyrilestur verður hildin, og orðaskiftið gongur aftur og fram ímillum borðini.

Á hesum sinni var løtan í Glyvra kirkju skipað eftir enskari fyrimynd. Talan var um aftansang, ið er felagssangur, skiftissangur millum prest og kór, upplestur úr halgubók og bøn.

Ein so vøkur og tignarlig løta, at mær fattast orð. Tað er á ein hátt ikki undranarvert, tí júst kirkjuliðið á Glyvrum er serliga væl fyri á so mangan hátt. Meinhard Bjartalíð hevur við Kór Glyvra Kirkju ment eitt umhvørvi, sum í dag stendur í fullum blóma við atliti at liturgi, sálmasangi og ræddarføring. So væl ljómandi, at vit vóru hugtikin og tikin inn í annan heim, ein heim, ið er og kendist merktur av tí vakurleika, ið eyðkennir staðin hin heilaga. Nýti sjáldan máliskuna, ið kennist mær sveimandi, at løtan var himmalsk. Geri undantakið og sigi, at løtan var andsborin, tignarlig og himmalsk.

Nú nevndi eg sóknarprestin, men alt kórið má verða nevnt. Urgan, hjálpandi kórleiðarar, sangarar og stuðlar. So ótrúliga flott og vakurt, at eg eina løtu var stoltur sum ein pávi.

Komin aftur til Havnar, varð eg mintur á, at eg var eingin pávi. Tað orðið eri eg gingin burtur frá. Haldi tó fast við setningin, at eg var stoltur sum eina pávi. Hetta er jú fólkakirkjan, ið er okkara felags hjartamál, alra okkara, ið vóru møtt til aftansang og so mong onnur við okkum.

Eftir gudstænastuna var farið inn í tað nýggja og snotiliga Skótahúsið til ein góðan døgurða. Eisini her ljómaði sangurin. Barnakór Glyvra kirkju sang so vakurt, livandi og rørandi. Ikki færri enn 50 børn, ið eru partur av sunnudagsskúlanum á Glyvrum. Tað eru tær báðar Marita Joensen og Jonni Dahl, ið hava barnakórið. Tær fáa góða hjálp frá tónlistafólki og øðrum, ið saman lyfta í felag.

Petur Jacob Sigvardsen helt ein fyrilestur um stórverk Guðs, skapanarverkið og talandi hendingar á leiðini, har Guðs leiðsla var eyðsýnd. Væl frágingin fyrilestur, hugtakandi og sigandi. Styrkjandi fyri trúnna og trúarinnar innihald, tað at vera í Guðs hondum.

Í Eysturoynni eru fimm prestar og 15 kirkjusóknir. Sjálvt um henda stutta greinin einamest umrøður Glyvra prestagjald, so skal tó verða nevnt, at biskupur metir, at Eysturoyggin er sera væl fyri á so mangan hátt, tá ið um Fólkakirkjuna verður talað.

Tað staðfestir stóra uppmøtingin. Ikki færri enn 150 virknir eysturoyingar á kirkjufundi. Tað er eitt høgt tal havandi í huga, at ongantíð kunnu øll møta. Bæði arbeiðið og onnur viðurskifti gera seg galdandi, og alt skal røkjast. Eisini lívið uttan fyri kirkjugátt er kall og uppgáva teirra kristnu.

JF


Sí fleiri myndir